Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Ljóspunktið Lawal Álopsessið hjá B36 vísti seg frá síni bestu síðu, gjørdi tvey mál og tryggjaði árstalsfelagnum trý stig, meðan landsliðsbiðlarnir gjørdu lítið um seg B36 2 (0) EB/Str 0 (0) Rólant Waag Dam Tað er synd at siga, at tað var serliga undirhaldandi at vera til fótbóltsdyst í Gundadali í gjár, um tú hugdi eftir dyst­ inum yvirskipað og við objek­ tivum eygum. Men tað er sjáldan, at hálvurannar tími av fótbólti verður spældur, uttan at okkurt áhugavert ella fangandi fer fram. Sunnudagin var tað Adeshina Lawal heilt stóra upp­livingin í Gundadali. Ella ein­asta upplivingin, um tú vilt. Ein maður á muni Nigerianski áleyparin hjá B36, sum var ógvuliga væl upp­lagdur, hevur annars ikki gjørt serliga nógv mál í ár. Undan dystinum í gjár hevði hann gjørt fýra av slagnum í 14 dystum. Soleiðis ber til út frá tølunum at staðfesta, at Lawal ikki er vandamesti maðurin frammanfyri mál­ ið. Fyrstu trý korterini sá heldur ikki út til, at tað var hann, sum skuldi avgera dyst­in. Víst arbeiddi hann hart, harðari enn teir flestu av hinum 21 á vøllinum, men tá síðsta avleveringin skuldi leggjast ella skotið skuldi send­ast avstað, so vantaði av­gerandi neyvleikin. Tá so EB/Streymur legði ógvu­liga væl út í seinna hálv­leiki, so var tað lítið sum bendi á, at hetta fór at vera dagurin hjá B36 og Lawal. Men tað gjørdist tað. Eftir 58 minuttir sendi Róaldur Jacobsen Adeshina Lawal avstað. Kviki áleyparin vann kapp­renningina við Marna Djurhuus, dróg inn í vøllin og smekkaði til. Umvegis annað­ hvørt beinið hjá Marna ella Levi Hanssen fór bólturin í málið – og so var B36 brádliga frammanfyri. Ein góðan minutt seinni var Lawal aftur framvið. Eftir uppspæl frá Lukasz Cielsevicz og Róaldi Jacobsen endaði bólturin hjá Lawal, sum liggjandi fekk beint bólt­in í málið – aftur hesa­ ferð umvegis eitt bein hjá mót­støðuleikara. Soleiðis varð dysturin í roynd og veru avgjørdur innan­fyri hálvanannan minutt. Og Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, kundi ikki annað enn vera nøgdur við avrikið hjá áleyp­ aranum. – Lawal spælir ein øgiligan góðan dyst í dag. Hann vinnur næstan allar nærdystirnar og klárar at halda upp á bóltin, og tað stressar EB/Streym rættiliga nógv. Í hasum báð­ um støðum er hann bara avgerandi nokk og klárar at seta verjuleikararnar av sær. Men tað er rætt, at hann burtur úr teimum kjans­ unum hann fær, fær ov fá mál, segði venjarin hjá B36 í send­ing­ini 3. hálvleikur á Rás2 eftir dystin. Landsliðs vónbrot Meðan Lawal vísti seg frá síni bestu síðu, so er synd at siga, at aðrir leikarar skar­ aðu framúr. Fáur mundi spæla ein regulert ringan dyst, men berandi kreftirnar á lið­unum báðum vóru lítið sann­før­andi. Liðformenninir báðir, Súni Olsen og Hans Pauli Samuelsen, komu ikki serliga væl frá sínum uppgávum. Fyrst­nevndi hevur fingið landsliðsboð, meðan hin var við í hópinum seinast. Hvørgin teirra fekk staðfest, at teir eru millum landsins bestu leikarar. Tað sama kann sigast um Leif Niclasen og Arnbjørn Hansen, ið báðir hava fingið landsliðsboð. Sjálvandi skal eingin niður­støða dragast burtur úr einum einstøkum dysti – men tað er hugvekjandi, at teir, sum eiga at ganga á odda og taka ábyrgd, fella burtur í mill­um í einum avgerandi dysti sum hesum. rolant@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen B36 - EB/Str. 2-0 (0-0) 1-0: Adeshina Lawal 58. 2-0: Adeshina Lawal 60. Dómari: Jim Petterson Hjá HB rular tad, men hjá B36 Lavallar tað Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Nigerianski áleyparin hjá B36, var ógvuliga væl upp­lagdur móti sundalagsmonnum