Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ríkisfelagsskapurin í vanda Gerhard Lognberg løgtingsmaður Er hetta verða tað vit koma at kenna okkara ríkisfelagsskap fyri, so er okkara samarbeiðið í vanda, og tað er stórt spell. Danmark eigur at bakka Føroyar upp, tí vit eru í ríkis​ felags​skapi, alt annað er ómøg​u​ligt. So er spurningurin Kann tað lata seg gera at før​ oyska fólka​tings​um​boðið stuðl​ar eini danskari stjórn? Nei tað haldi eg ikki, sjálvt um eg ong​an møgu​leika havi fyri at ávirkað tað, ella sera lítl​an. Hetta er álvarsamt ES bjóðar Føroyum av til kríggj, skulu vit vinna hetta kríggj, so er tað bara við Guds hjálp og ong​um øðrum, tí hetta eru tveir ymiskir part​ ar á stødd, tað eru vit væl sakt​ans samd um. Mín áheitan til Sjúrð Skaale skal tí verða, at hann eigur at taka seg úr sam​ arbeiði​num hann er í, eitt gamalt orðatak sigur: “eingin kann tæna tveimum harrum”, men sjálvsagt er tað best um Sjúrð​ur klárar at samráða seg fram til at Danmark ikki setur ES lógir í gildi ímóti Før​oy​um, tí vit eru partur av danska ríkinum. Tað er stór skomm fyri Danmark, um tað hendur at teir stuðla ein​ um ES boykott. Vit kunnu ikki lata sum einki, ímeðan ES traðkar á okk​um og Danmark sam​ tykk​ir. Mín vón skal verða, at orð​ ini sum H.C. Hansen segði niðri á Oksakletti í Skopun í 1957: “Der skal altid være en udstrakt hånd fra den danske stat til det Færøske folk”. Til seinast vil eg heita á før​oysku myndugleikarnar, um at royna at fáa partarnar til samráðingarborðið aftur. Mín meining er at før​oy​ ing​ar hava rætt til at veiða tað ríkidømi sum svimur í før​oysk​um sjógvi. Útbúgvið føroyingar til møguleikar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgtingslimur Í samband við umrøðuna av løgmansrøðuni eri eg endur​ givin fyri at siga, at vit hava ov nógvar akademikarar í Før​oy​um. Hetta vil eg ikki hava sit​andi á mær og ynski at koma við eini rættleiðing. Boðskapurin hjá mær var og er framvegis, at vit eiga at leggja dent á at hava út​búgv​ing​ar her heima, sum hóska til okkara samfelag. Vit eiga at eggja og stimbra til útbúgvingar har størv eru til tey ungu eftir lokna út​búgv​ing. Soleiðis, at tey ikki ímóti sín​um vilja, eftir loknan lest​ ur, noyðast uttanlanda at ar​ beiða, tí ongi arbeiðstilboð eru her. Sjálvandi skulu okkara ungu útbúgva seg, og tey skulu eisini sjálvi avgera, hvør​ja útbúgving tey ynskja at fara undir. Sjálvt í Danmark hava politikarar og fjølmiðlar sett spurn​ar​tekin við fleiri hægri útbúgv​ing​ ar, um hesar hóska til tað danska samfelagið. Í Før​ oy​um eiga vit eisini at seta spurnartekin við hetta. Eg standi fast við inni​ haldið í tí, sum eg eri endur​ givin fyri at siga í fjøl​miðlu​ num, men yvir​skrift​in (ov nógv​ir akademikarar í Før​ oy​um) er misvísandi. Eg krevji, at vit ikki geva okkara ungdómi út​búgv​ing​ ar, sum taka nógv ár uttan arbeiðs​møguleikar aftaná. Tað er uttan mun til hvør útbúgv​ing​in er. Ung​dóm​urin skal hava møgu​leikar. Viðmerkingar til Hanus Samró og hansara útsøgn - Barsilsskipanin má ikki verða ov góð Rakul Dalsgaard Út frá hesari greinini og øllum tí, sum eg higartil havi sæð og hoyrt til Hanus Samró, kann eg bara staðfesta, at vit hava TOTALT hvør sín holdning tá tað kemur til, hvat meiningin við lívinum er, hvat er rætt/ skeift, hvat er vigtigt/ikki- vigtigt osv. Hetta er ikki fyrstu ferð, eg standi púra paff og tonki við mær sjálvari: Kann nak​ar virkuliga hugsa so??? Sein​ast var, tá Hanus Samró in​direk​ ta uppfordraði til, at man átti at tikið matin, sum allíkavæl skul​di vekk og givið til tey, sum eru undir forsorg… Hetta var tá tingfólkini ásettu eina standard upp​ hædd hvønn mánað til tey, sum eru undir forsorg, ístað​ in fyri at tey móttóku eina pen​inga​upphædd, sam​svar​ andi neyðturviliga tørvinum hjá húskinum. Nú sigur Hanus Samró, at barsilsskipanin ikki má vera so góð, at kvinnur velja at verða heima ov leingi, tí tað krevur fakligheit at vera á arbeiðsmarknaðinum, og um kvinnurnar eru ov leingi burtur, so missa tær faklig​ heit​ina. Eg skilji væl, hvat hann sigur her: ”Undgå at belønne uønsket adfærd”, men er tað virkuliga komið so langt, at tað er óynskt atferð, at ein mamma er heima hjá sínum lítla barni? Og so leggur hann dent á, at tað serliga eru kvinnur við góð​ari útbúgving, sum ikki skulu vera heima ov leingi… Er tað so okey, at kvinnur sum ikki hava hægri útbúgving eru heima leingi? Eg skilji ikki differen​tier​ ingina, tí eru allar kvinn​ur ikki líka vigtigar fyri ar​beiðs​ marknaðin, faklærdar sum ófaklærdar? Og passar tað virkuliga, at tað er ein spurn​ ingur um vikur, áðrenn ein kvinna missir sína faklig​ heit? Harafturat sigur hann, at sam​felagið brúkar nógvan pen​ing upp á at útbúgva kvinn​ur. Hetta taki eg sum eitt fornermilsi, tí indikerar hann ikki her, at vit kvinnur skyl​da samfelagnum nak​ að? Gera vit ikki okkara sam​ felags​skyldu, tá vit eru heima hjá barninum? Vit í seinmodernaða sam​ felag​num hava tendens til at lovprísa arbeiðinum og halda, at jú MEIRI fólk arbeiða, jú betur er tað fyri sam​felagið í síni heild. Við at arbeiða, skapar menniskjan nakað sum hevur stórt virði - brúks​virði. Brúksvirði kann bæði vera nakað materielt og nakað immaterielt. Tað, at ein mamma er heima hjá sín​um barni er, eftir mínum tykki, tað týdningarmiklasta im​materi​ella virði yvirhøvur. Familj​an er tann vigtigasta eind​in í samfelagnum, og tí er tað alneyðugt, at pláss er fyri ein​um góðum familjulívi. Arbeiða vit kvinnur ikki iva​leyst? Eg haldi, at hug​ burð​ur​in hjá Samró minnir um hugburðin sum man í dag hevur til búrhønur: Van​ lig​ar hønur verpa 6 dagar um viku​na og hava so ein frídag. Við ljósi og hita, hevur man nú snýtt búrhønurnar so at tær verpa 7 dagar um vikuna. Gott nokk fær mann so eitt eyka egg, men bæði trivnaðurin og liv​i​ald​urin hjá hønuni verða sterkt reduserað. Eg trúgvi, at tað sama er galdandi fyri okk​ um menniskju – Hvis vit blíva pressaði ov nógv og t.d. barsilsskipanin verður stytt, so vil í øllum førum triv​n​aðurin, nøgdsemi, mo​ti​ va​tiónin og gleðin hjá bæði kvinnuni og barninum redu​ serast. ”Arbeit macht frei” (arbeiði ger teg frían) stóð uppiyvir inn​gongini til fleiri av nazi- kon​sen​tra​tiónslegunum und​ir 2. verðaldarbardaga, m.a. Auschwitz. Útsøgnin var ein lygn, tí arbeiðið gjør​ di ongan frían, sjálvt um onk​ ur stakkals sál nokk neyð​ helt sær í vónini um, at orð​ ini á skeltinum passaðu. Meira arbeiði og stytt barsils​ fa​r​loyvi er IKKI svarið eftir mínari meining. Heldur tvørturímóti. Neyðarróp til avvarðandi myndugleikan Absalon í Buð At um ikki okkurt verður gjørt – So er stórur vandi fyri att ein ólukka hendur í tunnlunum, norð um fjall. Havi víst á nakrar loysnir: Ljósreguleringar – Separera tungu ferðsluna frá tí løttu. o.s.v. Hvat er frægast, kunnu vit tjakast um. Men okkurt má gerast? Havi í drúgva tíð, heitt á myndugleikan, um at fáa ferðsluteljara í tunnlarnar, so vit kunnu staðfesta, hvussu stórur trupulleikin er. Sum at sletta vatn á gás. Sýnist sum mynduleikin, vil ikki ásannað kaosið. Støðan er hon: Sambært raðfestingunum fáa vit onga broyting í tunn​ lu​num komandi 10 - 15 árini. Í dag koyra eftir meting eini 1 5 0 0 akfør gjøgnum tunnl​ar​nar um døgnið. Harav stórur partur, stór tung akfør. Tá Viðareiðis tunnilin er gjørd​ur (ið teir vísu poli​tikk​ ar​nir mettu, hevði hægri priori​tet) - verður trýstið upp​ aftur størri. Tí ein innilig áheitan á tykk​um – ið kunnu gera okkurt. Fái fingurin út úr einum ávís​um stað. Áðrenn ein óbótalig ólukka hendur.