Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 Sosialurin tíðargrein Sjúrður Skaale fólkatingsmaður Skal øll tjóðin ganga strekkmarsj í sildastríðnum? Tað er ikki at "drýta í egið reiður" at seta spurningar við landsstýrisins framferð. Tvørturímóti! Vit mugu og skulu stríðast fyri, at Føroyar fáa sín rætt​ vísa part av silda- og makrel​ kvotuni. ES er fíggindin, tí ES nýtir sína støðu á marknaðinum til at tvinga sín vilja ígøgnum. Henda valdmisnýtsla skal ikki góðtakast. Tann uttari fíggindin hev​ ur sjóað fólk saman. Og tað er gott. Úteftir eiga vit at standa sum ein. Men ein uttari fíggindi kann eisini gera, at vit stara okk​um blind á hann - og als ikki líta at okkum sjálvum. Tann, sum dittar sær at at venda eygunum inneftir, kann enntá verða átalaður fyri tað. Soleiðis var, tá eg í Rás2 fríggja​dagin setti nakrar við​kom​andi spurningar um lands​stýrisins handfaring av stríðnum. Onkur bað meg halda kjaft, og onnur - við løg​ manni á odda! - ákærdu meg fyri at "drýta í egið reiður". Sum fólkatingsmaður fari eg altíð at umboða almennu støðu Føroya mótvegis út​ lendskum myndugleikum og útlendskari pressu. Sjálv​ sagt. Men vit mugu ikki koma har​til, at øll tjóðin púra blint skal ganga strekkmarsj afta​ á Vestergaard og løgmanni, utt​an so mikið sum at kunna seta ein spurning við tað, sum verður gjørt. Steðga vit øllum orðaskifti um egna framferð, kunnu vit ikki rætta mistøk - og so ganga vit okkum í óføri. Her eru nakrir av spurn​ ing​unum, sum mugu setast. 5% “for future years” Vit hava nú tilskilað okkum 17% av sildakvotuni. Men vit hava altso síðani 1996 skrivað und​ir uppá, at 5% vóru nøkt​ andi fyri okkum. Og ikki bara tað. Tá vit gjørdu avtaluna fyri 2012 skriv​aðu vit eisini undir upp á eitt tilmæli um, at lu​t​fall​ið millum londini skuldi varð​ veit​ast “for future years”. Vit boð​aðu altso frá, at fimm pro​ sent ikki bara vóru nøkt​andi fyri 2012, men eisini fyri tey komandi árini. Kortini ásettu vit okkum 17% fyri 2013. Sama ár, sum samlaða kvotan lækkaði við ein​um fjórðingi! So vit mugu spyrja: Hví skriv​aðu Føroyar í avtaluni fyri 2012 undir uppá, at 5% vóru nøktandi “for future years” – tá vit árið eftir ásettu okk​um 17%? Hvar eru prógvini Vit hækkaðu í ár okkara part við 12% eftir at hava givið til kenn​ar at vit IKKI fóru at krev​ja meira. Slíkt krevur, at mann legg​ ur fram góðar grundgevingar - bæði fyri hini londini og pressuna. Men øll siga seg einki hava fingið. Og tá svang​ ir journalistar ikki verða fóðraðir við argu​ment​um, leypa teir á. Tað er hent - og tað hevur skatt okkara um​ dømi: Føroyar verða lýstar sum landið, ið handlar uttan fyri​lit. So spyrjast má: Hvat løgdu vit fyri hini londini í januar? Og hví er pressan ikki fóðrað við grundgevingum? Hvat segði løgtingið? Tá landsstýrismaðurin hevði ráðført seg við Uttan​lands​ nevnd Løgtingsins um silda​ sam​ráð​ing​ar​nar, kom ein grein á Portalin, hóast fund​ ur​in var í trúnaði. Har stóð, at nevnd​in mælti til at hækka kvotu​na - men ikki so nógv, sum landsstýrismaðurin æt​ laði. Tí má spyrjast: Tók Løg​ tin​g​ið undir við avgerðini um tey 17 prosentini? Ella hev​ur landsstýrismaðurin einsa​mall​ur kastað Føroyar út í stríð​ið - uttan bakverju í parla​menti​num? Hvar eru alliansurnar? At ES misnýtir sína mark​nað​ ar​støðu til at revsa ein sam​ ráð​ing​arpart, sum ikki vil “makka rætt”, kann als ikki góð​takast. Tað gongur út yvir Før​oy​ ar nú – men tað kann ganga út yvir onkran annan seinni. Tí máttu hinir partarnir eisini havt áhuga í, at ES tek​ ur henda revolvaran av sam​ ráð​ing​ar​borðinum. Tí má spyrjast: Hvat hevur lands​stýrið gjørt til tess at byggja alliansur millum Før​ oy​ar og onnur lond? Vistu av tiltøkum Í ár býttu ES og Norra 90% av makrel​kvotuni sínámillum. Tá fleiri ES-lond síðani kravdu sanktiónir móti Før​ oy​um fyri at fiska 15%, segði Kommissiónin nei. Hon ásannaði, at Føroyar eiga rætt til meira, enn vit hava havt - og tí kundu vit ikki revsast, hóast vit stóðu uttan​ fyri avtaluna. Men við silda​sam​ráð​ing​ unum fingu Skotland, Írland og onnur ein nýggjan kjans: Kundi ES boykotta føroyska sild, bar til at fáa boykottið til at fevna um makrelin eisini, tí hann er hjáveiða, tá sild verð​ur fiskað. Tí vistu vit, at vandin var stór​ur fyri boykotti av bæði sild og makreli, um eingin av​ tala bleiv um sildina. Tað bleiv tað ikki. Vit standa nú uttanfyri báðar av​tal​ur​nar, og verða stongd úti frá ES-marknaðinum. Vit fiska fleiri tons enn vit høv​ du kunnað við avtalum – men prísurin er høgur: • Vit mugu fiska alt í føroyskum sjógvi, tá nógv lægri prísur fæst. • Vit mugu brúka trol heldur enn nót, sum kostar meira í olju. • Vit missa aðrar fiskiveiðuavtalur. • Vit mugu finna marknaðir uttanfyri ES, sum rinda minni. • Marknaðarparturin í ES kann gerast trupul at vinna aftur. • Vit mugu sigla beinleiðis til Afrika og Russlands við stórum nøgdum. Tað kann ávirka dygd og prís. • Tann negativa umrøðan av Føroyum kann óbeinleiðis raka annan útflutning. Landsbúskaparliga snýr fiski​skapur seg ikki um at fiska so nógv tons sum gjør​ ligt, men at tjena so nógvar peng​ar sum gjørligt. Tí má spyrjast: Hvussu nógv kundu vit fingið afturat inn​an fyri avtalurnar? Er rað rætt, at vit kundu fingið 10% av makrelinum? Og um so er: Hvussu nógv eru 15% uttan​ fyri avtaluna verd í mun til 10% innanfyri? Og hvussu nógv kunnu vit vinna í longd​ ini við at fara solo? Og hinvegin: Hvussu nógv kostar tað okkum nú at standa uttanfyri avtalurnar – og hvussu nógv kann tað kosta okkum í longdini? Høgt spæl Í løtuni spæla Føroyar høgt spæl. Vit hava nógv at vinna – men eisini nógv at tapa. Eitt orðatak sigur, at kennir tú teg sterkari enn fígg​ind​an – so leyp á hann. Kennir tú teg veikari – so royn at samráðast. Eitt ann​ að sigur: Byrja aldrin eitt stríð, sum tú ikki veitst, at tú kanst vinna. Tað er eingin ivi um, at vit eiga rætt til størri kvotupart enn tað, vit hava havt. Men at vinna hetta stríðið krevur vísindalig prógv, diplo​mat​isk​ ar snildir, virkna lobbyismu og góða almenna umrøðu. Hevur landsstýrið gjørt hetta nóg væl? Øll vóna inniliga, at lands​ stýr​ið hevur so fast undir føti, at stríðið bæði kann vinn​ast og verður vunnið. Men hetta viðkemur okk​ um øllum, og vit hava bæði rætt og skyldu at vísa á veik​ leik​ar. Tann, sum ikki sær síni mistøk, er dømdur til at endur​taka tey. Tí er tað ikki at "drýta í egið reiður" at seta fram spurningar. Tvørtur​ ímóti. Vit styrkja ikki okkara støðu við bara at ganga í strekk​marsji aftaná lands​ stýri​num. Onkur bað meg halda kjaft, og onnur - við løgmanni á odda - ákærdu meg fyri at »drýta í egið reiður« Tá vit gjørdu avtaluna fyri 2012 skrivaðu vit eisini undir uppá eitt tilmæli um, at lutfallið millum londini skuldi varðveitast “for future years”. Landsbúskaparliga snýr fiski​ skap​u​r seg ikki um at fiska so nógv tons sum gjørligt, men at tjena so nógvar peng​ar sum gjørligt.