mánadagur 5. august 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barsilsskipanin er góð, sum hon er
Hanus Samró
Løgtinsmaður fyri
fólkaflokkin
Nýggi portalurin hjá Sosiali
num, in.fo, endurgav brot úr
mínari røðu um løgmansfrá
greiðingina, har eg harmaðist
um, at landsstýrismaðurin
við
vinnumálum,
Jóhan
Dahl, ætlar at leingja um
barnsburðarfarloyvi. Við yvir
skriftini “Barssilskipanin má
ikki verða ov góð” kom øði í
fjøldina. Á portalinum komu
oman fyri hundrað viðmerk
ingar og fleiri hundraðtals
“likes”, har fólk sýndu sína
ónøgd.
Barsilsskipanin
skal ikki skerjast
Í greinini tykist tað, sum
Hanus Samró ætlar at skerja
barnsburðarfarloyvið og har
við gera inntriv í barsilskipan
ina, men tað hevur undir
ritaði ongar ætlanir um.
Barsilsskipanin er super, sum
hon er. Barnsburðarfarloyvið
skal ikki broytast. Foreldur,
sum
eru
lønmóttakarar,
skulu framhaldandi hava:
“rætt til barsilsfarloyvi í upp
til 38 vikur tilsamans.”
Barnsburðarfarloyvið
skal ikki leingjast
Eg vil hinvegin ikki leingja
um
barnsburðarfarloyvið.
Tað er umráðandi, at vit varð
veita kvinnurnar so leingi á
arbeiðsmarknaðinum
sum
møguligt. Her verður serliga
hugsað um kvinnur við hægri
útbúgvingum, sum arbeiða
við tann- og sjúkrarøkt, tøkni
og øðrum samtíðarkrevjandi
arbeiðum, har tað er neyðugt
at fylgja við og uppdatera seg
alla tíðina.
Vit mugu ikki gloyma, at
burðaravlopið per kvinnu í
Føroyum er í miðal 2,5.
Tað er tað hægsta í Evropa.
Er tað nú soleiðis, at vit
leingja barnsburðarfarloyvið
til eitt ella hálvt annað ár,
eru tær burtur frá arbeiðs
marknaðinum í trý til hálv
fimta ár. Harafturat skulu
vikurnar, áðrenn tær fara í
barsil, takast við.
Barsilsskipanin skal ikki
vera so góð, at kvinnur sum
vilja út aftur á arbeiðsmark
naðin, skulu ikki føla seg at
vera verri mammur við at
fara fyrr út aftur á arbeiðs
marknaðin. Hinvegin forðar
barissilskipanin ikki fyri at
mammur kunnu vera longri
heima, tí tað er altíð møgu
ligt at keypa sær nakrar vik
ur afturat, um heilsan og um
støðurnar eru til tess.
Eg eri tilvitaður um, at
hugsanarhátturin ikki sam
svarar við donsku vælferð
armyndina, men eg eri ikki
samdur við teimum, ið seta
barsilsskipanina og hækk
andi fólkavøkstur saman.
Ein viðmerkjari skrivaði so
leiðis:
“Tað er bara at minka um
barsilsburdafarloyvi…vita so
hvussu nógv fólk eru eftir í
Føroyum!”
Tað kann ikki vera rætt, at
fólk fáa sær børn, tí tey hugsa
um, hvussu nógv tey fáa í
barsil ella barnafrádrátti. Vón
andi eru vit ikki komin har
til, at børnini verða vigaði í
pengum og/ella almennum
skipanum, men eru tað for
eldrini í sínum kærleika
móti hvørjum øðrum, fáa sær
barn/børn, tí tey vilja hava
sína egnu familju.
Neyðugt við
barssilskipan
Eg ásanni tó, at tað er
neyðugt við barssilskipan og
barnsburðarfarloyvi, tí tað
er neyðugt fyri barnið, at tað
fær kærleika og umsorgan
fyrstu mánaðirnir í sínum
lívi. Sum ein liður í hesum
skulu vit ikki revsa tey, sum
velja at fáa børn, men fáa
kvinnurnar løn, meðan tær
eru í barnsburðarfarloyvi. Í
mun til nógv onnur eri eg av tí
áskoðan, at barsilssfarloyvið
skal ikki vera meir enn 38
vikur.
Tað er eftir míni bestu
sannføring nóg mikið.
Eitt annað, sum eg heldur
ikki eri samdur í, er, at fólk
vilja hava kvinnurnar long
ur við hús. Tað er ein sann
roynd, at kvinnurnar eru
tær, ið hava bestu útbúgving
ina. Eg vil ikki, at kvinnurnar
skulu vera heima við hús,
tá samfelagið hevur tørv
á teirra vitan og serkunn
leika. Sostatt er tað ikki fyri
at diskriminera, men fyri at
verja kvinnuna á arbeiðsmark
naðinum, tí vit mugu ikki
gloyma, at samfelagið gong
ur við tí rúkandi ferð. Um
kvinnurnar bara passa børn,
sum so nógv vilja hava tær at
gera, men sum kvinnurnar
hava barst nógv ímóti, verða
tær afturúrsigldar í samfelag
num, tí tøknin, fakligheitin
og samtíðin bíðar ikki eftir
teimum. Tað er somuleiðis
ein sannroynd, sum vit mugu
síggja í eyguni.
Til síðst kann eg siga,
at eg eri av tí áskoðan, at
barnsburðarfarloyvið eigur
at verða býtt javnt millum
foreldrini, so tey í felag gera
av, hvør skal vera heima við
barninum og ikki. Tað skal
ikki vera upp til mín ella
statin, hvør passar barnið,
men upp til foreldrini sjálvi,
hvussu tey býta hasar 38
vikurnar millum sín.
Ein samhaldsføst gjaldsskipan
– ið fevnir bæði um undir-og yvirsjóvartunlar, er besta loysnin
Ólavur Hátún
Komið er nú til, at trý uppskot
um undirsjóvartunnilsger(ir)
skulu til viðgerðar á tingi
Um tað so mikið umtalaða
er at siga, at tað vónandi og
væntiliga ikki vinnur frama.
Í fyrsta lagi hevur uppskots
stillarin,
landsstýrismað
ur í lógarmálum, í sínum
uppritið eyðsýniliga virk
að í heimildarloysi. Í øðrum
demokratiskum
londum
hevði slíkt fingið avleiðing
ar fyri ráðharran; men her
hjá okkum uppliva vit, at
landsins stjórn leggur upp
til at snikka lógina so til, at
lógloysi kann gerast lógligt.
Eru vit sum rættarsamfelag
tá ikki komin út at flóta yvir
móti tí anarkistiska?
Um tað, vit vita um sátt
málan, sum tað er ætlan land
stýrisins at fáa undirskriv
aðan, er við fáum orðum at
siga, at felagsskapurin, sum
er sinnaðir at átaka sær upp
gávuna, setir so órímilig krøv
um avkast og serrættindir, at
tað er at undrast á, at lands
stýrismaðurin
ikki
langt
síðan hevur tikið seg aftur
úr samráðingum og í staðin
er vendur aftur til sína upp
runaligu ætlan: at lata sín
egna stovn Landsverk taka
sær av málinum.
Hini bæði uppskotini eru
stig á rættari leið, men ynsk
iligt hevði verið, at uppskots
stillarnir høvdu funnið sam
an í felags tilráðing, í staðin
fyri at farið er í tvíningar.
Ynskiligt hevði tó í báðum før
um verið, at hugskotið hevði
fevnt víðari, og at tað ikki
bara verður fokuserað upp
á Skálafjarðar- og Sandoyar
tunnilin. Ovtekur Landskass
in seg av hesum báðum verk
ætlanum, fara áratíggir at
ganga, áðrenn komið er á mál
til tann meiritørv, sum er.
Havi umtalað hann í bløðum
áður:
Í Suðri: Nýggjur / Endur
nýggjaður Hvalbiartunnil og
sama til Sandvíkar og tunnil
undir Øraskarði (Fámjin).
Í Sandoynni: Tunnil til
Dals
Í
Norðstreymi:
Tunnil
ávegis til Tjørnuvíkar
Í Eysturoynni: Tunnil
undir Gjáarskarði, Tunnil
Hellurnar – Fuglafjørður og
Tunnil Kambsdalur – Millum
Fjarða.
Í Norðoyggjum: Nýtt /
Endurnýggjað
tunnilssam
band Norð um Fjall, tunnil
yvir í Havn í Svínoy ella renni
strongur Viðoy – Svínoy og
rennistrongur til Fugloyar.
Onnur tunnilsynskir eru
eisini, men nú nóg mikið við
hesum.
Hetta eru ikki luksusynsk
ir, men í fleiri førum bráðneyð
ugur tørvur. T.d. eru okkara
elstu tunnlar, teir Norð um
Fjall, Hvalbiartunnilin og
Sandvíkartunnulin á ongan
hátt tíðarhóskandi, ja, mest at
kalla lívshættisligi. Við bøtt
um sambandi inn á megin
økið fara forfjónaðar oyggjar
sum Fugloy og Svínoy uttan
iva at gerast týðandi aktiv í
einari sprettandi ferðavin
nu.
At bíða hálva øld við at
fremja hesar ábøtur í okkara
samferðslukervi er hvørki
ráðiligt ella neyðugt, men
tað krevur politiskt hugflog
og dirvi. Loysnin er ein sam
haldsføst gjaldsskipan, har
hvør bilur rindar tunnilsgjald
í tann mun hann koyrir, tað
veri sær gjøgnum undir-
ella yvirsjóvartunlar. At legg
ja sama tunnilsgjald á allar
bilar er ikki rættvíst, tí nógv
ir teirra fara sjaldan ella
ongantíð gjøgnum tunlar.
Líka órættvísur er tankin um
tunnilsavgjald á brennievni,
tí dúgliga verður koyrt, eitt
nú inni í Eysturoynni ella t.d.
runt í Havnini, uttan ferðing
gjøgnum tunlar.
Fólk, sum dagliga ella
ofta koyra gjøgnum tunlar,
hveppa seg ivaleyst við brád
liga at skula gjalda fyri tað.
Men í mun til hvat bilakeyp,
mánaðargjald, trygging, veg
skattur, viðlíkahald etc. kosta,
er her bert talan lítið íkast, ið
sum frá líður fer at lata upp
fyri ríkandi møguleikum til
hentleika og upplivingar í
okkara fagra landi.
Við einum gjaldi upp á
bara 20 krónur aftur og fram
gjøgnum tunlar, verða við ver
andi ferðslu 100 milliónir ella
meira tryggjaðar til framhald
andi útbyggingar av tunla
kervinum. Fólk, sum á sínari
bilferð hava tørv á at fara
gjøgnum fleiri tunlar, nýtast
ikki at stúra, tí avsláttarskip
an er væl hugsandi, har tú
bert rindar t.d. tvey gjøld
fyri 4 ella 5 tunnilsferðir
innan ávíst tíðarbil. Mánað
ar- og ársgjald fara eisini at
lætta um.
Viðvíkjandi umsiting av
slíkari skipan havi eg spurt
meg fyri og fingið váttað, at
verandi kubbaskipan væl
kann útbyggjast til at megna
eisini hesa víðkaðu uppgávu,
og at hugsandi er, at nýggjari
teknikkur við t.d. satelitteftir
liti fer at gera hesa umsiting
enn meira einfalda.