Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Suðurøkið einki fast samband í bræði? John í Skemmuni Í hesum døgum er nógv prát um Skálafjarðartunnilin og verð​ur nevnt, at koyrandi verð​ur gjøgnum hann um 6-8 ár, og kemur hetta tá at knýta mið- og norðara partin av Føroyum upp aftur betri sam​an. Umráðandi er, at hesin tunnil verður privatur, verður lagt áherðsla á, tí “verður Skála​fjarð​art​unnulin ikki privat​ur, verður einki fast sam​band tann vegin í bræði”. (citat eftir Kára P. Højgaard, sam​bært útvarpinum). Suðurøkið - um 30 ár. Síðan verður sagt, at farið skal verða undir tunnil til Sand​o​ynna, og merkir hetta so helst, at koyrandi verður ikki til Sands fyrr enn um eini 12-15 ár. So kemur tað kanska upp á tal at gera tunnil til Suður​ oyn​na. Og eftir hesari rað​ fylgju verður møguliga koyr​ andi hagar um eini 25-30 ár? Ikki koyrandi til Sand​ oynna í bræði? Men, hvussu ber tað til, at tað er í lagi, at ikki verður koyr​ andi til Sandoynna í bræði – og síðan til Suðuroynna, hesi øki, ið einki fast samband hava frammanundan? Og, hvussu ber tað til, at tað er í lagi, at Skála​fjarð​ar​ tunnul​in skal raðfestast fram um Sand​oyartunnulin, sjálvt um Eysturoyggin hevur havt fast samband síðan í 1970-un​ um, Vágoyggin síðan 2002 og Norð​oyggjar síðan 2006? Mið-og norðurøkið eru knýtt saman! Veruleikin í dag er, at áður​ nevn​du øki norðanfyri eru knýtt saman við tunlum, byrg​ing​um og brúm. Tað er koyr​andi allar tíðir av sam​ døgri​num til hesi økini, so hví skal ein undirsjóvartunnil fyrst gerast afturat til hesi øki, ið frammanundan hava fast samband? Hvat er hetta fyri hugs​ unn​ar​háttur, ið politikarar okkara hava – teir, ið valdir eru at virka øllum landinum til frama? Kunnu hesi økini ikki bíða, til hini økini fyrst hava fing​ ið sama møguleika at koyra til miðstaðarøkið og onnur øki av landinum? Privatur ella almennur? Tosað verður nógv um, um Skála​fjarðartunnulin skal vera privatur ella almennur. Tá tað snýr seg um vegir, brýr og tunlar, átti eingin ivi at verið um, at tað er landið, ið tek​ur sær av hesum – bæði tí, sum gevur undirskot og tí sum gevur yvirskot. Hví skal landið bert taka sær av tí, ið ikki ber seg, með​an privatir, ið enntá eru útlendingar, skulu taka sær av farleið, sum gevur yvir​ skot? Tunlar fíggja tunlar? Nevnt hevur eisini verið, at orsøkin til, at Skála​fjarð​ar​ tunnilin skal gerast fyrst er, at hann skal fíggja Sand​oyar​ tunnulin við yvirskoti sín​um. Men, er hetta verulig hugs​an, ella bara nakað, ið sagt verð​ ur, fyri at kyrra sand​oy​ing​ ar? Hvør veit, um ikki støðan verður tann, tá Skála​fjarð​ar​ tunnil​in er liðugur, at tá fara tey, ið brúka hann at siga, at tey ætla sær ikki gjalda fyri Suður​økið. Er hetta ikki júst boð​ skap​urin, ið vit hava hoyrt frá mongum, ið brúka hinar undir​sjóv​artunlarnar? – So hvat skulu vit vænta? Suðurøkið - ein útjaðari í minst 30 ár afturat? Um hendan raðfesting á sam​ferðsluøkinum, sum nú fyri​ligg​ur, verður fylgd, verða Sand​oygg​in og Suðuroyggin upp​aftur meiri afturútsigld. Hesar oyggjar verða tá nógv minni áhugaverdar at búsetast í fyri ungdóm okk​ ara í mong ár aftur at. Eru Føroyar veruliga so stór​ar, at vit kunnu loyva okk​ um lata Suðurøkið, sum er ein so stórur partur av landi​ num, farast soleiðis? Fer tá ikki ein alt ov stórur part​ur av lítlu Føroyum at av​ lag​ast upp aftur meir í mun til restina av landinum? Á henda hátt fer frá​flyt​ ingin, sum vit í mong ár hava sæð í Suðurøkinum, bert at hal​da fram, og vit koma at missa heil ættarlið av fólki, ið annars høvdu havt møgu​ leika at búsett seg har. Hvar eru Føroyar? Tá tað snýr seg um viðurskifti ímillum lond, so vita vit, at kapp​ast verður fyri at vera fremri og betri innan ymisk øki. – Og, alt gott um hetta, um tað verður gjørt við virð​ ing fyri øðrum og á rætt​an hátt. Men, tað løgna er, at eisini innan​hýsis í londum er kapp​ ing ímillum økir, sum mang​ a​n viðførir, at eitt øki hevj​ ar seg upp um onnur, uttan at lagt verður so nógv í, um onn​ur øki í sama landi ikki klára seg ella fáa somu møgu​ leik​ar. Tí spyrji eg, um Suðurøkið ikki eisini eru Føroyar? Og, eiga ikki allir føroyingar allar Føroyar? Eiga tey, ið búgva norðan fyri Skopun​ar​fjørð ikki eisini Føroyar sunnan​ fyri, eins væl og vit sunnan​ fyri eiga Føroyar norðan fyri? Tá ein partur av landinum hevur fingið fast samband, eiga vit so ikki øll at arbeiða fyri, at restin so skjótt sum møgu​ligt skal fáa sama møgu​ leika? Eg undrist! Eg má siga, at eg undrist á mong teirra, ið ganga undan í landi okkara, sum ikki hugsa um allar Føroyar og virka fyri øllum landinum sum heild, men bert virka fyri sín​ um øki. Eisini undrist eg á, at Suður​oy​ar​politik​ar​ar ikki hava staðið sam​an við sand​ oy​ing​um í tunnils​málinum. – Tað hevði kanska longu verið koyr​andi til Sandoynna, um so hevði verið! Tað skuldi ikki verið nakar ivi, hvørki hjá Suður​ oy​ar​politikarum ella øll​um hinum politikarum okk​ara, hvar teir so búgva, at tað eigur at verða farið und​ir Sand​oya​r​tunnulin beinan​ veg​in. Ella – eru sandoyingar og suður​oyingar ikki verdir tær milliard​ir, ið tað kostar at fara undir fast samband suður​eft​ir? Nakað, sum eg helst ongan​ tíð komi at uppliva! Tá eg havi lagt hesar hugsan​ir fram, so veit eg væl, at eg sjálvur helst ongantíð komi at uppliva fast samband til Suðuroynna, tá hugsað verð​ur um tær prioriteringar, ið nú verða gjørdar á sam​ ferðslu​økinum. Tó, so vil eg leggja dent á, at eg eri ómetaliga takksamur fyri tann framburð, sum øll​ um landi okkara hevur ver​ ið fyri, tá vit hugsa um øldir​ nar frammanundan, ið vóru so kargar og tungar fyri for- fedr​ar okkara. Eg eri góður við alt land okk​ara og eri Gudi takksamur fyri, at mær untist at liva í ein​um tíðarskeiði við so góð​ um umstøðum, sum vit hava her á landi. Eg ynskti bara at leggja hes​ar tankar fram í sambandi við kjakið um tunlar, at vit ansa eftir, at vit ikki, eins og vit tíverri mangan gera í øðr​ um viðurskiftum, bert hugsa um okkara egna øki. Nei, latið okkum saman ar​ beiða miðvíst soleiðis, at allir føroyingar so skjótt sum gjør​ ligt fáa somu sam​ferðslu​møg​ u​leikar. Fylgið lívfrøðiligu ráðgevingini Marita Rasmussen Stjóri Løgtingið skal nú áseta fiski​ dagar fyri næsta ár og Føroya Arbeiðsgevarafelag mæl​ir til, at Løgtingið fylg​ir ráð​gev​ ingini frá Hav​stovu​ni. Føroyar eiga ríkar botn​ fiska​stovnar, serliga tosk, hýsu og upsa. Vegna nátturu​ givnar umstøður og van​ stýring, so eru toska- og hýsu​stovn​arnir niðurpíndir og úrslitið er hareftir. Tað er nær​um einki at fiska og fiski​ vinn​an, sum skal liva av ser​ liga hýsuni og toskinum ligg​ ur í andaleypi. Tað eru bert eini ráð, sum virka og tað er at lata fiska​ stovnarnar fáa frið at vaksa aft​ur til sínar optimalu stødd​ ir, og síðan fiska tær nøgdir, sum teir tá kasta av sær. Toskastovnurin við Før​ oyar er nú einans umleið 25.000 tons. Optimal stovns​ stødd er umleið 100.000 tons. Hýsu​stovnurin við Føroyar er nú einans umleið 17.000 tons, með​an optimal stovnsstødd er umleið 80.000 tons. Sjálvt um bert umleið 60% av tillutaðu fiskidøgunum eru brúktir tey seinastu árini, mæl​ir ICES til, at vit minka talið av brúktum døgum til toska​veiðu við 69%, umframt ikki at veiða hýsu í heila tik​ ið. Sjálvt um tilmælini frá ICES eru sera umfatandi, mælir Havstovan fiski​mála​ ráð​harra​num og løg​ting​i​ num til at fylgja “um​sit​ing​ ar​ætlanini”, sum varð gjørd, tá Johan Dahl var fiski​mála​ ráðharri. Um​sit​ing​ar​ætlanin legg​ur upp til eina stigvísa skerj​ing av fiskidøgunum, sum hevur til endamáls, at veiðu​trýst​ið skal vera rætt í 2016. Havstovan sigur tó eisini, at støðan er serstakliga vána​lig og tilmælir tí eina skerj​ing av brúktum døgum eftir toski og hýsu upp á 30 %. Fiskimálaráðharrin hevur aft​ur í ár valt, ikki at lurta eftir serfrøðini. Hann hevur skot​ið upp, at fiskidagatalið fyri næsta fiskiár skal vera óbroytt. Føroya Arbeiðsgevarafelag mót​mælir harðliga hesari av​ gerð. Føroyar mugu reka ein fiski​vinnupolitikk, har lurtað verð​ur eftir serfrøðini. Føroya Arbeiðsgevarafelag ásann​ar, at við munandi skerj​ ing av fiskidøgunum kemur fiski​vinn​an fyrst í eina enn størri kreppu, fyri síðani at finna eina javnvág við góð​ um fiskiskapi og lønsemi. Felag​ið er tó sannført um, at tað er alneyðugt, at vit velja eina kós, har fiskastovnarnir verða endurreistir, fyri síðani at fiska tað, sum serfrøðin met​ir kann veiðast úr botn​ fiska​stovnunum árliga. Gera vit tað, vil veiðan eftir botnfiski gerast nógv hægri enn í dag, fiskivinnan fer aftur at vinna pening, fiska​virk​ini fara at fáa nógv meir at gera og arbeiði verður til nógv fleiri hendur. Somuleiðis vil hetta føra til, at tað almenna fær nógv meira burturúr. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað ber ikki til at bíða longur, við at fremja tær neyðugu tillagingarnar av fiski​skapinum við Føroyar, sum serfrøðin mælir til.