mánadagur 5. august 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sexuelt misbrúk av børnum er
øðrvísi enn onnur lógarbrot
Røðan, sum Rigmor Dam, løgtingskvinna helt á Tinghúsvøllinum
leygardagin í sambandi við kravgonguna hjá »Verjið Børnini«
Rigmor Dam
løgtingskvinna
Fyrst fari eg at takk tykkum
fyri at skipa fyri hesum til
takinum. Tað er áhaldandi
neyðugt at varpa ljós á hetta,
fyri okkara samfelag, so sára
mál.
Einans soleiðis kunnu vit,
bæði sum offur, familjur og
land koma víðari.
Tit eru djørv at prika hol á
eitt so eymt mál sum seksuelt
misbrúk av børnum. Tað krev
ur dirvi at vera djørv, og prís
urin kann gerast høgur.
Tíbetur standa nógv fólk
saman um málið, so persónligi
prísurin ikki verður ov høgur
fyri hin einstaka. Her mugu
vit standa saman sum fólk.
Lat meg leggja fyri við
at vísa á, at vit í løgtingi
num
samstarva
tvørtur
um floksmørk við teimum
tiltøkum, sum eru í umbúnað
– líka frá broytingum við
víkjandi fráboðanarskyldu
ni í barnaverndarlógini til
at seta á stovn Barnahús og
at seta í verk heildarætlan
fyri kynsliga misnýtslu av
børnum, sum Annika Olsen
greiddi frá í síni røðu. Hetta
evnið er ov týdningarmikið
til
flokspolitiskt
agg
og
sjálvprofilering.
Siðilig og saklig!
Ein hin fremsta avbjóðingin
er at fara siðiliga og sakliga til
verka, so stríðið móti sexuell
um misbrúki av børnum fær
eina so breiða undirtøku sum
til ber.
Vit mugu fyri alt í verðini
sleppa undan eini heksajakt,
har ósek verða hongd út. Vit
hava upplivað tað her heima,
og man upplivdi í eitt nú
USA, har óteljandi ósek fólk,
fólk - foreldur, ommur og
abbar - vórðu handtikin og
dømd, tá hol kom á búldina
har yviri fyrst í 80’unum.
So nú er at standa saman,
halda høvdið kalt og hjartað
heitt.
Tí seinastu árini hava vit
verið vitni til óteljandi mál
um sexuelt misbrúk av børn
um í Føroyum. So nógv, at
man av røttum øtast!
Men tað, sum serliga ger
seg galdandi her í Føroyum
er eisini, at hetta er eitt evni,
sum til allar tíðir hevur verið
dult sum mannsmorð, eitt
tabu, sum hol nú er komið á.
Eins og katólska kirkjan,
har
beinagrindirnar
nú
rapla úr skápunum, vóru
Føroyar fyri fáum áru síðan
eitt siðbundið og mansdom
inerað samfelag, har bleytu
virðini, kenslur, sexualitetur,
kvinnuvirði og barnavælferð
komu í aðru røð, meðan
“roysni og brøgd at gera, teim
um á hjarta lá”.
Har var ikki lukkuligt at
fortelja tað, um tú hevði verið
fyri kynsligari misnýtslu, tí
tá rykkir tú teppið undan øll
um - ja, tú skuldi skammað
teg at tosa soleiðis um vaksin
fólk, nú vit akra høvdu tað so
gott!
Í dag er evnið fyrningar
freistin, sum Turið Debes
Hentze greiddi frá um í áni.
Eg skilji væl, at vit hava
fyrningarfreistir
í
rættar
skipanini. Hetta snýr seg um
rættartrygd, um orsøkirnar
til, at vit revsa fólk, og at tað
kann verða ómetaliga torført
at prógva eitt brotsverk, sum
árni líða, og tí verður tað orð
móti orði. Fólk verða tíbetur
ikki dømd eina út frá eini
vitnisfrágreiðing einans í
okkara parti av heiminum.
Eisini hevur atlitið til
offrið vigað tungt í mun til
hetta við at koma víðari í
lívinum. Also, at man ynskir
at verja fólk ímóti at brúka
óneyðuga nógva orku til at
spekulera upp á at melda eitt
mál, sum í flestu førum ikki
kann prógvast, og tí mest
sannlíkt fellir burtur.
Øðrvísi her!
Men her haldi eg tó, at mál
sum seksuelt misbrúk av
børnum er øðrvísi enn onn
ur lógarbrot, og meti tí, at vit
eiga at hyggja upp á fyrning
arfreistina í sambandi við
heildarætlanina um kynsliga
misnýtslu av børnum.
Her er tann sálarligi part
urin, at børnini ofta eru
kensluliga bundin av mis
brúkaranum, og at børn ofta
fortrongja tað ræðuliga fyri
at yvirliva, og at tað so kemur
fram aftur fleiri ár seinni, ella
tá tey sjálvi gerast foreldur.
Her er tað mentanarliga,
sum merkir, at hesi mál skaða
bæði tann seka, familjurnar,
bygdina, samkomuna – ja, tað
samlaðu heimsmyndina av
einum tryggum og kerligum
umhvørvi, sum vit so gjarna
vilja varðveita. Og tí eru hetta
mál, sum eru serliga torfør at
fara til løgregluna við.
Her er skommin, sum
merkir, at nógv børn og
ung halda seg vera viðsek í
brotsgerðunum. Tey skamm
ast kanska av at tey ikki
steðgaðu misbrúkinum, ella
av, at tey vóru við upp á tað.
Her er familjustøðan sum
ger, at offrini ofta rakna við,
tá tey sjálvi gerast foreldur,
og vilja verja síni egnu børn
móti einum misbrúkara í
familjuni, og tí meta tey, at
tíðin nú er búgvin at avdúka
og melda viðkomandi, fyri
at steðga misbrúkinum í
familjuni.
Og her er tíðarrákið, sum
merkir, at fólk hvønn einasta
dag verða meira upplýst um,
at seksuelt misbrúk av børn
um er ikki í lagi, og at til ber
at fáa hjálp at koma víðari,
eitt nú gjøgnum KRIS.
Hetta merkir eisini, at
mong vaksin fólk í dag liva
við djúpum, ólekjandi sárum,
í mongum førum í útlegd, tí
tað hevur kostað so nógv at
vera offur fyri misbrúki. Bæði
í mun til tilknýti til arbeiðs
marknaðin, partnarar, børn,
heilsustøðu og vandanum
fyri rúsmisnýtslu.
Tað kann vera torført at
koma víðari í lívinum, um
eitt menniskja ikki fær tikið
málið um kynsliga misnýtslu
upp – kanska saman við øðr
um offrum fyri sama gern
ingsmanni. Bæði fyri at forða
fyri endurtøkum og fyri at
fáa uppreisn.
So samanumtikið ber til
at siga, at okkurt talar fyri,
at brotsverk, sum snúgva
seg um seksuelt misbrúk av
børnum eiga at verða mett
øðrvísi enn onnur brotsverk
her í Føroyum. Tí eiga vit av
gjørt at hyggja upp á hetta
økið, nú farið verður undir
at gera eina heildarætlan
um kynsliga misnýtslu av
børnum.
Sum við so mongum øðr
um truplum málum er upp
lýsing vegurin fram. Fyrsta
stigið er tikið við at tøgnin
nú er brotin. Vit skulu læra
børn okkara at siga frá, og vit
skulu sjálvi gerast betri til at
boða frá, um vit gerast varug
við, at eitthvørt ikki ruggar
rætt hjá einum barni. Vit
skulu venja okkum við at seta
orð á kenslur og læra børnini
at seta mørk, so ongin vaksin
sleppur at gera seg inn á tey.
Eisini skulu vit bjóða vaks
num við seinárinum betri
sálarfrøðilig tilboð.
Her hava vit øll eina
ábyrgd, sum vit, við at fara
skynsamt, sakliga og siðiliga
til verka, kunnu vera við at
lyfta í felag.
Fyrningarfreistin er ikki
galdandi fyri dráp, men fyri
kynsliga misnýtslu.
Tá tú ger teg kynsliga inn
á eitt barn, sløkkir tú lívs
neystan í eygunum á barni-
num.
Tú rænir tað óspilta og
álitisvekjandi í sinninum á
barninum.
Tú plantar ótta og vónloysi
í hugaheimin á barninum.
So tað kann væl vera, at tú
ikki tekur lívið av barninum -
tú fert fetið víðari, og frátekur
barninum tað dýrabarasta av
øllum: Rættin at liva!