mánadagur 5. august 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyrningarfreistin skal burtur
Røðan, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna helt til á Tinghúsvøllinum í
sambandi við kravgonguna hjá »Verjið Børnini« leygardagin
Annika Olsen
Landsstýriskvinna
Góðu tit! Takk fyri at tit eru
møtt so fjølment til hetta
týdningarmikla tiltak.
Vit eru komin saman her í
dag at bróta tøgnina.
Vit eru komin saman her í
dag at verja okkara børn.
Og vit eru komin saman
her í dag um tann einfalda
boðskap um: AT tað er IKKI
í lagi at fremja kynsliga
ágang.
Tað er ein ræðulig sorgar
søga – ein rein tragedia –
hvørja ferð eitt barn er fyri
ágangi. Óteljandi fløggini
her á vøllinum ímynda hvør
sína sorgarsøgu, hvør sína
tragediu.
Aftan fyri hvørt flagg býr
eitt menniskjað úr kjøti og
blóði. Handan hvørja ímynd
er eitt livandi og leikandi
barn, sum fekk sín uppvøkst-
ur knústa í skelja sor. Sum
porcelen, ið verður tveitt
móti flisagólvi.
Uttan mun til hvussu
stóran ómak tú ger tær at
seta saman, so verða rivurnar
framvegis sjónligar. Kynslig
ur ágangur setur so ólekiligar
rivur, at tað mestsum er ófati
ligt.
Enn meira ræðandi er, at
vit helst enn bert hava sæð
toppin av ísfjallinum av kyns
ligum ágangi í Føroyum.
Minnist at eg júst hevði
sett meg í stólin sum lands
stýriskvinnu í almannamál
um, tá eg hevði tann stóra
heiður at hitta fyrrverandi
forkvinnu í danska barnaráð
num, Lisbeth Zornig Ander
sen.
Hon gav mær bókina
“Zornig”, sum hon hevði skriv
að um turbulenta barnalív
sítt uttan kærleika við hús,
men við kroniskum um
sorganarsviki,
kynsligum
ágangi og øðrum harðskapi.
Um ein pápa, sum regulert
hølvaði sín børn av og annað,
ið verri var.
Men í bókini er eisini
vónin. Tí tá Lisbeth júst er
vorðin tannáringur bjóðar
grannin – ein eldri lærari í
geografi – gentuni til kakao
og bollar. Í rúma tíð sleppur
Lisbeth at vitja, uttan truplar
spurningar
frá
tilkomna
parinum í grannahúsunum.
Har var bert næstakærleiki.
Hesar løtur gerast eitt
vegamót í lívinum hjá Lis
beth, sum í dag er ein vælút
búgvin og vælvirkandi kvin
na við fleiri børnum.
Verri enn so øll, eru so
heppin at hava ein vaknan og
kærleiksfullan granna. Verri
enn so øll, kunnu fortelja
eina søgu um eitt vegamót í
barnalívi teirra.
Verri enn so øll hava kent,
at onnur hava tikið ábyrgd
og hjálpt tær á veg í lívinum.
Tí tað er í grundini tað, hetta
snýr seg um.
At vit taka ábyrgd fyri
hvørjum
øðrum!
Kennist
tú við okkurt ófrættakent í
barnalívinum hjá granna tín
um, hjá vinkonuni hjá dóttur
tínari, ella hjá liðfelagnum
hjá soni tínum, so skal tú
taka ábyrgd.
Tað eru ymsir mátar at
taka ábyrgd uppá og ein av
hesum er, at siga frá – at boða
myndugleikunum frá, tí tú
sær. Ein annar góður máti er
at skipa fyri kravgongu fyri
at lata eyguni upp hjá fólki
fyri einum stórum trupul
leika. Takk fyri tað, tit øll,
sum hava staðið fyri at fyri
skipa hetta tiltakið.
Men eisini á politiska palli
num. Vit mugu eisini taka
ábyrgd. Ikki meira tos. Vit
mugu seta handlingar aftan
fyri føgru orðini!
Lat okkum vera geografi
lærarin í lívinum hjá øll
um teimum, sum eru fyri
kynsligum ágangi og teim
um sum hava verið fyri kyns
ligum ágangi.
Sum samfelag og sum
politiskur myndugleiki við
ábyrgd fyri okkara borgarum,
eiga øll segl at setast inn fyri
at fyribyrgja trupulleikan
við kynsligum harðskapi og
harðskapi annars í Føroy
um.
Í hesum sambandi vil eg
siga, at tað er ongin ivi í míni
sál um, at vit eiga at taka
fyrningarfreistina
burtur
í samband siðamisbrot og
kynsligan harðskap!
Tey, sum hava verið fyri
teirri vanlagnu, at verða út
sett fyri kynsligum harð
skapi skulu hava møguleika
alt lívið at fáa rættarliga upp
reisn og ikki sum i dag, at
eitt mál er fyrnað, tá man er
vorðin 28 ár.
Hetta eiga vit broyta skjót
ast gjørligt. Onnur átøk er
eisini ávegis:
Breið politisk semja er
um at gera eina heildarætlan
um kynsligan harðskap í
Føroyum. Politiskt er sem-ja
tvørtum floksmørk, at kyns
ligur ágangur skal steðga.
Heildarætlanin skal við
gera tey átøk sum eru neyðug
fyri at fyribyrgja og viðgera
seinárin
eftir
kynsligan
ágang. Her tosa vit um átøk
bæði fyri tey misbrúktu og
teirra avvarðandi, umframt
viðgerðartilboð fyri skemm
aran og hjálp til familjur
teirra.
Seinni í ár letur fyrsta
Barnahúsið upp í Føroyum.
Heldur enn børn, ið hava
verið fyri kynsligan harð
skap skulu reika ímillum
myndugleikar,
frá
sálar
frøðingi, til løgreglu, til lækna
v.m. so skulu hesir myndug
leikar koma til barnið og gera
tær neyðugu kanningarnar
undir barnavinarligum um
støðum.
Skipanin við barnahúsum
er væl kend í okkara granna
londum og hava øll granna
londini fingið stovnsett tílík
ar skipanir við barnahúsum
við góðum úrslitum.
Somuleiðis gera vit ta
broyting, at tá barnaverndar
tænastan fær eina fráboðan
um t.d. kynsligan ágang, so
skulu tey seta kanning í verk
innan 24 tímar. Hesa broyting
gera vit, tí skjót hjálp er góð
hjálp.
Haraftrat verður skipan
við
barnaumboði
sett
á
stovn, at tryggja rættindum
hjá okkara børnum. Í hes
um liggur eisini at styrkja
rødd barnanna í almenna
rúminum, at geva okkara
børnum eitt talirør, so umstøð
urnar kunnu gerast betri við
barninum í miðdeplinum.
Við hesum átøkum vóni
eg, at vit koma longur á leið.
Við hesum átøkum taka vit
størri ábyrgd. Við hesum
kunnu vit vera við at bróta
tøgnina.
Við hesum eru vit eisini
við at verja børnini!
Takk fyri!