týsdagur 6. august 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Ein ótrúliga góð kensla
Tað sigur Livar Nysted, sum mánadagin seinnapart setti nýtt heimsmet við at rógva úr Australia til Mauritius eftir
57 døgum, sum er tveir dagar færri enn undanfarna metið. - Nú skal verða gott at slappa av í nakrar dagar, sigur
Livar Nysted
Leo Poulsen
Tað var ein góð kensla, ið
Livar Nysted sat við, tá hann
var komin á land á Mauri
tius.
– Kenslan kann ikki sigast
við orðum, men tað er ein
ótrúliga góð kensla, sigur
Livar Nysted.
Tað hevur sett síni spor at
rógva ein so langan tein.
– Eg eri ógvuliga móður og
troyttur, men tað er ein góð
møði. Tú koyrir í einum slagi
av rúsi beint í løtuni, men eg
eri troyttur, tað eri eg, sigur
Livar Nysted.
Tað hevur verið útvið
tveir mánaðir av konstantari
rógving.
– Vit hava róð meðan øll
føroyska kapprógvingin hev
ur staðið upp á, so tú kanst
ætla, at tað hevur verið hart,
sigur Livar Nysted.
Talan hevur verið um
57 dagar á sjónum og 6500
kilometrar hjá Livari Nysted
og hinum báðum monnunum.
– Eg dugi ikki at siga, hvar
styrkin kemur frá, men hetta
er nakað, eg tími ógvuliga
væl og nakað, sum mær
dámar væl. Men styrkin at
gera tað. Tú skal heilt vist
vera rættiliga tvørur, men
um tú tímir tað, tú fer í holt
við, so skal tað nokk ganga,
sigur Livar Nysted.
Hann heldur, at talan er
um eitt stórt ævintýr.
– Tað hevur verið ógvuliga
spennandi, og eg haldi, at
hetta hevur verið akkurát
nakað fyri meg, sigur Livar
Nysted.
Ivi var sáddur um Livar
og hinir báðir veruliga høvdu
sligið heimsmetið, men har
er Livar ivaleysur.
– Vit hava tosað við Ocean
Rowing Society, og hava
fingið at vita, at heimsmetið
er góðtikið. Vit komu ikki á
somu strond, har undanfarnu
methaldararnir komu, men
tað er bert fáar kilometrar
haðani. Men tað er stórur
munur á kortini, tí teir, sum
settu metið í 2009, róðu
tvørtur um eina linju, sum
var sett millum tvær oyggjar,
meðan tað varð kravt av
okkum, at vit skuldu rógva
heilt á land, sigur Livar
Nysted.
Hetta forðaði teimum tó
ikki í at seta nýtt heimsmet.
Hálvt kilo av sjokolátu
Tað var mánakvøldið, at
Heri Simonsen fekk orðið
á Livar Nysted, og hann
segði, at teir ætla sær at
rógva hesar fáu kilometrar
týsmorgunin.
– Tað skal eingin ivi verða
Livar Nysted var umborð á 8,8 metur langa bátinum Rio í góðar 57 dagar
Her eru Livar og hinir báðir umborð á bátinum Trio júst komnir í land í Grande Baie á Mauritius, eftir at hava siglt slakar 7.000 km í góðar 57 dagar
Myndir: trip.fo