týsdagur 6. august 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
um, at vit ætla at koma á tað
staðið eisini, staðfestir Livar
Nysted.
Kona Livar, Svanna Ny
sted, var farin alla ta longu
leið til Mauritius at taka
ímóti manninum.
– Tað var fantastiskt at
síggja hana standa har. Nú
var tað myrkt, tá vit komu
til lands og tað var á einari
strond, har vit máttu vassa
í land, og nógv fólk var har.
So tað var eitt sindur serligt,
sigur Livar Nysted.
Teir slappaðu av mána
kvøldið, men fóru so aftur í
bátin týsmorgunin.
– Bara fyri at rógva tað
seinasta strekkið, fyri okkara
egnu skuld eisini, so eingin
skal seta spurnartekin við,
um vit hava róð allan vegin
ella ikki. Men Ocean Rowing
Society hevur ringt til okkum
og ynskt okkum tillukku við
heimsmetinum, sigur Livar
Nysted.
Tað krevst góður kostur
at rógva ein so langan tein.
– Tað var eitt sindur keði
ligt, men eg kann siga tær, at
vit høvdu 2000 sjokoláta
stengur við okkum, mars og
snickers. Og vit høvdu rokna
tað út at skula vara í tríggjar
mánaðir, men tað er alt etið
upp við rubb og stubb, vit
ótu tað síðsta í dag, sigur
Livar Nysted.
Hin føðin hevur verið
turrfóður, sum teir hava
blandað upp við vatn, og teir
hava etið rættiliga nógv á
ferðini.
– Vit hava etið eitt hálvt
kilo av sjokolátu um dagin,
og fleiri døgurðar, so vit
hava etið nógv, sigur Livar
Nysted.
Men tú forbrennur nógv
undir einum slíkum túri, og
tí er eisini neyðugt at eta
nógv.
Saknað føroyskan mat
Tað eru ikki tær villu ætl
anirnar, ið liggja fremst í
huganum hjá hvannasunds
manninum.
– Fremsta ætlanin hjá
mær er at koma aftur til
Føroya. Beint nú hugsi eg als
ikki um rógving, men bara
um at slappa av. Í morgin skal
eg so hava seinasta strekkið
upp á pláss, og síðani er
ætlanin at njóta nakrar
dagar her niðri, áðrenn leiðin
verður løgd heim til Føroya
aftur, sigur Livar Nysted.
Hann hevur saknað før
oyskan mat á ferðini.
– Eg havi saknað grind og
ræstan fisk á ferðini, so tað
verður okkurt sovorðið, eg
fari at forlanga, tá eg komi
heim, sigur Livar Nysted.
Hann takkaði eisini fyri
lukkuynskini, ið Heri Sim
onsen sendi vegna Miðla
húsið og Rás2.
– Eg má takka tykkum
fyri, at tit hava tímað at
varpa ljós á hesa ferðina,
sigur Livar Nysted.
Hann nýtti eisini høvið at
senda eina heilsan heim til
mammu sína, systkinini og
ikki minst til børnini.
– Eg gleði meg ótrúliga
nógv at síggja øll aftur, og
um nakrar dagar verði eg so
eisini heima í Føroyum aftur,
sigur Livar Nysted, sum
hevur sett nýtt heimsmet
við at rógva frá Australia til
Mauritius eftir 57 døgum,
sum er tveir dagar minni,
enn ein manning upp á átta
setti í 2009.
Túrurin um
Indiska Havið
Túrurin byrjaði á vestur síðuni av Australia í
býnum Geraldtonm, sum liggur smáar 400
kilometrar norðanfyri Perth. Málið var Port
Luis á oynni Mauritius, ein teinur uppá 6500
kilometrar á opnum havið. Umframt Livar
taldi manningin umborð á bátinum RIO, ið
er 29 føtur, eisini Maxime Chaya úr Libanon,
sum var skipari á túrinun, og Stewart í ein 33
ára gamal bretið og Livar.
Teir báðir Stewart og Livar hava áður róð
um høv, men tað hevur Maxime ikki. Hann
hevur hinvegin verið á øllum teimum hægstu
tindunum í teimum sjey heimspørtunum,
umframt at hann hevur verið á bæði suður-
og norðurpólin.
Um Livar
Livar Nysted (1970) býr í Hvannasundi, er
giftur Svannu og tey eiga fýra børn, Jónu,
Joan, Tóru og Ronju. Livar hevur róð kapp í
mong ár og hevur millum annað vunnið trý
Føroyameistaraheiti. Men tað er fyri túrarnar
á víðopnum havi, at Livar er vorðið eitt
kent andlit í Føroyum. Í 2005 royndu hann
og tríggir vinmenn at rógva til Hetlands.
Henda royndin miseydnaðist, tí teir máttu
gevast vegna veður bara 18 fjórðingar frá
málinum. Í dag, átta ár seinni, hevur Livar
róð tvær ferðir um Atlantshavið. Fyrra ferðin
var umborð á Artemis Investments frá New
York til Scilly Oygjarnar í 2010, har teir settu
tvey heimsmet. Seinni túrurin var fyrr í ár, tá
hann saman við sjey øðrum róði av Kanarisku
oyggjunum til Barbados. Nú hevur hann so
róð tvørtur um Indiska Havið – eisini her var
Livar við at seta heimsmet.
RIO á víðopnum havi
Maxime, Livar og Stewart