Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Eirikur Lindenskov Seinastu dagarnar hevur ver­ið arbeitt dúgliga við at bygg­ja nýggju tjaldbygdina í Klaks­vík. Tjaldbygdin verður bygd til Summar Festivalin, sum verður hildin komandi dagar­nar, og tjaldararnir fáa innivist á grønari fløtu mitt í býnum – og mitt á festival­ øki­num. Í tjaldbygdini verður pláss fyri fleiri enn 500 tjaldar­um, og øki eru sett av til bæði ung­dómstjalding og familju­ tjald­ing. – Vit gera eina hugnalig bygd, har tað verður gott at verða, og har tað verður pláss fyri familjum og fyri ung­ dómi, sigur Ragnhild Ellings­ gaard, sum er ein av teimum, sum hevur staðið fyri at gera nýggju tjaldbygdina. – Nú gleða vit okkum til, at festivalurin veruliga byrj­ar, og at tjaldarar flyta inn. Tá rokna vit við einum sera góðum stemningi her í bygdini, sigur hon. Nogv gjørt burturúr Mitt í tjaldbygdini verður felags­øki við stórum tjaldi, mat­sølu og annað, og síðani verð­ur økið býtt eitt sindur upp í familjutjalding og ung­ dómst­jalding. Í stóra Tipi tjaldinum, sum er mitt í tjaldbygdini, verður møgu­leiki at keypa sær okkurt til matna og okkurt lesk­andi, og har verður eisini ein pallur, sum av og á fer at bjóða live- tónleik og framførslur. Eisini fara tveir frisørarar at halda til í tjaldi­num, og tey, sum hava brúk fyri fáa sett hár ella lagt make-up av nýggjum, kunnu vit­ja innar til frisørarnar. Nógv er gjørt fyri at fríðka um økið. Gøta er gjørd gjøgnum bygdin, litperur eru hongd­ar upp, listamaðurin Jan Nystrøm hevur gjørt kend­ar tónleikarar úr træi, og annað er eisini funnið fram og evnað til, so at bygd­ in verður hugnalig og inn­ bjóð­andi fyri tjaldarar og gest­ir annars. Enn eru tjaldpláss eftir í nýggju tjaldbygdini, og tey plássini fáast við at venda sær til Norðoya Kunn­ingar­ stovu. Eisini fáa fólk, sum ikki búgva í tjaldbygdini, møgu­leikan at vitjan innar – tað verður gjørt við serligum atgongu­merkjum, ið kunnu keypast við inngongdina. Eirikur Lindenskov Ein góður festivalur snýr seg ikki bert um tónleik á palli. Tað snýr seg eisini um upplivingar av øðrum slagi – og ein av teimum er møgu­ leikin at fáa sær okkurt gott at eta. Gamalt var á summar­ stevnum, at tað skuldi ber til at fáa sær eina pylsu á einum gøt­u­horni, og tað ber eisini til á Summar Festivalinum. Men harafturat hevur Summ­ar Festivalurin nógv og fjølbroytt matartilboð til sínar gestir, og í ár verða fleiri tilboð, sum ikki áður hava verið á festivalinum. Nýggj eksklusiv matstova fer at halda til í garðinum við Tele­búðina, og har verður útsýn­ið gott inn á stóra pallin á Vágsbøi. Á nýggju mat­stovuni verður carvery buffet, tey kalla, umframt kaku­borð. Í Kappróðrarneystinum verð­ur eisini matstova, og har verður millum annð fyrsta­floks lambskjøt borð­ reitt fyri gestunum. Harafturat verða nógvar sølu­búðir og matarstøð á festival­økinum, og eingin nýtist ganga svangur á festi­ valinum. Ragnhild Ellingsgaard, Annika Steintórsdóttir, Heri Schwartz Jacobsen og Bárður Juul Arge Jacobsen hava verið við til at byggja nýggja tjaldbygdina á Summar Festivalinum Mynd: Eydbii Myndir Nýggj matstova verður beint við Vágsbø við útsýnið inn á stóra pall Mynd: Eydbii Myndir Tjaldbygd í býnum Nýggja tjaldbygdin á Summar Festivalinum er nú av álvara farin at taka skap. Nú manglar bert, at mongu tjaldararnir í øllum aldri flyta til bygdina Nýggjar matstovur á Summar Festivalinum Fyrstafloks lambskjøt, carvery buffet, sushi og kakuborð eru millum matartilboðini á Summar Festivalinum