týsdagur 6. august 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Eitt ættarliðsskifti er ávegis. Ungfólk keypa
plátur og plátuspælarar við fullari ferð.
Fleiri handlar hava trupult við at nøkta
eftirspurningin, og hjá fleiri innflytarum er
eingin plátuspælari á goymslu. Hetta hóast
úrvalið ongan tíð hevur verið størri enn tað
sama. Í Bretlandi stríðast tey av øllum alvi
at gera nóg nógvar spælarar til støðugt
vaksandi marknaðin, og nógva staðni eru
fólk á bíðilista, tí tey vilja hava RP3, sum er
metseljarin hjá Rega.
Okkurt sigur mær, at hetta eisini verður
støðan við RP8, sum ikki bara er dýrasti
spælarin hjá Rega, men sum eisini hevur
eitt tað mest nýskapandi sniðið, sum vit
hava sæð. Roy Gandy hjá Vega hevur altíð
verið forsprákari fyri, at ein plátuspælari ikki
nýtist at viga 30 kilo ella at hava framkomna
fjaðraskipan fyri at ljóðið skal verða tað
besta. Ein stívur kassi við lágum massa er
ofta betri. Saman við einum góðum tónaarmi
er grundin til eitt kostnaðarnyttugt og
væl ljóðandi sniði lagað. Og fleiri Planar-
grammofonir frá Rega hava prógvað, at
uppskriftin riggar.
Og hetta sæst betur enn nakrantíð við
nýggja Rega RP8. Her er plátuspælarin
býttur upp í innara og ytra chassis. Sum so
ikki serliga originalt, men loysnin hjá Rega er
sjálvandi ikki tann sama, sum onnur nýta.
Serstøk loysn
Tey bæði chassis’ini hava einki samband við
hvørt annað, og tey hava hvør sína uppgávu.
Ytri kassin hevur bert eittan endamál, og tað
er halda dustlokinum upp á pláss. Hartil er
hann sniðgivin, so hann líkist einum svørtum
RP6.
Lyftur tú lokinum sæst alt fyri eitt, at
hetta er nakað serligt. Innan er ein ramma, ið
er skorin til, so hon líkist tveimum trianglum,
ið liggja oman á hvørjari aðrari. Massin er
sera lágur. Ikki bert tí Rega hevur skorið alt
óneyðugt burtur, men eisini tí ramman er
gjørd úr serliga løttum tilfari. Ein skúmkjarna
av polyolefin er klødd við fenol og styrkt við
eini fenl- og magnesiumrammu í erva og í
neðra.
Hetta sandwich-sniðið vigar bert 1/7 av
tí, sum ramman í einum Rega P3, og hon er
samstundis stívari og meira deyð. Resonansir
– eisini av ljóðbylgjum – verða doyvdir
betur, og tá dustlokið ikki nertir við innaru
konstruktiónina, kann tað nýtast alla tíðina,
uttan at hetta ávirkar ljóðið.
Plátuspælarin kann nýtast uttan ytru
rammuna, men tá er nálin ikki vard. Við í
kassanum er eisini ein TT PSU løðari við 33
1/3 og 45 ferðskiftara, sum rekur ein 24
volt motor uttan bustir. Plátuspælarin hevur
nyggja RB808 tónaarmin hjá Rega, sum er ein
víðarimenning av nýggju konstruktióninii við
góðari tolerancu og betraðum upphangi. Ein
serligur kaðal, sum Rega hevur ment, hongur í
endanum á armstøðini.
Ein lamineraður glasdiskur, har massin
í miðuni er so lágur, sum til ber – meðan
massin ytst á diskinum er so høgur, sum
gjørligt – hvílir á einum reimdrivnum innara
diski úr lættmetali.
Upploysn og dynamikkur
Plátuspælarin sjálvur kostar á leið 17.000
krónur. Ein sera kappingarførur prísur, um
sammett verður við onnur í sama flokki.
Hann fæst eisini við framúr góðu Apheta
MC-pickup. Hesa hevði okkara test-eintak,
og tá er prísurin á leið 24.000 krónur, og
tað er framvegis sera kappingarført. Til
sammeting kostar in Linn Majik KP12 25.000
krónur, og er pickup’in munandi verri, eins og
tónaarmurin er væl einfaldari.
Vit settu plátuspælarin til somu útgerð,
sum vit nýttu til tríggjar ferðir so dýra
McIntosh MT10. Japanska stoypingni av Love
Over Gold hjá Dire Straits varð sett á, og
skiftið millum MT10 og RP8 gav eina ikki so
lítla aha-uppliving. Autoriteturin og fyllan hjá
McIntosh hvarv, men ístaðin kom eitt hvassari
fokus og betraðir smálutir í ljóðmyndini.
Tað tykist, sum er ljóðmyndin hjá Rega
nakað tynri. Hitin í guitarspælinum var
burturi, og vokalurin var nakað ljósari, men
tað munaði væl, tá trummuspælið kom fram.
Dynamikkurin í ljóðinum var fantastiskur!
Vektin handan trummutónarnar var munandi
størri, og dynamikkurin var nógv betri enn á
spælaranum hjá McIntosh.
Tónala javnvágin er kanska løtt við fokus
á innligt, smálutir og dýpi. Opna ljóðmyndin
gevur ikki bert innlit, men eisini eina
3D-effekt, sum tú snøgt sagt kanst gloyma,
tá talan er um MP3-fílur. Í diskantinum er
pickup’in hjá Rega fínari og fjølbroyttari
enn Clearaudio-klónan, sum McIntosh nýtir.
Strúkarar ljóða klárari, meðan cello og
kontrabassur tykjast lættari. Hetta tí Rega-
spælarin ikki megnar somu fyllu og hita, sum
MT10 klárar.
Meðan lurtað verður eftir uppsamlingini
Quit Winter Night frá 2L við Hoff Ensemble
og øðrum listafólkum hugsaði eg um, hvussu
nógv luft var undir tónunum frá lp’ini.
Minstu frávikini gjørdust ein týðiligur partur
av ljóðmyndini: Eg hoyrdi Helen Bøksle
anda millum orðini, vokalurin hjá Sondre
Bratland vóru sólarklárir, og eg svørji uppá,
at eg hoyrdi, meðan dropar av spýtti raktu
messingið á trompetini hjá Mathias Eick.
Knallandi skjótt kemur frapperandi
dynamikkurin til sjóndar. Vánaligar
innspælingar gerast betri við RP8, tær góðu
gerast fantastiskar. Hóast plátuspælarin altíð
gevur eina kritiska og greinandi ljóðmynd, er
hann samstundis nóg neutralur, soleiðis at
tónleikurin eisini livur sítt egna lív. Hann gerst
ikki tvørur og forðandi, bara tí lp’in er vánalig.
Tónleikurin flýtur lætt. Eingin forðing
tykist vera, og alt tykist sum eitt spæl
hjá Rega-spælaranum. Trios Still Live hjá
Keith Jarret verður ein sonn njótan. Smáu
nertingarnar við whiskarunum eru metal-
kendar og vektleysar í senn. Kontrabassurin
togar væl í brøkurnar, og spælið hjá Jarret
flýtur úr Steinway flyglinum sum heitur
hunangur. Við tónleikinum í hásæti er tøknin
ikki so týdningarmikil, og Rege RP8 er eitt
dømi í so máta. Her er tøknin skapt fyri
tónleikin, og ikki bert fyri tøknina sjálva.
Væl givnir pengar
Yvirskipaða málið, sum skal røkkast, minnir
meg um eina Formel 1 kappkoyring. Alt
snýr seg um at verða fyrstur á mál. Hvør
smálutur hevur týdning. Soleiðis upplivi
eg esini Rega RP8. Einki er av tilvild. Og so
er hetta eisini ein tann best gjøgnumførdi
plátuspælarin, sum eg havi roynt. Hetta er
ikki ein grammofon til teirra, sum gerast heit
av forkromaðum stáli, gjøgnumskygdum
og blankum akryl og stórari vekt. RP8 er
ein plátuspælari til brúkaran, sum einvíst
hugsar um at fáa sum mest av tónleiki burtur
úr rillunum, og sum fegin vil gjalda eyka
fyri hetta – tó at hann ikki vil gjalda fleiri
mánaðarlønir. Mált eftir hesum er Rega ein
av teimum hig-end(-ish) spælarunum, sum
avgjørt gevur tær størst virði fyri pengarnar.
Minst til: Einki er av tilvild. Tað hoyrir tú alt
fyri eitt.
Formel 1
í menning
Við merkisverdari og framúrskarandi sniðgeving
hevur Rega ment ein plátuspælara, sum
ljóðar fult so væl, sum hann sær út
Lasse Svendsen
SERLIGA
VIÐMÆLT
22.995 kr.
samsung.dk
Meting
★★★★★★
+
-
Opin og fokuserað
ljóðmynd. Høgur
dynamiskur kontrastur
Einastandandi tøkni
Sær mest sum ov
bíligur út
Vegleiðandi prísur: