týsdagur 6. august 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Børn hjá familjuni
– ikki statinum
Jóhan Bech Húsgarð
Uppskotið hjá Jóhan Dahl,
landsstýrismanni í Vinnu
málum, at leingja barnsburð
arfarloyvið úr 38 upp í 52 vik
ur styrkir leiklutin hjá for
eldrum at uppala egin børn.
Men aftan á 52 vikur tekur
staturin við og foreldrini fara
aftur til arbeiðis.
Nógvar familjur velja í
dag longri farloyvi enn 38
vikur uttan samsýning fyri at
hava barnið heima, tí tey
halda tað vera ov lítið til
vøggustovu.
Tey velja familju og uppal
ing fram um lønarinntøku.
Tað krevur nógv at uppala
eitt barn, serliga tá foreldur
eisini arbeiða úti.
HUXA heldur at foreldur
og ikki staturin eiga at hava
størsta leiklutin, tá eitt barn
veksur til. Flestar familjur
duga betur enn stovnar og
statur at ala síni børn.
Hví ikki geva foreldrum
frælsi til at velja, hvar barnið
verður uppalt?
Men so má ansingarskip
anin broytast soleiðis, at
pengarnir fylgja barninum
og ikki stovninum.
Hvørt ansingarpláss kost
ar uml. 10.000 kr um mánað
in. (Foreldur rinda 2.000 og
kommunan 8.000 kr).
Um
pengarnir
fylgdu
barninum, høvdu foreldrini
havt ráð til at valt, nær og
um barnið skuldi farið á
stovni ella var heima longst
gjørligt.
Foreldur ynskja sínum
barni tað besta. Um stovnar
er tað besta fyri barnið, so
høvdu vøggustovur og barn
agarðar fullir. Um ansing
arstovnarnir fyltust uttan
tvingsil, var tað, tí foreldrini
hildu, at tað menti tey bestu
virðini fyri barnið.
Javntvang
Uppskotið hjá Jóhan Dahl
miðar eftir at tvinga 50-50
býti av farloyvinum millum
foreldur.
Sjálvsagt eigur familjan og
ikki hitt almenna at avgera,
um barnið skal vera saman
við mammu ella pápa sínum,
ella hvør skal vera við hús.
Tað er ikki javnstøða at
noyða foreldur at vera í bars
ilsfarloyvi líka leingi.
Heldur átti dentur at verið
lagdur á at geva kynunum
møguleika at velja sjálvi
hvussu mamman og pápin
skulu býta vikurnar sína
millum.
Meira tunnilsprát
Jákup Mikkelsen
løgtingslimur
Tunnilsprátið í hesum
døgum blívur alsamt meira
og meira skemtiligt. Tað
seinasta nýggja er at Poul
Michelsen boðar frá fyri
spurningi til løgmann, har
spurt verður um, hvat landið
ætlar at brúka partapeningin
í Vága- og Norðoyatunnlinum
til.
Svarið er sera einfalt.
Hesin peningur er ikki til
sum tøkur peningur, hann
er brúktur til at útbyggja
føroyska vegakervið og fáar
almennar íløgukrónur eru
brúktar á skilabetri hátt.
Poul Michelsen kundi eins
væl spurt hvat landið ætlar
at gera við tann pening, ið á
sinni varð brúktur til Oyggj
arvegin, Gomlurætt ella sum
gjald fyri Smyril. Spurning
urin er púra meiningsleysur.
Landið eigur nógv part
abrøv í ymiskum feløgum.
Hesi
mongu
feløg
hava
greiða
endamálsgrein.
Almennu partbrøvini í Før
oya Tele, Atlantic Airways,
BankNordik osfr, er landsins
ognarlutur í feløgum, ið reka
framhaldandi
vinnu
við
vinningi fyri eyga. Tí fær
landið eisini vinningsbýti
frá hesum feløgum og hesi
partabrøv eru eisini umset
ilig. Øðrvísi er við partapen
inginum í Norðoya- og Vága
tunlinum. Her er talan um
íløgu í føroyska vegakervið.
Endamálið er ikki at forrenta
almennan innskotspening,
men at forrenta og afturrinda
lánikapital, tí landið vildi ikki
bera allan kostnaðin av tunl
unum. Neyðugt varð sostatt
við bummgjaldi og tí vórðu
partafeløgini stovnað.
Viðmerkingarnar til tunn
ilslógirnar eru púra greiðar
og sjálvandi atkomiligar á
netinum. Tí skal tað ein ser
stakliga góður vilji til at mis
skilja, hvat endamálið var við
teimum 395 mió, ið landið
setti í báðar tunnlarnar.
Eingin kann forða løg
tinginum at lóggeva móti
gjørdum avtalum og veðseta
Norðoya- og Vágatunnilin til
frama fyri aðrar verkætlanir.
Men slíkt avtalubrot verður
ikki framt uttan svørðslag.
Nú eitt av starvsfólkum okkara ynskir at royna
aðrar leiðir, søkir Samskip eftir starvsfólki
til útflutningin, at byrja skjótast gjørligt.
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum
og dugnaligum persóni, sum:
· dámar at arbeiða við nógvum uppgávum í senn,
tó í einum skipaðum bygnaði
· er áhugað at læra, og seta seg inn í nýggjar uppgávur
· er altjóða hugað, og dugir at tosa og skriva enskt
· helst hevur hóskandi útbúgving og royndir
· er positivt, og dugir væl at samstarva.
Uppgávurnar, sum snúgva seg um
bæði sølu og avgreiðslu/bókingar, eru
mangar og spennandi. Til dømis at:
· gera tilboð/prísir til kundar
· avgreiða/bóka ordrar og uppfylging
· klárger av útflutningsskjølum
· søluarbeiði og uppfylging.
Løn sambært avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, ert
tú vælkomin at tosa við Christian Danielsen, stjóra, á
telefon 30 88 11 ella 23 88 11. Tú kanst eisini senda
ein teldupost til christian.danielsen@samskip.com.
Umsóknir við prógvum skulu verða okkum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 23. august 2013. Tær skulu
sendast til christian.danielsen@samskip.com, ella:
Samskip
Yviri við Strond 23
Postsmoga 3255
FO-110 Tórshavn
Att: Christian Danielsen
Starvsfólk til útflutningin hjá Samskip
Samskip í Føroyum eru partur av altjóða flutningsfyritøku við sama navni, sum tilsamans hevur
eini 1.250 fólk í starvi. Í føroyska partinum av Samskipum starvast okkurt um 60 fólk. Í Kollafirði eru
frystigoymsla og farmastøð okkara til innflutning og útflutning. Høvuðsskrivstovan er í Tórshavn.
Yviri við Strond 23 · postsmoga 3255 · FO-110 Tórshavn
tel.: 30 88 00 · faks: 30 88 01 · teldupostur: torshavn@samskip.com