Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Grágásin – er hon ótolandi plága? – ella kærkomið og virðismikið tilfeingi? Tað veldst um hvussu vit røkja stovnin! Andrias Reinert Fyri ikki so mongum árum síðan sást grágás bert vár og heyst í Føroyum. Tað vóru íslendsku gæs­ nar, sum á heysti í stórum flokkum høvdu kós móti Bretlandi, og á vári leitaðu norður aftur til búplássini. Grágásin og somuleiðis Íslandsgásin (Heiðagæs) hava verið í stórari menning i grannalandinum fyri norðan, og eini 100.000 grágæs hava verið í Íslandi á heysti. Stovnurin av Íslandsgás er væl størri, mettur til 230.000 fuglar. Hetta gásaslag eigur eisini í Eysturgrønlandi. Brand­gæsnar úr Eystur­grøn­ landi, eini 30.000 í tali støðga á í Íslandi vár og heyst, og síggjast stundum her hjá okkum. Í frálíku myndarøðini um ”Náttúru Íslands”, sum eisini varð víst í sjónvarpinum her, varð m.a. sagt um grágásina, at hóast onkur hevur fortreð av henni, serliga har nýliga er dyrkað, er”vert at leggja sær í geyma, at gás er nyttufuglur, av ediligastu veiðifuglum og smakkar óføra væl. Gása veiðitíðin er um heystið og tjúgundi august er fyrsti veiðidagur (20. august til 15. mars). Hóast gás er friðað um várið, verður hon onkuntíð skotin tá eisini. Til tað er bert at siga at neyðugt er tá at fáa undantaksloyvi at skjóta, har grágás er til stóran ampa”. Í 2010 vórðu skotnar í Íslandi: 45.428 grágæs 17.114 íslandsgæs 1.291 brandgæs 421 korngæs úr Grønlandi 64.654 villgæs íalt. Meginparturin av hesum gás­um leita til Bretlands og Írlands um veturin. Í Bretlandi er loyvt at skjóta villgæs frá 1.september til 31. januar (niðanfyri fjørðu­mark til 20. februar). Bretar hava ikki so góð hagtøl um gásaveiðu sum Íslendingar. Ein meting er at árliga veiðan er um 16.000 grágæs 16.000 íslandsgæs 25.000 canadagæs 57.000 villgæs íalt Onkur annar heldur at bretar skjóta líka nógvar grágæs sum Íslendingar Tað er tí bert tá hesar gæs støðga á í Føroyum at tær eru ”totalt friðaðar” – so vita vit tað. Hjá okkum verður mest sum bert tosað um antin at ”friða” ella”oyða”, og tað haldi eg lítið um, fyri at siga sum er. Í staðin áttu vit at roynt at ”hildi hús” við náttúru ríki­ døminum sum frægast. Gæsnar sum eiga í Føroyum Síðan grágásin aftur fór at eiga í Føroyum hevur hon ment seg óføra skjótt, serliga seinastu árini, og er nú meira og minni til ampa hjá mong­ um, sum royna at fáa nakað burtur úr okkara kørgu jørð. Sýslumaður, ”pressan” -og nú eisini politikarar ”ressast ” nú við. Hetta er tó als ikki nakað serstakt fyri Føroyar, tí júst tað sama er hent á mongum av oyggjunum kring Bret­ land, eitt nú á Orkney­oyggj­ um, Coll, Tiree, Islay, Uists, og í Hetlandi. Somuleiðis er grágásin til stóran ampa á oynni Texel og fleiri av Frísisku oyggjunum í norður Hollandi. Suðuroyggjar ella Orkneyoyggjar Grágásin kom aftur at eiga í Orkneyoyggjum seinast í 1970 unum. (sí mynd). Lítið nørdust tær fyrstu árini, men so skjótt hevur gingið í hesi øld, at eini 10.000 gæs vóru í oyggjunum á heysti í 2008, áðrenn teir stóru gásaflokkarnir vóru komnir norðani frá, og í august 2012 vóru taldar 21.367 grágæs í Orkneyoyggjum. Hesar mongu støðufastu gæsnar eru nú vorðnar til so stóran bága fyri landbúnaðin, at ein roynd varð gjørd í fjør (2012) at minka um grá­ gásastovnin: Avrátt varð at skjóta 5.500 av gæsnum sum eiga í oyggjunum, og tað skuldi gerast í september, áðrenn tær stóru gásaflokk­ arnir komu úr Íslandi. Vanir veiðumenn á stað­ num skuldu standa fyri hesi týning, undir eftirliti av ymiskum mynduleikum eitt nú Scottish Natural Heritage. Hesar 5.500 gæs er tó lítið í mun til stóra talið av gásum, sum árliga verða skotnar í oyggjunum úr flokkunum av ferða-gæsnum, sum seinni koma norðani frá. Á heysti 2010 taldu teir 80.000 gæs. Tað eydnaðist tó bert at skjóta 3.191 gæs í september 2012, men roynt verður so aftur í september í ár at veiða 5.500 gæs. Minkar stovnurin av hesum ”drápi”, verður talið, sum skal skjótast á henda hátt á hvørjum ári, minkað og lagað eftir stovnsstøddini, soleiðis at stovnurin verður hildin á einum ”burðar­dygg­ um” støði, sum kan geva inntøkur til samfelagið av gásaveiði, uttan at vera til ov nógvan ampa fyri land­ búnaðin. Líknandi ætlannir eru eisini fyri hinar bretsku oyggjarnar, sum eru nevndar omanfyri, har grágæsnar somuleiðis eru nørdar í meira lagi. Hetland Fyrsta gásareiðrið varð funnið í 1985, og longu í 2010 áttu eini 1.000 pør í Hetlandi. Um heystið hetta ár var stovnurin við ungfugli 5.250 gæs. Saman við ferðagæsnum úr Ìslandi vænta teir at eini 10.000 gæs vera í Hetlandi á heysti 2015. Teir hava roknað út at landbúnaðurin árliga missur 109.770 pund av hesum mongu gásum. Í vanligu veiðitíðini sum er frá 1.september til 31. januar vórðu bert 500 gæs skotnar á Mainland. Mælt verður nú til at leingja um veiðitíðina, loyva sølu av veiddu gæsnum, stoyta eitt slag av olju á eggini, sum drepur ungan og næsta ár (2014) at fara undir eina 3 ára ætlan at skjóta burtur av hetlendska stovninum, eftir líknandi leisti sum í Orkn­ eyoyggjum. Eisini verður skundað undir bøndir, sum eru illa plágaðir av grá­gæs­ num, at søkja um undan­ taksloyvi at skjóta uttanfyri vanligu veiðitíðina. Texel Eini 250.000 grágæs halda til í Hollandi á vetri. Tað er mest fuglur úr Skan­dinavia men eisini úr øðrum grannalondum. Texel er hin størsta av Frísisku oyggjunum, eini 30 kilometrar til longdar. Har húsast umleið 14.000 fólk, og nakað sama tal av tí kenda texel-seyðaslagnum, sum er farið um allan heim. Á Texel høvdu gæs ikki átt í mong ár, tá nøkur pør aftur fóru at reiðrast á oynni í 1974. Næstu 30 árini nørdist stovn­ urin so skjótt at ”texelgæsnar” vóru eini 6.000 í tali á sumri, – áðrenn teir mongu ferða­ gæsnar komu á heystið úr øðrum londum. Á Texel rokna teir við at 8 gæs bíta líka nógv græs, sum ein vanlig kúgv. Fyri landbúnaðin, og ikki minst fyri tað sera týðandi ferðavinnuna, blivu mongu gæsnar ein sonn plága. Hóast veiðimenn á Texel skutu eini 15.000 gæs millum 2005 og 2011, nørdist stovnurin við sama lag. Hildið varð, at nógv av tí, ið veiðimennirnir fingu, var fuglur, sum kom aðra­ staðni frá. Gæsnar sum eiga á oynni duga væl at halda seg til ”náttúru-øki”, har tað ikki er loyvt at skjóta, og tær finna eisini óføra skjótt út av, hvar tað er ov vandamiki at ferðast. Í 2011 prikau teir hol á eini 12.000 gásaregg á oynni, men hóast væl færri ungar av hesum komu undan, vaks stovnurin framvegis, – tó minni enn undanfarin ár. Vónleyst var at finna øll reiðrini. Fyrsta árið hildu teir seg finna 70%, men seinna árið bert 57%