týsdagur 6. august 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Í 2012 varð ásannað at
hvørki veiða ella at prika hol
á eggini gjørdi stórvegis mun.
Fyrst í Juli tá gæsnar eru
fjaðursárar og ungarnir enn
ikki rættiliga floygdir, ber til
at reka gæsnar í rætt. Hetta
var gjørt sum eina roynd á
Texel: 4.461 grágæs vórðu
riknar inn í ein ”kontainara”
og gassaðar við CO2., meðan
2.200 vórðu sleptar aftur.
Lítið hjálpti, tí 3 mánaðar
seinni vórðu aftur taldar
4.220 grágæs á Texel.
Niðurstøðan av royndini
var, at skal slíkt muna nakað,
má tað verða gjørt á fleiri av
oyggjunum samstundis, tí
fuglarnir av grannaoyggj
unum trekkja skjótt til har
rásarúm er.
Veiða við byrsu
Nú stovnarnir av sjófugli
leingi hava verið í einum
drúgvum aldudali, hevur
verið soltið hjá teimum, sum
her hjá okkum hava hug at
veiða við byrsu. Onkur hara,
og
hendinga
vetrar-álka.
Nakrir leita tí til Íslands at
skjóta gæs, aðrir til Dan
markar at skjóta hjørt, ella til
Noregs og Svøríkis at skjóta
Elg. Mest verður tó helst veitt
av ”leirdúgvum”, (og tað rigg
aði jú heilt væl á Bermuda).
Síðan 1941 hava danir haft
óføra góð hagtøl, sum neyvt
vísa hvat verður veitt av
ymisku djóra- og fuglasløg
unum. Ætlar tú tær at veiða,
skal tú hava eitt ”Jagttegn”,
ella koyrikort til byrsu og/
ella riflu. Fyrst skal tú standa
eina roynd, og fyri síðan at
fáa veiðiloyvið aftur ár um
ár, skal tú í seinasta lagi 31.
mars lata inn oyðublaðið,
sum fylgir við veiðiloyvinum,
og har siga gjølla frá hvat og
hvussu nógv av hvørjum
fugla- og/ella djóraslag tú
hevur veitt og hvar.
Seinnu árini hevur veiðan
í Danmark, sambært ”Jagt
udbytte ststistik” ligið um 2,6
milliónir fuglar og djór, av 23
ymiskum sløgum (legg til
merkis, at eitt nú villgása
sløgini, og somuleiðis mása
sløgini her verða uppgivin
undir einum). Mest verður
skotið av rádjórum, harum,
revum, fasanum, dúgvum og
villdunnum. Sum dømi kan
nevnast at 150.200 æður
vórðu skotnar í Danmark í
1992, meðan ”bert” 60.000
æður vórðu veiddar í 2008 og
hetta árið 3.900 hiplingar. Í
2009 skutu danir 57.900
villgæs, og av hesum vóru 25-
26.000 grágæs.
Á landbúnaðarjørð ber til
í Danmark at ”regulera” (t.v.s.
skjóta) grágæs í juni og juli.
Íslendingar byrjaðu í 1995
við líknandi skipan sum
danir við veiðiloyvum, og
hava nú óføra góð hagtøl,
sum neyvt vísa hvat verður
veitt av djóra- og fuglasløgum
í Íslandi. Tey eru at finna
undir ”Statistics Iceland” á
netinum. Í íslendsku hagtøl
unum verður m.a. skilt mill
um hvørt gása- og másaslag,
og tí hevur veiðimaðurin í
Íslandi heili 32 fugla og
djórasløg at velja ímullum, tá
hann, við byrsu og ofta við
vandum veiðihundi, fer á
veiðuferð.
Hjá okkum er áhugavert
at síggja, at svartfuglurin
eisini er minkaður í Íslandi.
Sum dømi kunnu vit taka
árini 2000 og 2010:
ár 2000 ár 2010
Lomvigi
66.567
24.646
Lundi
128.246 24.369
Ísl.lomvigi 16.572
7.153
Skotar síggja upp til hesa
skipan í Íslandi, og eru farnir
at kanna um tað ber til at fáa
eina líknandi skipan at rigga
í Skotlandi.
Áttu vit ikki at gjørt sum
skotar, og kanna hvussu
skipanin í Íslandi við veiði
loyvum og hagtølum riggar
og verður umsitin, og um hon
kan lagast til okkara nógv
smærru viðurskifti?
Eisini hevði verið áhuga
vert at kanna hvussu veiða
við skotvápnum er skipað í
Orkneyoyggjum.
Og tað helst áðrenn vit í
skundi gera onkra fyribils
”ad-hoch” vápna- og veiðilóg.
Okkara grágæs eru partur
av einum serstøkum stovni,
sum bert heldur til í Íslandi,
Bretlandi/Írlandi og so nakað
í Føroyum og í Noregi. Tí átti
at borið til, at funnið eitt
felags stev, at røkt hendan
stovn ”burðardyggt”, so hann
kan verða eitt tilfeingi til
gleði og gagn fyri tey mongu,
heldur enn bert ein gleði fyri
nøkur og ein sonn plága fyri
onnur.
Í
sjónvarpsrøðini
um
”Náttúru Íslands”, sum er
nevnd omanfyri, endar um
røðan av grágásini við hesum
orðum (í umsetingini hjá
Tóru Tórodsdóttur): ” Vit
mugu tí koma á frægari lag,
at gagnnýta og friða gæsnar,
og finna felags stev og sam
starv við tey lond, har hesir
fuglar ferðast og búleikast”.
Hvat er so til
ráð at taka ?
1. Vit kunnu ikki bara lata
standa til, halda gásina verða
líka so heilaga, sum neytini í
India, og lata hana plága tey
sum fáast við jørðina. Tað er
at oyðsla við okkara góða
tilfeingi.
2. Ikki ber til, eitt nú næsta
summar, at fara at reka í rætt
og gassa við CO2 í kontain
arum, sum roynt varð á Texel.
- Bæði synd og skomm og
oyðsl av náttúruríkidømi.
3. Heldur ikki er ráðiligt at
fáa -eitt nú skótar -at leita
eftir reiðrum við nálum at
prika hol, ella stoyta olju á
eggini. Tað vildi eisini verið
at oyðsla við ”Guds gávum” -
(At prika hol á eggini varð tó
gjørt nógv av tá canadagæs
nar blivu ov nógvar á Sandi).
4. Dømið úr Orkneyoyggj
um, Hetlandi og hinum bret
sku oyggjunum, har stórt tal
av gásum skal forkomast av
vandum byrsumonnum, und
ir eftirliti av mynduleikum,
er heldur ikki ein leistur, sum
er hugaligur at fara undir.
5. Við okkara higartil held
ur ”primitivu” byrsu-veiði
mentan er neyvan ráðiligt,
uttan væl skipaðar veiði
reglur, at geva leyst at veiða
grágæs, eitt nú sum í Íslandi
frá 20.august til 15. mars.
6. Frægast man tó vera at
skeita til Íslands, har bøndur
vinna gylt av peningi við at
selja ”gásaveiðiloyvi” bæði til
íslendingar og ikki minst til
útlendingar. Nakað sum tá
haruhagar verða seldir her.
7. Tað krevur tó, sum
nevnt omanfyri, eina skipan
við ”koyrikorti til byrsu” og
veiðiloyvi við oyðublaði, sum
skal latast inn á hvørjum ári,
um tú skal fáa loyvi aftur.
Hetta kan tykjast mongum
sera møtumikið at fara undir,
men er tó helst einasta
gongda leið, um vit skulu fáa
eina skilagóða og burðar
dygga veiðu av hesum fugli
við góðum hagtølum, og
sleppa undan ógvusligum
tiltøkum, sum hjá grannunum
sunnanfyri.
Og líka neyðugt verður
tað sjálvandi, at hava væl
skipaðar veiðireglur, tá svart
fuglur aftur fer at nørast
kring landið um nøkur ár, og
allir teir mongu skjótgang
andi lystbátarnir loysa frá
landi.
Einastu veruligu hagtøl
um veiðu (fiskiveiðan und
antikin), sum vit hava í Før
oyum, eru tølini um grind,
sum byrja longu í 1584. Frá
1709 eru tølini nágreinilig og
samanhangandi, og verða
hildin at vera heimsins elstu
veiðihagtøl.
Síðan
kundi
Eyðfinn Magnussen í fjør
(2012), siga okkum at helst
omanfyri 7.000 harur vórðu
skotnar í Føroyum hetta ár,
og óiva dupult so mangar eitt
miðal haruár. Nøkur tøl hava
vit um fuglaveiðu, men einki
samangangandi yvir longri
tíðarskeið og fevnandi um
alt landið.
Lat okkum tí nú seta
sjøtul á, og fáa álítandi hagtøl
um alla veiðu. Tað er frægastu
amboðini vit hava, tá stovnar
av veiðidjórum og –fuglum
skulu umsitast ”burðardygt”.
Sum í øllum granna
londunum, má tó sjálvandi
bera til hjá teimum, sum her
hjá okkum nú verða illa
plágaði av grágás, at fáa
undantaksloyvi at skjóta gæs
á dyrkaðum lendi.
Um onkur hevur hug at vita
meira um hesi viðurskifti, er
nógv at finna á netinum, eitt
nú undir:
Iceland goose hunting
Managing geese
Orkney goose management
Greylag geese Shetland