Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Mikudagur 7. august 2013 - Nr. 89 NÆ FRODSKAPARSETUR FØROYA Stakskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya Í heyst verða væl umtóktu stakskeiðini í óg aftur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Á bachelorstigi verða tvey skeið boðin út: * 2816.13b Grundskeið í lóg (sep-okt) 10 ECTS — kr. 5.000 e 2140.13b Grundleggjandi fyrisitingarlóg (okt-des) 10 ECTS — kr. 5.000 2816.13b Grundskeið í lóg. Lærarar Dr. Kári á Rógvi og Bárður Larsen. Skeiðið er serliga ætlað fólki, ið ikki eru lógkgn og vilja menna kunnleika sín til løgfrødiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti. Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting. Grundskeið í lóg er vorðið karmur um samskifti um lóg og fyrisiting í Føroyum. 2140.13b Larsen. Fakið er serliga ætlað fólki, ið ætla at útbúgva ella menna seg í almennari fyrisiting. Dentur verður lagdur á praktiska fatan grundleggjandi hugtøkum fyrisitingarlóg í breiðum týdningi, sakligari fyrisiting og meting, formligum treytum um gegni, hoyring, grundgeving og tílíkum, almennum og gðrum fyrisitingarligum innliti, umframt at royna fyrisitingarligar avgerðir. Grundleggjandi fyrisitingarlóg er hóskandi framhald av grundskeiði í lóg. Grundleggjandi fyrisitingarlóg. Lærarar Dr. Kári á Rógvi og Bárður Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til fakini eru miðnám ella samsvarandi fyri grundskeið í lóg. Í fakinum grundleggjandi fyrisitingarlóg miðnám ella samsvarandi umframt grundskeið í lóg ella samsvarandi grundleggjandi kunnleiki um lóg. Á masterstigi verða trý skeið boðin út: e 2417.13 Føroyskur skattarættur (sep-des) 10 ECTS — kr. 6.000 e 2412.13 Føroysk fyrisitingarlóg (sep-okt) 10 ECTS — kr. 6.000 e 2411.13 Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur (okt-des) 10 ECTS — kr. 6.000 2417.13 Føroyskur skattarættur. Lærari Eyðfinnur Jacobsen advokatur. Skeiðið veitir innlit í føroyska skattalóg, kunnleika til føroyskan skattarætt í lóg og venju, herundir týðandi rættarkeldur og gransking á økinum, og grundleggjandi førleikar at meta um havi og loysnir innan skattarætt, nær ætlan kann hava við sær skattlegging, og meta um tær rættarkeldur, sum svara skattligum FRODSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00 J. C. Svabos geta 14 Postrúm 272 110 Tórshavn www.setur.fo spurningum. Innlitid skal fevna um at fåa venju f at bera fram skattarættarliga þróvgrund í skrift og talu og sjålvstødugt megna at leggja fram og viðgera ávíst evni í hesum høpi. 2412.13 Føroysk fyrisitingarlóg. Lærarar Dr. Kári á Rógvi og Bárður Larsen ráðgevi Skeiðið veitir innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tey mongu sløgini av lógkeldum, tinglógir, dómalóg, venju hjá eittnú umboðsmanni og kærunevndum, umframt lógkana læru. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar føroyskari fyrisiting verða tey lesandi kunnaði um mátini, har fyrisitingarligar reglur meta ætlanum og heimildum hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøduna. 2411.13 Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur. Lærari Dr. Kári á Rógvi Skeiðið veitir innlit í føroyskan kollektivan arbeiðsrætt, serliga í tær mongu lógkeldurnar á arbeiðsmarknaðinum merktum av spjaddum rættarskapandi stovnum, fakfeløgum, Fasta Gerðarrætti og aðrum dómstólum. Ut frå dømum verður hugt at, hvussu ymsu lógkeldurnar samvirka at skapa sera ymiskliga og broytiliga stødu. Dentur verður lagdur á kunnleika um og háttalag til at meta um hesa fjølbroyttu rættarstødu. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til fakini á master eru bachelorútbúgving ella samsvarandi við nóg mikið av lógkunnleika sum partur av útbúgving ella eftirútbúgving. Nærri skeiðslýsingar liggja á http://setur.fo/scegu. og samfelagsdeildin/utbugving/skeidslysingar/ Aumarkað pláss. Umsóknin skal sendast Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncksgetu 25, 100 Tórshavn. Umsóknarfreistin er 15. august 2013. Boð um upptøku verða givin í seinasta lagi ultimo august. Eftir freistina verður tó tikið upp, so leingi pláss er. NÆ FRODSKAPARSETUR FØROYA