týsdagur 6. august 2013síða 32
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
-5°
0°
5°
10°
15°
20°
Mesti
14,3°
10°
Hitin
í dag
Minsti
hiti máldur
8,3°
––––––– 20 –––––––
––––––– 40 –––––––
––––––– 60 –––––––
––––––– 80 –––––––
––––––– 100 –––––––
––––––– 120 –––––––
––––––– 140 –––––––
––––––– 160 –––––––
––––––– 180 –––––––
16
mm
higartil
Miðal:
10,7°
Fleyr til gul av ymsm ættum,
turt og solglottar. Hitin
millum 8 og 11 stig.
Fyrrapartin lot av ymsum
ættum, seinnapartin gul
til stívt andøvsgul av
landsynningi. Yvirhøvur turt
og sólglottar og hitin millum
13 og 16 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk
av landsynningi og regn,
seinnapartin nakað minni
vindur av útsynningi og
sólglottar, men eisini okkurt
æli. Hitin millum 10 og 13
stig.
Veðrið leygardagin og
sunnudagin:
Leygardagin gul til stívt
andøvsgul av útsynningi,
sunnudagin minni vindur av
vestri. Sólglottar men eisini
okkurt æli. Hitin millum 8
og 12 stig.
Síðstu nátt:
Eitt lágtrýstr, 1005 hPa. sunnanfyri Ísland fer
spakuliga í landsynning og grynnist.
Komandi nátt:
Ein hátrýstryggur 1017 hPa. sunnanfyri Ísland
kemur hendavegin og mennist.
Íslendingar
hugtiknir av
»Jóhonnu«
og Halli
Joensen
Farna vikuskiftið var
tjóðarhátíðin hjá
vestmannaoyingum.
Vágssluppin »Jóhanna«
var við til høgtíðina, og
vóru føroysku gestirnir
stórliga fagnaðir, og vóru
nógvir vestmannaoyingar
umborð og vitjaðu 130
ára gomlu sluppina, sum
hevur næstan líka nógv ár
á baki, sum tjóðarhátíðin
hjá Vestmannaoyingum.
Stóra íslendska blaðið
Vísir gjørdi eitt hugfarslit
sjónvarpsinnslag, har til
ber at hoyra Hall Joensen
syngja sangin um Rasmus
saman við manningini
umborð á Jóhonnu.
5-10 m/s
1-6 m/s
3-8 m/s
7-12 m/s
5-10 m/s
1-6 m/s
13/16 °C
10/13 °C
8/11 °C
Miðal 1961-1990: 10,5°C
Miðal 1961-1990: 83 mm
HITalag
avfall
í morgin
fríggjadagin
hósdagin
lufttrýstið
fyri august
fyri august
Skattamálið
um vinnings
býtið í
Hægstarætt
TAKS hevur gjørt av at
skjóta sakarmálið um
kapitalvinningsskatt hjá
partaeigararunum í P/F
Vinnuni í Gøtu inn fyri
Hægstarætt. Stutt eftir, at
Eystari landsrættur segði
dóm í málinum í fjør, vendi
TAKS sær til til Kamar
advokatin í Danmark um
ráðgeving. Niðurstøðan hjá
Kamaradvokatinum var, at
TAKS eigur at royna málið í
Hægstarætti.
– Vit halda framvegis,
at alt ikki er farið rætt
fram í málinum um
vinningsbýtið hjá P/F
Vinnuni. Tað styrk
ir bara okkara støðu,
at Kamaraadvokaturin
í Danmark tekur undir
við okkum, sigur Eyðun
Mørkøre, stjóri á TAKS.
Eftir niðurstøðuna hjá
Kamaradvokatinum, søkti
TAKS tíðliga í ár um at
sleppa í Hægstarætt við
málinum. Procesbevillings
nævnet, ið tekur støðu til,
hvørji mál sleppa at verða
roynd í Hægstarætti, gav
stutt fyri summarfrítíðina
tilsøgn um, at TAKS fær
møguleikan at royna málið
í Hægstarætti.
– Hetta er eitt
prinsipielt mál, ið er
torskilt og snýr seg um
nógvar pengar. Tað kundi
sjálvandi verið freistandi
– fyri frið skyld - at lagt
hetta málið á hillina, men
tað er okkara skylda sum
skattamyndugleiki at fylgja
slíkum málum upp. Tað
gera vit nú við at royna
málið í Hægstarætti, sigur
Eyðun Mørkøre, stjóri á
TAKS.
Tað er ikki enn greitt,
nær Hægstirættur fer at
viðgera sakarmálið millum
TAKS og partaeigararnar í
P/F Vinnuni í Gøtu.
Leygardagin 10. august kl.
11.30 verður summarmatiné
í Havnar kirkju.
Hesaferð er tað tónleika
bólkur úr Danmark sum
vitjar. Oddamaður er Arne
Andreasen, sum ger orð og
løg til sálmar og sangur,
sum
bólkurin
framførir.
Hinir
tónleikararnir
eru
Janne Wind, sum syngur,
Ina
Andreasen
spælir
floytu og Anders Hvidberg-
Hansen
spælir
trummur.
Sangirnir í skránni eru úr
sangsøvnunum ”Et øjeblik
– en evighed” og ”Engle
vinger”. Sangirnir eru eitt
gott dømi um, hvussu orð
og løg til andaliga sangir
til nútíðina kunnu verða.
Sí meir um bólkin á www.
poetfabrikken.dk. Bólkurin
fer eisini at hava konsertir í
Christianskirkjuni, Fríðriks
kirkjuni og í Gøtu kirkju.
Henda
matinéin
verð
ur seinasta av summar
matinéum, sum hava verið
hvønn leygardag í summar.
Matinéir – franska orðið
fyri miðdagskonsert - og
aðrar konsertir hava verið
væl vitjaðar, bæði av fólki,
sum búgva í Føroyum og
av ferðafólkið og ikki minst
hava tónleikarar verið sera
fegnir um, at teir hava fingið
høvi til at framføra í hesi
sera hugnaligu kirkju, sum
liggur so væl fyri mitt í Havn.
Stóra tøkk til øll, sum á
einhvønn hátt hava stuðla
tiltøkunum í Havnar kirkju.
Matiné í Havnar kirkju