Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur har vestri. Tí kom tað eisini illa við, tá AB skoraði longu aftaná tríggjar minuttir. – Tað kann ikki um­skyld­ ast. Tað má ikki henda, sigur Tór-Ingar Akselsen argur á mál­inum. Hann noktar tó at leggja kongin í niðurflytingar­stríð­ num. – So leingi vit hava ein møguleika, so stríðast vit fyri tí, sigur liðskiparin at enda. Á Argjum er fótbóltslagið av­bera gott í løtuni. Sámal Erik Hentze er tó róligur á mál­inum eftir dystin. – Hetta var ótrúliga týdn­ ingar­mikið fyri okkum. Vit hava ávísar trupulleikar at stríðast við, men standa eftir við sigrinum og trimum stig­ um, sigur Sámal Erik Hentze, sum er bjartskygdur um rest­ ina av kappingini. – Eg havi ongantíð meint, at vit fóru at flyta niður. Nú kom nakrar torførir útidystir. Tað er týdningarmikið at vit blíva vit at leggja stig til á stigatalvuni, sigur Sámal Erik Hentze at enda. 19 av 21 stigum Um vit hyggja eftir teimum sein­astu sjey umførunum, so er AB formsterkasta liðið í lands­kappingini. Teir hava vunnið sær ikki færri enn 19 av 21 møguligum stigum. Einasti dysturin, sum teir ikki hava vunnið síðani hol kom á var í Klaksvík. Ein dystur har Jónas Stenberg fekk reytt kort longu aftaná 27 minuttir og KÍ umsetti brots­spark til mál. So tann dyst­urin telur helst meiri enn eina stigi, sum hann gav í úr­tøku. Á formtalvuni sæst eisini, at KÍ er ovurhondsstórari úrslita­kreppu, Teir hava bara fingið eitt stig seinastu sjey umførini. Sama er støðan hjá TB, sum bara hevru fingið tvey stig. Tað verða helst hesi trý liðini, ið koma at kapp­ast um at sleppa undan niður­ flyting. Møguleiki er fyri at 07 Vestur kann berja seg upp í stríðið aftur, men so mugu teir til at halda fram við at vinna. AB hevði eftir 11 umfør bara tvey stig og akkurát tapt 5-1 fyri HB í Gundadali. Tað, sum er hent síðani, hevði at kalla ongin tora at trú upp á á Argjum. Nú eru teir fimm stig frá niðurflytingarstrikuni. Nú er so spurningurin um AB klárar at avrika á útivølli eisini. Komandi tríggir dystir­ nir eru móti NSÍ, B36 og ÍF og allir eru á útivølli. 07 Vestur fær vitjan av B36 í komandi um­fari. trondur@sosialurin.fo »Eg havi tað gott« Tað sigur Tór-Ingar Akselsen, sum hevur fingið tvær pentir í høvdið, eftir at hann eins og Sorin Anghel at bløða eftir samanbrest teirra millum. Tór-Ingar spældi allan dystin og var ongantíð í ørviti. Hann er somueliðis farin hugagóður til arbeiðis í dag. Andras Gango: 5 Gjørdi alt hann kundi fyri at halda 07 Vestur inni í dystinum. Hevði upp til fleiri góðar bjargingar, men kundi kanska verið komin út til 2-0 málið. Petur Dalbø: 4 Var millum bestu útispælararnar hjá 07 Vestur. Tordi at bjóða av við bóltinum og var oftani á bóltinum á høgra bakkinum. Eisini stinnur í verjuspælinum. Emil Mikkelsen: 3 Var sjónligur í verjupartinum. Er stórur og sterkur og vann eisini sínar nærdystir móti Bjarta og Karstin í AB álopinum. Gunnleif Olsen: 3 Kom eisini væl frá uppgávuni í miðverjuni. Er ágrýtin og var ikki bangin fyri at tveita seg í taklingar, men var eisini heppin, at Kartin ikki fangaði hann á skeiva beini ta einu ferðina. Torstein Mýlingstind: 2 (▼85.) Hevði torførar arbeiðis umstøður í vinstra bakki. Var lítið at síggjaá bóltinum og stóð ikki so sterkur í myndini hjá 07 Vestur. Eli F. Nielsen: 3 Stríddist væl á miðvøllinum, men megnaði ov sjáldan at spæla seg úr AB trýstinum. Átti Róa Danielsen í hornaspørkunum, men misti hann til 2-0 málið. Jovan Radinovic-Panic: 3 Stríddist somuleiðis væl, men er um nakar maðurin, ið skal venda spælinum. Tað eydnaðist ov sjáldan, men var annars stinnur í nærdystunum í mun til sína lágu dystarvekt. Tór-Ingar Akselsen: 3 Hevur spælt væl betri dystir, men stendur alíkavæl eftir sum drúgvasti miðvallarin. Royndi at gagnnýta góða bóltførleikan, men var manga hart kroystur. Okkurt av hornaspørkunum var eisini undir miðal. Jákup S. Olsen: 2 (▼85.) Var nakað einsamallur á vonginum og fekk sjáldan møguleika at sín skjótleika. Stóð veikur í myndini, men tað var eisini orsaka av vantandi stuðli frá miðvøllinum og bakkinum. Holgar Durhuus: 3 Var somuleiðis nakað einsamallur á vonginum, men var meiri sónligur við síni kropsstyrki og arbeiðsavriki. Ibrahima Camara: 3 Hevði nærmast ótolandi umstøður at arbeiða í í fyrra hálvleiki, men so skjótt liðð kom longur fram á vøllin í seinna hálvleiki, bleiv hann eisini væl betri. Gjørdi tað væl eftir umstøðunum. Hørður H. Johansen: (▲85.) Kom inn í fimm minuttir og tað er ov stutt til at geva eina meting. Brandur Heinason: (▲85.) Kom inn í fimm minuttir og tað er ov stutt til at geva eina meting. Avrik: tøl 1 til 6 Nú er aftur spenningnur í botninum. Fyrr í kappingini sá út til, at AB og 07 VEstur fór niður uttan at vera kappingarfør. Nú hevur AB prógvað sítt, meðan 07 Vestur er farið at bíta frá sær. Nú manglar bara, at onkur bjóðar HB av. Samanbresturin millum Sorin Anghel og Tór-Ingar Akselsen. Báðir fóru at bløða, men av tí at blóð kom á troyggjuna hjá Sorini, so slapp hann ikki inn aftur, tí AB ikki hevði eyka troyggju at geva honum. Helst hevur eyka sett á bonkinum í framtíðini. Andras Gango Gunleif Olsen Emil Mikkelsen Petur Dalbø Torstein Mýlingstind (Brandur Heinason 85.min) Eli Falkvard Nielsen ■ Jovan Panic Tór-Ingar Akselsen Jákup S. Olsen Holgar Durhuus (Hørður Johansen 85.min) Ibrahima Camara Símun Rógvi Hansen Rói Danielsen Morten Overgaard Jónas Stenberg Beinir Ellefsen Kári Nielsen Sorin Anghel (Karsten Højgaard 41.min) Mikkjal Hentze (Dmitrije Jankovic 54.min) Jobin Drangastein Rógvi Poulsen Bjarti Kjærbo (Hørður M. Mohr 65.min) AB - 07 Vestur 2-0 (1-0) 1-0: Bjartur Kjærbo, 3 2-0: Rói Danielsen, 74 Dómari: Rúni Gaardbo Myndir: Álvur Haraldsen Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 18 13 4 1 47 17 +30 43 2 ÍF 18 9 6 3 38 30 +8 33 3 EB/Streymur 17 7 4 6 31 23 +8 25 4 B36 18 5 9 4 28 21 +7 24 5 NSÍ 17 6 5 6 26 28 -2 23 6 Víkingur 17 6 4 7 22 29 -7 22 7 AB 18 6 3 9 25 35 -10 21 8 KÍ 18 4 7 7 32 34 -2 19 9 TB 18 3 7 8 18 32 -14 16 10 07 Vestur 17 2 5 10 16 34 -18 11 Formkurvan seinastu sjey dystirnar: 1 AB: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19 stig (V-J-V-V-V-V-V) 2 HB: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 stig (T-J-V-V-V-V-V) 3 ÍF: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 stig (V-J-V-V-V-V-T) 4 EB/Streymur: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 stig (J-V-J-V-V-T-T) 5 B36: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 stig (V-J-V-J-T-T-V) 6 NSÍ: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 stig (J-J-V-T-T-T-V) 7 Víkingur: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 stig (J-T-J-T-T-V-V) 8 07 Vestur: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 stig (T-T-T-T-J-V-T) 9 TB: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 stig (J-J-T-T-T-T-T) 10 KÍ: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 stig (T-J-T-T-T-T-T) Tór-Ingar og Sorin bresta saman í luftdysti