týsdagur 6. august 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
»Eg havi ilt« Tað sigur Sorin Anghel, sum í gjár mátti
seymast yvir annað eygað, eftir at hann og Tór-Ingar
Akselsen rendu høvdini saman í dystin. Sorin Anghel
hevur fýra pentir yvir eyganum, men fór hugagóður farin
til arbeiðis í dag, sjálvt um hann hevur nakað ilt.
H E S A V I K U N A
fótbóltur effodeildin
Símun Rógvi Hansen: 4
Gjørdi alt tað sum hann skuldi.
Vísti tryggleika, tá hann fleiri
ferðir kom út til innlegg og helt
bóltinum. Eisini í avspælinum
riggaði væl, men var ikki trýstur
meir enn til eitt 4-tal.
Jónas Stenberg: 4
Rann yvir tíggju kilometrar
samanlagt. Kom fleiri ferðir
til innlegg, tá hann kom fram
við í høgru. Hevði ábyrgdina
av deyðbóltunum hesa ferð og
endaði við at leggja upp til seinna
málið.
Morten Overgaard: 4
Var eisini tryggur í verjupartinum
og kláraði at halda Ibrahima
Camara niðri tað mesta av
dystinum. Ikki trýstur nokk til
meir enn eitt 4-tal.
Rói Danielsen: 5
Umframt at spæla væl, so
var hann málið í flestu av
deyðbóltunum og vann bóltarnar.
Skoraði seinna málið við stútara
eftir innlegg.
Beinir Ellefsen: 4
U21 landsliðsspælarin hevur
sent seg tung á vinstra bakk
plássi og avrikini eru støðug og
sannførandi. Fekk møguleikan
at skjóta frípark, men valdi at
taka tað stutt. Tað ger hann ikki
aftur! Fekk ábyrgdina av longu
innkøstunum.
Kári Nielsen: 5
Er follin væl til á miðvøllinum
hjá AB. Er royndur og róligur
á bóltinum. Nakað ungu
argjamenninir hava brúk fyri.
Mikkjal Hentze: 3 (▼54.)
Var ein partur av trýstinum hjá
AB miðvøllinum, sum órógvaði
alt uppspælið hjá 07 Vestur. Var
útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki.
Sorin Anghel: 4 (▼41.)
Spældi væl teir 41 minuttirnar
hann var á vøllin, áðrenn hann
bleiv skiftur út vegna skaða.
Legði upp til 1-0 málið og fylti
nógv á miðvøllinum. Vann nógvar
nærdystir.
Jobin Drangastein: 3
Var fluttur út høgra vong til
dystin og kom væl frá uppgávuni.
Orkuni bilar einki og tað var
hansara høvðus íblástur til AB
liðið.
Rógvi Poulsen: 3
Var fluttur runt á vøllinum og
tað órógvaði spælið hjá Rógva.
Spældi annars væl og heldur
ótrúliga væl upp á bóltin.
Bjartur Kjærbo: 3 (▼65.)
Bjartur Kjærbo avloysti Ahmed
Keita í álopinum og koraði longu
aftaná tríggjar minuttir. Legði eitt
stórt arbeiði fyri dagin, men fekk
sjáldan pláss at renna á.
Karstin Højgaard: 2 (▲41.)
Kom ikki til sín rætt hesaferð. Var
um reppið at gera »ein Karstin«,
sum er at trýsta verjuna til at
missa bóltin og skora, men gjørdi
fríspark á vegnum.
Dmitrije Jankovic: 3 (▲54.)
Kom inn á verjukenda miðvøllin
og greiddi sína uppgávu uttan
stórvegis hóvasták. Er helst
miðverji, men kom helst inn fyri
at fáa nærdyst styrki á miðvøllin.
Hørður M. Mohr: 3 (▲65.)
Kom inn og fall væl til. Vann
fleiri nærdystir og fann sínar
viðspælarar í avspælinum.
Avrik: tøl 1 til 6
AB
2 (1)
07V
0 (0)
Tróndur Arge – Argir
Í ein hálvan tíma hevur 07
Vestur verið meiri vandamikið
enn teir hava allan fyrra
hálvleiki. Argjamenn eru á
odda 1-0, men útskiftingar
og eitt tendrað 07 Vestur
lið hava hótt leiðsluna hjá
argjamonnum, sum á fyrsta
sinnu eru favorittar at vinna
ein dyst í ár. AB hevur bóltin
meir, men nú er ein maður
sum Ibrahima Camara vakn
aður og luktar blóð.
Á
áskoðararplássnum
bíta argjafólk negl, meðan
vágafólkini hava fingið lív í
vónina um at fáa okkurt við
heim av argjum. Bólturin
av baklinjuni og 07 Vestur
fær hornaspark í vinstru
síðu. Í brotsteiginum dettur
bólturin fyri føturnar á Eli F.
Nielsen, sum meddar til. At
síggja til, so hevur bólturin
kós móti málinum, men
brestur í ryggin á Gunnleivi
Olsen, sum liggur á vøllinum
eftir nærdyst. Støðan er
framvegis 1-0 og argjamenn
kunnu aftur anda.
Í hinum endanum er fær
AB nú hornaspark. Jónas
Stenberg leggur innfyri. Rói
Danielsen, sum fleiri ferðir
leitað til fremru stong, veldur
hesa ferð at leita longur
aftur í brotsteigin. Hetta
tekur verjuni hjá 07 Vestur
á bóli. Púra leysur inni í
5-metrinum kann størstu og
helst sterkasti argjamaðurin
í luftspælinum, stúta boltin í
mál 2-0.
Yvir og farið. Argjamenn
vinna fyri sættu ferð í sjey
dystum og klatra upp um KÍ
á sjeynda plássi. 07 Vestur
stendur eftir við ongum
og hevur átta stig upp til
bjargingina.
Málið punkteraði
okkum
Tór-Ingar Akselsen, liðskip
ari hjá 07 Vestur, noktar at
leggja kongin í niðurflyt
ingarstríðnum. Hann ásann
ar somuleiðis, at seinna
málið punkteraði dystin fyri
gestirnar.
– Tað var tungt at síggja
bóltin
fara
inn.
Málið
punkteraði okkum, sigur Tór-
Ingar Akselsen.
AB kom á odda longu
aftaná tríggjar minuttir og
tað er ikki fyrstu ferð í ár, at
07 hevur latið mál inn tíðliga
í einum dysti.
– Eg hugdi undan dyst
inum eftir nær málini koma
ígjøgnum hjá 07 Vestur. Tá
sá eg so, at teir hava latið 12
mál (av 32, blaðm) inn teir
fyrstu átta minuttirnar. Tað
segði eg við mínar spælarar
og tað riggaði, sigur Sám Erik
Hentze, venjari hjá AB.
07 Vestur briti lív í vónina
um at yvirliva við at vinna á
KÍ. Tí var vónin, at dysturin
á Argjum kundi blása enn
meiri luft til lítla neistan
fePur á
Argjum
Við 2-0 sigrinum á 07 Vestur hevur AB fingið 19 av 21
møguligum stigum seinastu sjey umførini. AB er nú nummar sjey
og hevur staðfest, at felagið ætlar sær ikki at flyta niður
Fótbólts-