hósdagur 8. august 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 89
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð
um Torkil Olsen,
sum andaðist
4. apríl 2013
M
an følir seg so væl, segði tú
seinasta kvøldið vit vóru til
venjingar og tú enn var frískur.
Tú sipaði til, at tú nýliga hevði
fingið nýtt starv og av fleiri um
søkjarum, vart tú valdur, at fáa
starv sum KT-maður hjá Trygd.
Vit fegnaðust saman við tær, og
hildu hetta vera sjálvfylgju, tí vit
vistu, hvussu dugnaligur og álít
andi tú vart. Harumframt var tú
eisini ein sera búgvin persónur,
sum hvíldi í sær sjálvum. Men
áðrenn vit hittust til kórvenjing
aftur, komu skelkandi boðini
um, at tú vart blivin álvarsliga
sjúkur av krabba og var far
in til Keypmannahavnar til
skurðviðgerð.
Vit føldu okkum altíð væl í
tínum selskapi. Tú vart vísur,
stuttligur og setti stóran prís upp
á at vera við í Tórshavnar Kam
arkóri. – Hugsi tykkum, vit hava
allarbesta dirigent í landinum,
tað krevur, at vit gera okkara
ítasta, segði tú fleiri ferðir. So
hvørt nýggir sangir komu á skrá,
fanst tú teir fram á netinum
til okkum at lurta eftir, tú vart
skjótur og altíð góður í ráðum.
Eftir fyrstu viðgerðina vendi
tú aftur eitt bil, og sang saman
við kórinum, eitt nú til konsert
í Gøtu kirkju. Vit framførdu
verkið eftir Johann Sebastian
Bach; Jesu, meine Freude. Verkið
er langt og verður mett at vera
torført. Hóast tú vart viðtikin av
sjúku, legði tú allar kreftir í at
syngja - vakurt og uttan himpr.
Stutt eftir hetta fór tú aftur til
Danmarkar í sjúkuørindum. Tú
ætlaði at byrja aftur at venja
fyrst í hesum árinum, og tú
ætlaði tær púra vist eisini við
kórinum til Reykjavíkar og New
York nú í heyst, hóast tú visti um
tíni útlit. Men longu í apríl hevði
sjúkan tikið yvir og tú andað
ist, umgirdur av tínum kæru,
sum høvdu verið um teg alla
sjúkraleguna. Tú bleiv einans
38 ára gamal. Tín jarðarferð var
merkt av tíni persónligheit, av
tónleiki og góðum orðum.
Tú vart familjukærur, tosaði
ofta um dóttrina, sum tú var so
errin av, um unnustuna; og systur
tín og foreldrini høvdu stóran
týdning fyri teg og stuðlaðu tær,
- eisini í kórsanginum.
Nú byrjar kórárið aftur. Góði
Torkil, vit sakna teg. Ein stólur
stendur til tín, men vit vita, at tú
kemur ikki inn gjørnum dyrnar
við grøna plastposanum fullum
av nótum og einum skeivum
smíli. Men vit vita, at tónarnir
røkka tínum oyra, og at tú tóna
fastur kann sláa taktina og fella
inn í eitt hvørt kór, við tíni mjúku
og tryggu tenorrødd. Vit trúgva
uppá, at tú følir teg væl í tílíkum
kóri, hóast vit so sáran sakna
teg her millum okkum, og syrgja
saman við tínum nærmastu.
Hvíl í friði góði Torkil.
Tórshavnar Kamarkór
Minningarorð um okkara
elskaðu svigardóttir,
Kate Jógvansdóttir Midjord
13. februar 1970 – 3. juni 2013
T
að sigst, at orð eru fátøk, og
tað kann eg av sonnum játta,
nú eg siti og hugsi um, hvussu eg
skal lýsa stóra missin av okkara
elskaðu svigardóttir, Kate.
Kate bleiv ein partur av okka
ra familju, tá hon og sonur mín,
Hallur, funnu saman.
Eitt sjáldsamt eygagott, vakurt
og umfavnandi menniskja. Hon
kom inn í okkara heim og var frá
fyrsta degi ein kærkomin dóttir
afturat teimum, sum vit høvdu
framman undan.
Tá eg hugsi um Kate, ja, so
kann eg ikki lata vera við at hugsa
um gleði, stórsinn, vakurleika, ja,
tað finst neyvan tað positiva orð,
sum ikki passar til eina kvinnu,
sum Kate. Hon tók okkum øll í
sín favn, smílandi, vøkur, stuttlig
og altíð klár við positivum loysn
um.
Heimið hjá henni og Halli var
eitt heim, har vit øll, familjan,
vinir og kenningar føldu okkum
væl til passar og vælkomnan.
Hurðarnar stóðu opnar, og vit
eru mong, sum minnast aftur á
nógvar góðar løtur í teirra deiliga
heimi.
Tí soleiðis ynsktu tey at liva
saman. Eitt opið heim við pláss
fyri mongum, samstundis sum
tað eisini var eitt vakurt og stíl
fult heim – ja, tí eisini tí hevði
Kate skil á.
Ikki bleiv tað long tíð, sum
hesu ungu, Kate og Hallur, fingu
saman.
Tann 15. september 2012 í fjør
gleddust vit saman við teimum,
tá tey giftust á ráðhúsinum í
Keypmannahavn.
Kenslurík og vøkur var løtan,
tá vit eftir vígsluna komu oman í
stóra salin á ráðhúsinum, og limir
úr tykkara kóri í Keypmannahavn
tóku ímóti við sangi. Vit, sum vóru
til staðar, fara ongantíð at gloyma
hesa løtu, og hesir sungnu sangir
fara til allar tíðir at búgva inniliga
í okkara hjørtum.
Brúdleypið bleiv hildið í nýgg
ja heiminum saman við familj
uni og teimum mongu vinfólk
unum, sum brúðarparið hevði.
Ein megnar veitsla við fleiri enn
100 gestum. Stórt telt í havanum
kundi saman við heimi tykkara
húsa okkum øll. Sangurin, sum
altíð bant tykkum saman, ljóm
aði til tann ljósa morgunin. Tit
kundu megna alt saman, og tit
vístu okkum øllum, hvussu glað
tit vóru fyri hvønn annan, sam
stundis sum tit gleddust saman
við okkum øðrum.
Sjúkan rakti teg hart. Vit bóðu,
bønaðu og hopaðu, at tað skuldi
eydnast at fáa teg fríska aftur,
men tá alt hop var burturi, vísti
tú aftur tína styrki. Tú kundi for
telja Halli, hvussu tú ynskti at
jardarferð og ervi skuldi skipast.
Í felag funnu tit tekstir, sangir og
sálmar. Tú hevði yvirskot til at
taka í móti vitjanum frá stórari
fjøld av familjuni og vinfólkum,
sum ynsktu at siga tær eitt síðsta
farvæl – og eg sá teg troysta mong
av teimum, tá tit skiltust.
Eisini megnaði tú at samla
børnini og nærmastu familjuna
til so nógvar góðar løtur tína sístu
tíð, hóast tú vart so sjúk. Allar hes
ar góðu løtur vilja vit goyma og
minnast aftur á.
Tað er ein harður dómur at
fáa hjá ungari mammu og nýgift
ari kvinnu, at lívið skal enda um
stutta tíð. Tey boðini fekk tú.
Hví, skuldi tað raka akkurát
teg?? Vit finna onki svar.
Og eg, sum so fegin vil livað,
segði tú fleiri ferðir. Tað var tungt
og syrgiligt at hoyra.
Tú bar tína lagnu virðiliga.
Ongartíð fyrr havi eg møtt ein
um so sterkum og avkláraðum
menniskja.
Minni enn 10 mánaðir aftaná
tykkara brúdleyp - tann 3. juni
2013 - vóru vit mong, sum mistu
nógv. Og í dag fyri 2 mánaðum
síðani, tann 7. juni, møttust vit øll
aftur – nú fyri at fylgja tær tína
síðstu ferð. Hesa ferð taldi fjøldin
yvir 300 fólk, og stóra sorgin yv
ir at hava mist teg, góða og fitta
Kate, sást í øllum okkara eygum.
Líkasum til brúdleypið – megn
aði tykkara góðu sangvinir at gera
løtuna í kirkjuni ógloymandi – við
somu sangum, sum tey sungu, tá
tit blivu gift árið fyri.
Neyvan hevur man sæð eitt
so stórt fylgi gingið eitt so langt
strekki gjøgnum gøtur í Keyp
mannahavn frá kirkjuni til títt
síðsta hvíldarstað í føroysku deild
ini í Vestra Kirkjugarði.
Bilar og fólk vístu virðing og
steðgaðu upp.
Vit, sum gingu aftan á tínari
børu, minnast eisini aftur á teg
við stórari virðing.
Tankarnir ganga aftur og aftur
til børnini, sum hava mist eina so
góða mammu. Tað følist so órætt
víst, at børn missa eina mammu í
so ungum aldri.
Tankarnir ganga eisini aftur til
Joen, Suffíu, Christinu og Mass,
sum hava mist eina fantastiska
systir og svigarinnu. Tit vóru har
alla tíðina saman við børnunum
og Halli til gleði fyri øll – og ikki
minst fyri Kate.
Líkaleiðis – og ikki minst –
leita mínir tankar aftur og aftur
til tín, góði Hallur. Vit vita, hvussu
svárt tað er hjá tær at hava mist
tína elskaða konu. Tit høvdu so
nógv, sum tit vildu saman. Ringt
er at finna orð, sum kunnu hjálpa
í hesari støðu.
Tykkara kærleiki er og var ein
gáva, sum tú altíð fert at bera við
tær.
Kate var eitt menniskja, sum
megnaði at geva so nógv til so
mong, og tær, Hallur, gav hon sín
stóra kærleika.
Sorgina yvir at missa ein vit
elska fylgir okkum alt lívið. Hana
sleppa vit ongantíð undan. Men
vit eiga at gleðast yvir, at tað
untist okkum at vera ein partur í
lívinum hjá okkara elskaðu Kate.
Takk fyri alt og hvíl í friði góða
Kate.
Roskilde, tann 7. august 2013
Dinna Gilstón Bentsen
minningarorð