Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 minningarorð Midjord, Midjord - tú gert tær ónáðir og stríð av mongum Tórbjørn Jacobsen, virkandi borgarstjóri Fuglfirðingurin Niels Mid­ jord, sum ikki er fremm­ and­ur um okkara leiðir, á Glyvr­um, hugleiðir í Dimma­lætt­ing hóskvøldið í vik­uni sum fór, um ymisk við­urskifti Skálafjørðinum og serstakliga Runavíkar komm­unu viðvíkjandi. Ítøkiliga orsøkin til at hann er farin í blekkhúsið er stóra útbyggingin, sum laks­a­virkið Bakkafrost hev­ ur ætlanir um at fara undir á Bakka á Glyvrum í tíðini sum kemur. Hann byrjar grein­ina við at taka aftur í aft­ur tað, sum E. Mercedis Gunn­leygs­dótt­ir hevur sagt í postsovjetiskum vinnu­herð­i­nd­um, og sum hon nú ætl­ar at fremja umvegis sín fólk­a­valda tingsess. Í stuttum hev­ur hon ítøkiligar ætlanir um at skerja vinnufrælsið í Før­ oyum. Støðan hjá vinn­u­mál­ a­ráð­harr­a­num, Jóhan Dahl, er hin øv­uta, men kortini sigur Mid­jord, at hann skilir bæði sjón­ar­miðini, og at bæði helst hava grein í sínum máli(?). Niels Midjord tekur ser­ liga tvey mál upp í grein­ini. Vistskipanina í Skál­a­fjør­ð­i­ num og vatnspurningin hjá Run­a­vík­ar kommunu. Tónin í báð­um førum ber boð um, at hann ikki heldur, at fleiri vinnu­út­byggingar kunnu ger­ast um okkara leiðir, fjørð­urin tolir tað ikki, og kommu­nan er í vatntroti, vit skuldu harvið sambært Nielsi verið komin at øllum mørk­um, hvat menning og vøkstri viðvíkir á ídnaðarliga øki­num. Ein trupul støða, táið at kalla alt lív á landi kring fjørð­in er komið av fjørðinum - úr fjøruni og niðaneftir. Tað hava ikki verið almennir stovn­ar, sum hava hjúklað um menningina higartil, tí fegn­ast vit ovurmikið, hvørja ferð tað eydnast vinn­uni at vaksa um tørvin á ar­beiðs­megi, og at vaksa í sær sjálv­ari, sum í hesum førinum á Glyvr­um. Greiningin av Skála­fjørð­ i­num er á mangan hátt røtt í grein­ini, fjørðurin er langur, gátt er fyri fjarðarmunnan og or­sak­að av amfidromisku streym­við­ur­skift­u­num við Føroyar er ong­in sjóvarfalsstreymur á fjørð­ inum. Hann kundi eis­ini nevnt, at fjørðurin er vard­ur fyri øllum ættum. Júst hesar orsøkirnar eru all­ar fjarð­ a­r­innar unikka potentiali. Hetta sá Tróndur í Gøtu fyri tús­und árum síðani, bretar fyri nærum trýfjerðingsøld síð­ani og nógv onnur fyri tað og síðani, og hesi verða fleiri í tíðini sum liggur fyri fót­um okkara í hini ókendu fram­tíð. Niels er kortini bang­in um vistfrøðina, nú alirisin á Bakka so skyn­ sam­iliga fer undir at mið­ savna og rationalisera sítt virk­semi. Kommunan hev­ ur sum so onki við tað at gera, vit medvirka bara í karm­a­pros­ess­ini, men ein fyritøka, sum kapp­ast dag og dagliga á heims­markn­ að­inum við matvørum, má til eina og hvørja tíð liggja í broddi fylkingar, á taki­ num, serliga mótvegis kapp­ ing­ar­neyt­u­num uttanfyri landoddarnar, og eg havi varhugan av, at leiðsl­an á Glyvrum hevur skilt hetta og handlar so vísi­l­iga út frá treytum, sum í al­tjóða handli støðugt flyta seg eftir eini optimerandi rás. Niels fabulerar um eitt mik­ið vaksandi útlát eftir út­byggingina, sum fer at gera tað, at vistskipanin í fjørð­inum ikki hórar und­ an. Nú eri eg hvørki lív- ella vistfrøðingur, men kort­ini átti hann, sum setir fram slíkar hypotesir, at kom­ ið við nágreiniligum tøl­ um og virðum sum pógva uppáhaldið. Dóma­dags­ pro­feti'ina. Annars er alt bara vátt krút. Eitt virki, sum fram­leið­ir heimsins bestu mat­v­øru, sum er skrá­sett í keyps­skál­a­num, og sum illa fær yv­ir­liv­að utt­an ein grønan pro­fil, bygg­ir sjálvsagt eftir teim­ um treyt­um, sum finnast í mynd­ug­leik­a­krøvu­num og helst om­an­fyri tað. Fyri sínar egnu sak­ir eisini, og Niels eigur als ikki at missa náttarsvøvnin av hesum. Tøknin hevur fyri langari tíð síðani loftað av­leidd­um viðurskiftum sum hes­um. Síðani bekymrar Niels seg um vatnviðurskiftini í Run­a­víkar kommunu. Hann rør fram­undir at vit, longu sum er, nóg illa megna at veita vatn til borgararnar og virk­ini í kommununi, hvør skal siga, hetta nýggja virkið á Bakka og aðrar møguligar út­bygg­ingar koma at liggja í vatn­troti. Man skuldi næstan hild­ ið, at maðurin var sendur í býin fyri at blackmaila Runa­vík­ar kommunu. Okk­ urt er, ið drívur hann. Veru­ leik­in er kortini, at støðan er góð viðvíkjandi vatni um okk­ara leiðir, stóru virkini, sum sjálv­sagt eru sannir vatn­slúk­ar, hava ikki mist ein ar­beið­s­tíma orsakað av vatn­troti, og húsarhaldini hava heldur ongan trup­ul­ leika havt. Kortini hava vit tikið avgerð um at fram­ tíð­ar­tryggja Runavíkar komm­unu, hvat vatnveiting við­víkur, og ætlanin er at brúka 35 milliónir krón­ur til eina ætlan, sum verð­ ur ivaleysa munagóð í ár­ atíggju frameftir, eisini til ta menn­ing og tann vøkstur sum fer at koma í vinnu og fólk­a­vøkstri. Farið er undir verk­ætl­anina at veita vatn yv­ir um fjørðin, av Skála yv­ i­r á Glyvrar og haðani niðan í brunnarnar omanfyri bygdina í Saltangará – om­ an­ fyri býin. Um eini 2-3 ár skuldi verið komið á mál við hesum átaki, og tí eigur Niels Midjord heldur ikki at missa náttarsvøvnin av hes­um til “høvið” uppfunna trup­ul­leika. Tað er frábært, at onkur ditt­ar sær til at vera við í sam­felgsins orðaskifti, kort­ini hevði tað sømt seg at eft­ir­kann­að uppáhaldini bara eitt lítið vet betri, enn Niels Mid­jord hevur gjørt tað í hesum før­i­num. Hetta líkist meiri eini kamu­ fleraðari vendetta til ­fyr­i­ mun­ar fyri onkran ann­an, enn eitt soburt íkast til kjak um eitt fløvandi vinn­u­átak á Glyvrum. Vit fegn­ast um tann góða lutin, at út­boðið til arbeiðsmegina er vaks­ andi í økinum, og tað gera vit eisini, táið tað grør um gang­andi fót í Fuglafirði og í Klaksvík.