Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 89 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MFS: Gleðast um ætlanirnar hjá landsstýrinum Regin Berg formaður Meginfelag Føroyskra Studenta Ætlanirnar hjá landsstýrinum við­víkjandi barsils- og ALS skipan­ini eru góðar. Tað var gott at hoyra løgmann siga, at samgongan vil arbeiða fyri, at lesandi skulu kunna fáa úr ALS skipanini, meðan tey leita eftir arbeiði, og at barsils­skipanin skal geva les­ andi nakað av peningi. Hetta eru ætlanir, sum veruliga kun­nu gera lívið lættari hjá teim­u­m, sum vilja búgva í Før­oy­um. Tøkk til Johan Dahl Tað eru nógv ár síðani, at MFS fyrstu ferð vísti á, at tað er ein trupulleiki, at lesandi ikki kunnu fáa nakra veiting, tá tey seta búgv í Føroyum. Ser­liga hjá teimum, sum búg­ va uttanfyri Føroyar, er tað ótrú­liga torført at hava eitt arbeiði klárt, tá ein kemur heim. Arbeiðsgevarar vilja tosa við fólk. Teir vilja kenna tey, vita at teir kunnu líta á tey, og fáa eitt opið prát. Tað rigg­ar heilt einfalt ikki líka væl at tosa gjøgnum eina telefon ella Skype. Skal ein byrja sítt egna í Føroyum, tek­ur tað eisini tíð. Hevur ein familju, ella vil ein bara liva onkra aðrastaðni enn heima hjá foreldrunum (um foreldr­ ini eru væl fyri), so er tað heilt einfalt ótrygt at flyta til Føroyar sum er, tí hvussu skulu vit fáa mat á borðið? Í Danmark er trygd og ein kann tosa við arbeiðsgevarar and­lit til andlits. Tí er støð­ an í løtuni serstakliga kapp­ ingar­av­legandi, og ein skal antin hava eitt arbeiði ella rað­festa Føroyar óvanliga høgt, fyri at flyta heim. Finna ALS og landsstýrið hin­vegin fram til eina loysn, sum ger so at føroysk les­andi fáa pening úr ALS – bara í nakrar mánaðir, um ikki annað – so gerst alt so nógv lættari. Arbeiðsloysið er lægri í Føroyum, nógv hava familju her og tað er trygg­ari hjá børnum. Tað er so ótrú­ liga nógv, sum talar fyri, at vit sum lesandi vilja flyta til Føroya, at tað er synd, at fíggjarliga støðan hjá familj­ um skal forða les­andi at flyta heim. Tí vilja vit ser­liga takka Johan Dahl, lands­stýris­ manni í vinnu­mál­um, at hann hevur arbeitt so nógv fyri, at lesandi skulu fáa eitt gjald í eina tíð, tá tey flyta heim. Somuleiðis vilja vit takka honum, at hann hevur hugs­að um tey lesandi, tá hann kom við uppskotinum at betra barsilsskipanina. Tað er helst óneyðugt at siga fólki, hvussu fíggjarliga tungt tað kann vera at fáa børn, og tá eru eini 4.000 kr,- um mán­ að­i­n í lestrarstudningi ikki nóg mikið. Arbeiða á fleiri frontum Løgtingslimurin fyri Fólka­ flokkin, Hanus Samró, hev­ ur verið úti og sagt, at hann heldur at MFS og Vinnu­ mála­ráð­ið eiga at arbeiða meira við Jobmatch, heldur enn at fáa lesandi uppí ALS. Løgtings­limurin noyðist als ikki at vera stúrin á hesum øki­num. Eingin lesandi tímir at lesa í 3, 5 ella enntá 8 ár, fyri síðani at koma í ALS. Tvørt­ur­ímóti er tað so, at næst­an øll eru lestrartroytt móti endanum, og bara gleða seg til at sleppa at arbeiða. ALS skal heldur ikki vera ein varandi inntøka. Tað skal bara vera ein fyribils veiting, sum hjálpir familjum og ein­ stak­ling­um at líka finna eitt stað at búgva, og fáa mat í munnin, meðan tey leita eftir arbeiði. Tað er hóast alt torført at búgva í einum landi, um ein ikki kann geva børnu­num hjá sær tak yvir høvd­ið og mat. Jobmatch arbeiða vit eisini óført við. Tað eru tíggju­tals fólk í MFS, sum næst­an øll arbeiða sjálv­boð­ ið, fyri at betra um um­støð­ ur­nar hjá teimum lesandi. So vit hava orku og fólk, til at bæði arbeiða fyri Jobmatch og øðrum evnum. Vit arbeiða t.d. eisini fyri, at studningurin og at barnastudningurin til lesandi í Føroyum skal hækk­ ast. Skipanin í Før-oy­um má ikki vera eitt minus, tá fólk gera av, hvørt tey skulu lesa í Føroyum ella uttanlands. Tí Føroyar hava brúk fyri les­andi, og nógv okkara vilja búgva her, og vera við til at gera Føroyar betri. Les­ andi eru ein inntøka. Bæði mentan­arliga, sosialt og fíggjar­liga eru lesandi ein inn­tøka, ikki ein útreiðsla. Tí er tað at vit í MFS gleð­ ast so nógv yvir, at tiltøk eru komin og byrja at koma uppá bein­ini, sum vísa at Føroyar eisini vilja hava tey lesandi. Job­match, ætlan­ ir­nar hjá lands­stýri­ni­num við­víkj­andi ALS og barsils­ skip-an, leinkjan.fo, “Vit vel­ja Føroyar” tiltakið og so fram­vegis. Hetta er alt tílíkt, sum lesandi hava ynskt sær í longri tíð, og tað ger tað so nógv lættari hjá okkum at siga, at vit VILJA búgva í Før­oyum. Vegna Meginfelag Før­ oysk­ra Studenta, Revgin Berg, formaður Búnaðargrunnurin og landbúnaðurin Nýliga eru stórar upphæddir játtaðar úr Búnaðargrunninum til landbúnaðin. Í 2011 vórðu í rundum tølum 80 milliónir krónur játtaðar yvir 10 ár í felagspulju og í ár eru 25 milliónir krónur játtaðar yvir 6 ár til stráfóðurstuðul. Hetta gevur yvir 100 milliónir krónur. ... Sjúrður Knudsen stjóri í Búnaðar​ grunninum Seinastu tíðina hava nógvar søgur verið í bæði teimum prentaðu og teim luftbornu miðlu​num um føroyska land​ bún​að​in. Felags fyri tær er, at tær hava málað eina dapra mynd av verandi umstøðum og útlit​ un​um fyri framtíðina. Og felags fyri tær er eisini, at Búnaðargrunnurin annað​ hvørt beinleiðis ella óbein​ leiðis fær skyldina fyri ein stór​an part av ólukkunum. Men adressan er skeiv. Búnað​ar​grunnurin er ikki ein mótspælari í før​oys​k​um land​ búnaði. Bún​að​ar​grunn​urin er viðspælari, men hevur sín​ ar reglur at virka eftir. Undan páskum høvdu Óla Jákup Müller og Frit​leiv Joensen, báðir fyrr​verandi bøndur, eitt lesara​bræv í miðlunum undir yvir​skrift​ ini “Nøkur orð um Bún​að​ ar​grunnin, og skilið har”. Í grein​ini fingu bæði stýrið og leiðs​la í Búnaðargrunninum av at vita. Tað kundi verið nóg mikið at kveistra allar ákærurnar í lesara​brævinum frá sær sum grund​leysar – tí tað eru tær – men vil eg kortini her gera hesar viðmerkingar: Í fyrsta lagi skal eg gera púra greitt, at leiðslan í Búnað​ ar​grunninum hevur fult álit á Gunnari Bjarnason, ráð​geva. Hann er sum einasta starvs​ fólk í grunninum nevnd​ur við navni í greinini og er fyri so grovum ákærum, at talan hevði verið um em​bætis​mi​s​ nýtslu, um tær vóru sann​ar. Tað eru tær sjálvsagt ikki. Tvørturímóti hava vit stóra virðing fyri Gunnari Bjarna​ son, sum ger eitt kom​pe​tent og sam​vitsku​fult ar​beiði fyri Búnað​ar​grun​n​in. Í øðrum lagi vil eg púra greitt vísa aftur, at nak​ar, sum leitar sær hjálp hjá Búnað​ar​grunni​num, bara verð​ur vend​ur í hurð​ini og ikki fær nak​ra við​gerð, sum les​ara​bræv-høvund​ar​nir reka fram undir. Um onkur kennir seg ella sínar umsóknir órættvíst við​ far​nar av Bún​að​ar​grunni​ num, kann viðkomandi loyva miðlu​num at fáa fult innlit í viður​skiftini, um hildið verð​ ur, at almenningurin eigur at síggja viðgerðina, sum Bún​að​ ar​grunnurin hevur staðið fyri, og for​treyt​ir​nar fyri henni. Búnaðargrunnurin hevur sjálv​sagt tagnarskyldu og kann ikki leggja máls​við​ gerð​ir ella aðrar við​kvæmar persón​upp​lýsingar alment fram, men onki forðar hinum parti​num í at gera tað. Í triðja lagi vil eg, nú tað í lesarabrævinum verð​ur sett spurnartekin við gegnið hjá ávísum stýris​limi, strika undir, at tað er lands​stýris​ maðurin í fiski​vinnu​málum, ið eisini varð​ar av land​bún​ að​a​r​mál​um, sum hevur eftir​ litið við stýrinum fyri Búnað​ ar​grunnin og eisini setir fýra av stýrislimunum. Hesir fýra velja síðani fimta stýrislimin, og stýrið skipar seg sjálvt. Í fjórða lagi vil eg vísa á, at festini eru almenn ogn, og tað eru tey, ið eiga pengarnar á festi​kontunum, og ikki festi​ bønd​ur​nir persónliga, sum lesara​bræv-høvundarnir ann​ ars leggja upp til. Í stórt uppsettum greinum í Sosialinum 24. mai verður so aftur ein mynd málað, har lesarin valla fær gjørt sær aðra niðurstøðu, enn at Búnað​ar​grunnurin er størsta forð​ing​in fyri, at nakar bóndi slepp​ur at gera íløgu í festið, hann umsitur. Høvuðssøgan er um ein fest​ara, ið heldur Bún​að​ar​ grunn​in seta órímilig krøv til trygd fyri lánveiting. Her vil eg enn einaferð minna á, at bóndur, ið kenna seg skeivt viðfarnar av Búnað​ ar​grunninum, kunnu lata al​ menn​ing​in fáa innlit í máls​ við​gerðina og øll skjøl henni við​víkj​andi. Í sama blaði skuld​setir formaðurin í Bónda​felag​num, Sigert Patursson, Búnað​ar​ grunn​in fyri ikki at virka til frama fyri bøndurnar. Hann sigur størsta trupul​ leikan vera, at bøndurnir verða kravdir at hefta persón​ liga fyri øllum lán​um úr Bún​ að​ar​grunni​num, og at láni​ politikkurin hjá Búnað​ar​ grunni​num ger, at ongar íløg​ u​r verða gjørdar í før​oysk​ an landbúnað. Í somu grein verð​ur Sigert Patursson tí​ skil skýrdur at vera eitt ein​ dømi, tí hann sjálvur brúkar Búnað​argrunnin sum fígging​ ar​veitara. Alt hetta er beinleiðis skeivt. Búnaðargrunnurin hevur lógar​festa skyldu at tryggja síni útlán best møguligt. Og tað verða sanniliga gjørdar íløgur í føroyskan land​búnað. Hesi seinastu árini eru stórar íløgur gjørdar í fleiri fjós, umframt nógvar aðr​ar íløgur, har tíverri ikki allar tó hava givið bøndunum størri avkast. Búnaðargrunnurin er høvuðs​fíggjari í fleiri av hes​ um verk​ætlan​um, so tað eru alt​so aðrir bøndur enn for​ mað​ur​in í Bóndafelagnum, sum brúka Búnaðargrunnin. Nýliga eru harafturat stór​ar upphæddir játtaðar úr grunninum. Í 2011 vórðu í rundum tølum 80 millión​ ir krónur játtaðar yvir 10 ár í felagspulju, harav megin​ parturin fer til velti​stuðul. Í ár eru 25 millión​ir krónur játtað​ar yvir seks ár til strá​ fóður​stuðul. Báð​ar hesar upp​hæddirnar stuðla so​ statt beinleiðis mjólka​fram​ leiðsluni. Og tað sama gera tær 52 milliónir krónurnar í útistandandi skuld, sum grunn​urin júst hevur fingið loyvi frá Løgtinginum at av​ skriva. Umframt hetta hevur Løg​ting​ið í ár játtað seks milliónir krónur úr Bún​að​ar​ grunninum til Kolturs​verk​ ætlanina og fimm milliónir krón​ur til Búnaðar​stovuna til við​líkahald. Til samans gevur hetta í rundum tølum 168 millión​ ir krónur, sum upp á stutta tíð eru latnar úr Bún​að​ar​ grunni​num, og nógv tann størsti parturin fer sum nevnt beinleiðis sum stuðul til mjólka​fram​leiðsluna.