Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Verkætlanarleiðari á TAKS www.taks.fo Verkætlanarleiðarin er partur av KT-deildini. KT-deildin mennir og røkir KT-fakskipanirnar hjá stovninum. Eisini tryggjar deildin, at TAKS tøkniliga er ført fyri at umsita allar leypandi broytingar í landsins skatta- og avgjaldslógum og kunngerðum. Á KT- deildini starvast fýra fólk umframt leiðaran. Uppgávurnar hjá verkætlanarleiðaranum eru m.a.: • At menna virksemi hjá stovninum til at verða stýrt eftir einum verkætlanarleisti • At betra arbeiðsgongdirnar • At leiða ymsar KT- verkætlanir • At samskipa samstarvið millum ymsar áhuga- bólkar í samband við menning og íverksetan av KT-skipanum. Førleikar Hóskandi útbúgving er t.d. HD ella Cand. Merc. Dat., men eisini umsøkjarar við øðrum útbúgvinum kunnu søkja. Fyri at røkja starvið er neyðugt við hollari vitan um kunningar tøkni. Royndir í verkætlanarleiðslu eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Eisini er gott, um tú hevur royndir innan almenna umsiting. Starvið sum verkætlanarleiðari á KT-deildini krevur kunnleika og eldhuga, og tann, ið søkir, skal: • Hava framúr góð evnir at samstarva og arbeiða í toymi • Hava sera gott yvirlit • Duga væl at skipa arbeiðið og at taka avgerðir • Hava hug og hegni til at læra um ymisk fakøkir og arbeiðsgongdir. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Damgaard, KT-leiðara, eftir 25. august á telefon 352600. Send umsókn, CV, ummæli og avrit av próvnum í telduposti til taks@taks.fo í seinasta lagi 6. september 2013, kl. 12.00. Merkt: Umsókn verkætlanarleiðari Ein av okkara verkætlanarleiðarum fer í annað starv, og tí tørvar okkum ein nýggjan. Nærlagni, arbeiðssemi og ábyrgdarkensla eru eginleikar, ið vit virðismeta høgt. Starvslýsing: Netumsitari Vodafone hevur sum tele- og breibandsveitari eitt umfatandi net, og krøvini til rakstrarstabilitet eru høg. Dámar tær avbjóðingar, so hava vit starvið til tín. Um starvið Uppgávurnar fevna breitt, og eru m.a.: Netumsiting, -viðlíkahald og -yvirveking Trygdarskipanir Umsiting av VoIP-pallinum og av IP adressum Samstarv við SLA-veitarar Dokumentatión Vera við í ráðleggingini viðv. dagføringum og útbyggingum Tù kemur eisini at loysa ávísar servarauppgávur, eitt nú á okkara VMware palli. Tínir førleikar Vit ímynda okkum, at tú hevur: hóskandi KT-útbúgving og drúgvar royndir holla vitan um Cisco-tøkni og annan net-útbúnað eitt gott arbeiðslag, er røkin og er ágrítin góð samstarvsevni, men kanst arbeiða sjálvstøðugt og málrættað eitt lætt lyndi og góðan tænastuhugburð og ert skyldurøkin og kann, um neyðugt, arbeiða skeivar tíðir Vit bjóða eitt krevjandi og spennandi starv við skiftandi uppgávum eitt starvsøki, har menningin gongur við rúkandi ferð góðar møguleikar fyri fakligari menning og samstarv við størri fyritøku Løn og setanartreytir verða gjørdar í samráð við leiðsluna. Umsókn Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Kurt Samson á telefon 502062, ella senda ein teldupost til ks@ vodafone.fo Freistin at søkja starvið er 11. august 2013 og um sóknin skal sendast til: Vodafone Att.: Gudny Langgaard Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost til gl@vodafone.fo Um Vodafone Kjarnuvirksemi hjá Vodafone er mobil- og fast net- telefoni og breiðbandssamband. Vodafone hevur í dag á leið ein triðjing av føroyska marknaðinum. Hornasteinurin í virkseminum eru góðska, nýhugsan og kundarøkt. Um 30 ársverk eru í Vodafone. Netumsitari til Vodafone vodafone.fo Starvslýsing skrásettir grannskoðarar J.C. Svabosgøta 48 Postboks 2210 110 Tórshavn Telefon: 309400 Fax: 309409 roknskap@roknskap.fo Roknskaparfelagið Grannskoðan • Ársfrásøgn • Bókhald MVG • Skatt • Ráðgeving Vegna summarfrí er skrivstovan afturlatin frá 12. aug. til 30. aug. 2013