Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Gamli Sloan 175 ár Tann 4. september eru liðin 175 ár síðani, at William G. Sloan, upprunin til Brøðrasamkomuna í Føroyum, varð føddur í Dalry nærindis Glasgow í Skotlandi. Dagur verður mintur í Dalry Hvat ið ein annars heldur um boðskapin hjá Sloan, so er eingin ivi um, at hann hevur havt stóra ávirkan á føroyskt trúarlív og harvið á føroyska samfelagið. Meðan Plymouth Brethren, sum almenna heit­ ið er, bert eru ein viðfáningur í flestu londum, so eru Brøð­ urnir í Føroyum ein stórur partur av føroyska fólkinum, og ávirk­anin á samfelagið av hesi rørslu er og hevur verið stór. D.J. Danielsen, Dollin, skriv­aði um ættina, at Sloan "var af skotsk herkomst, der flygtede til Irland i Stuart kongernes tid. Flere af hans slægtninge ere kendte mænd i lægevidenskaben i Skot­ land." Foreldrini hjá Williami vóru Elisabeth og Nathanael Sloan, sum vóru katolikkar. William kundi eins væl verið deyður longu sum smá­drong­ ur. Tá datt hann nevniliga í Rye ánna, sum rennur gjøg­ num Dalry. William spældi á áarbakkanum og var áhald­ sin. Har var eingin hjástadd­ ur, og sostatt tóktist at vera úti við honum. Men tað var so heppið, at ein dóttir á harragarðinum beint við hevði sæð tilburðin gjøgnum vindeygað. Henni eydnaðist at fáa bjargað illa stadda dronginum upp á turt. Eina ferð, hann seinni kom til Dalry, fekk William høvi til at takka hesi nú eldri kvinnu fyri at hava bjargað lívi hansara. Sum ungur dámdi William væl at dansa. Hann dugdi at spæla fiól, og hann spældi eisini í dansi. William bleiv umvendur á ungum árum. Hann starv­ aðist tá í einum handli, sum seldi rúsdrekka. Hetta hevði hann ikki samvitsku til, og hann fekk tá starv sum selj­ ari av kristiligum bókum. Í hesum sambandi kom hann eisini til Hetlands at virka. Her fekk hann nokk so tíðliga áhuga fyri Føroyum. Staddur í Lerwick í Hetlandi skrivar hann m.a. í dagbók síni 28. mai 1865: “Hugur mín hevur verið nógv tikin av viðurskiftunum í Føroyum. Eg havi hoyrt, at har búgva umleið 8.000 menn­ iskju, og einir 700 hetlend­ ingar royna har at kalla alt summarið, eisini fransar og eingilskmenn, so einir 1.000 útlendingar eiga at seta inn har hvørt ár.” Síðan heldur hann, at tørvur var á andaligum virk­ semi í Føroyum: “Tí kenni eg meg drivnan og villigan til at fara har at arbeiða í Guds navni og styrki. So við hjálp Harrans geri eg av at fara til Føroya at prædika Jesus.” Ein trupulleiki var kortini, at hann var trúlovaður. Gent­ uni dámdi einki hesar ætl­ anir, og tað kom til einkis. Óhugaligt í Havn Útgjørdur við nøkrum don­ skum bíblium, danskari mál­ læru, ensk-danskari orða­bók og viðmælisskrivi frá het­ lendskum handilsmanni til sýslumannin H.C. Müller fór Sloan ein dag í 1865 við hetlendskum langbummara frá oynni Papa Stour til Før­ oya. Teir koma á Havnina ein ilsligan dag, og William Sloan varð førdur í land. Havnin var tá bert 170 fátækslig hús. William Sloan, sum tá var 27 ára gamal, fall næstan í fátt, og hann fekk eina kenslu av, at her mundi hann ikki fara at støðast. Hann skilti ikki málið, og tað var eins og regn, landslag, hús og smáttur skaptu eitt dapurt helli uttan um hann. Fyrsta dagin fekk hann grind og spik til døgurða hjá madam Olsen, nú Áarstova. Annars búði hann fyri tað mesta hjá H.N. Jacobsen, og har hevur hann uttan iva hjálpt til at binda bøkur inn. Hetta dugdi hann. Sloan var stórur barna­ vinur og børnini flokkaðust um hann, har hann kom. Hann sang við teimum, legði hondina á høvur teirra og segði “Tro på Jesus.” Størsti trupulleikin var málið. Hann royndi seg við donskum, men hetta var fyrstu tíðina ikki serliga pro­ fessionelt. Sloan ferðaðist nakrar ferð­ir millum londini, men hann búsettist í Havn tíðliga í 1870-unum. Mangan hevði hann tað stríggið á ferðing millum oyggjarnar og bygdir. Hann kundi koma inn um garð­ arnar, móður svangur og at kroppi, og hann fekk ikki innivist. Stundum mátti hann herberga sær í úthúsum, og ikki var heilt sjáldsamt, at hundur varð beittur eftir hesum stillføra, tolna manni. Á einum útifundi blakaði onkur ein frens eftir honum og rakti hann undir vangan. Hann setti frensin niður á túnið og helt fyri: “Ikke pine katten!” Fyrsti dópur Sloan helt á við sínum virki í 14 ár uttan at síggja nakran ávøkst. Men sunnumorgun 31. oktober 1880 varð Dia í Geil doyptur á Eystaruvág. Hetta varð gjørt tíðliga morgni, so fólk ikki skuldu varnast tað. Men havnarmenn vóru morgunmenn, so tað var skjótt at hesi stórtíðindi frættust. Hetta skapti eina rættiliga øsing í Havn. At verða doyptur av nýggjum var av fólki rokna sum at falla frá fedranna trúgv og verri kundi ikki henda. Nakrar dagar seinni sendi ein maður hakan eftir Dia, tó uttan at raka. Dia var krypil og ill­ sintur, so tað lá væl fyri at happa hann. Sloans salur Um hesa tíðina varð eisini salur tikin í brúk, hann var bygdur í 1879. Grundstykkið varð keypt fyri kr. 216. Sagt varð í skeytinum, at grundstykkið “tilskødes til et forsamlingshus, der skal benyttes til Gudsdyrkelse og Evangeliets Forkyndelse og til Bekvemmelighed for dem, som fra Tid til anden maatte være Beskæftiget med dette Arbejde.” Umframt bretar í Føroyum hava beiggjarnir Djóni og Andreas, Dia, í Geil undir­ skrivað sum sannunarvitni. Hetta vísir eisini tollyndi hjá Djóna, sum tann kirkjumaður hann var. Húsini vóru 10x15 alin til støddar. Sloan húsaðist uppi á og hevði lítlan køk og stovu niðri undir. Restin av stovu­ hæddini var salur. Sloan kallaði húsið “Salen ved Tinghusvejen”. Men millum manna varð hann nevndur Sloan’s salur. Her var eisini fyrsti sunnudagsskúli í Føroyum. Salurin varð eisini nýttur til onnur endamál, sum til fundir í Fráhaldsfelagnum. Hetta hevði kanska samband við, at undangongumaðurin í fráhaldsfelagnum í Havn, Djóni í Geil, gjørdist svágur Sloan. Tað var nokk so skjótt, at Sloans salur varð ov lítil, og Ebenezer varð tikið í brúk í 1906. Tá varð Sloans salur yvir­ tikin av Klubbanum og varð nýttur til onnur endamál. Millum annað varð okkara tjóðsangur fyrstu ferð fram­ førdur í Sloans Sali, sum hann framvegis varð kallaður, 2. jóladag í 1907. Gott umdømi Sloan hevði sum so gott umdømi millum fólk. Ein danskur vitjandi greiddi frá, at tá ið hann kom uppá land í Havn, tók ímóti hon­um “Missionær Sloan, en gammel Skotte, der forlængst er blev­ et inventar og går omkring som en Pater Familias og er blevet Byens portør. Sloan har et godt syn, det er også det, der i dag får ham til at råbe “Grindaboð, grinda­ boð”. Hele byen bliver med et levende. Sloan, der ved, at den, som den første ser en grind, får hovedet af den største hval i flokken, råber og gebærder sig, så det høres over hele Byen. Hans færøske sprog bliver atter præget af det engelske, men ind imell­ em høres det stadig “Grinda­ boð, grindaboð”. Ein dani, Godtfred Peter­ sen, kundi eftir eina vitjan staðfesta, at “Hr. Sloan har forstået at vinde folket. Over alt bliver han modtaget med William G. Sloan avmyndaður 73 ára gamal í føðibýnum Dalry Salurin hjá Brøðrasamkomunu í Dalry.