Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 den største venlighed. Han hilser venligt, han rækker dem hånden, hilser på børn­ ene, spørger til manden, som er på fiskeri ved Island, siger et trøstende ord til en mor, som har mistet sit barn, formaner en gammel mand til at søge Herren, opmuntrer en blind kone til at glæde sig til Himlen og beder børnene om at passe på de små søs­ kende”. Í song við prósti Ein søga um Sloan er í Gøtu. Húsini á Dunganum í Syðrugøtu plagdu at taka móti gestum. Ein dagin bar so á, at sovæl Sloan sum prósturin á Nesi biðja um innivist. Tað var bert ein song tøk, og hetta kundi bara lata seg gera, um teir fóru í somu song. Men so tollyntir vóru teir báðir tveir, at hetta gjørdu teir. At tað má hava verið nakað trongligt í songini er ein onnur søga. Sloan doyði á sínum 76 ára føðingardegi 4. septemb­ er 1914. Hann hevði verið viknandi. Tað hevur verið sagt, at tað at Bretland fór uppí fyrra heimsbardaga ein mána frammanundan tók sera hart uppá hann. Tað verður eisini ásannað, at av øllum kríggjum var hetta kanska tað ørasta. Hesin heimsbardagin kostaði milli­ ó­num av ungum monnum lívið, og allir partar vóru taparar. Elspa Tann næsta at lata seg doypa gjørdist systir Dia í Geil, Elspa. Tað sigst at pápin Poul í Geil var ikki blíður, og helt at Dia og Elspa komu at gera naglan til kistu hansara. Hetta javnaði seg tó seinni. Tey giftust 11. oktober 1881. William Sloan var 19 ár eldri enn hon. Tey vóru borgarliga vígd í Skotlandi, tí hetta lat seg ikki gera í Føroyum tá. Elspa var kend sum ein lívlig og hittinorðað kvinna, sum í sínum ungu árum spældi sjónleik, og var hon stórliga fagnað. Eina ferð av sjálvum próstinum Hamm­ ers­haimb. Elspa og William áttu børn­ ini: Poul (1882-1953), Anna Elisabeth, kallað Betty (1885- 1938), Elisabeth (1887-?), Arcibald (1890-?), Ketty (1892- 1968) og Andrew (1896-1973). Tað er bert Andrew, sum eigur eftirkomarar í Føroy­ um. Børnini hjá honum og Ellu vóru: William, Elsebeth, Kris­ tina og Poul. Sum tað sæst í dagbókini hjá Petur Alberg vóru hann og Poul umframt at vera systkinabørn eisini bestu vinir. Av børnunum hjá Andrew er bara Kristina eftir á lívi. Kristin i Geil um Sloan Kristin í Geil hevði minn­ ing­arorð um gamla Sloan í Tingakrossi. Sambandið teirra millum var, at kona William Sloan, Elspa, var systir Djóna í Geil, sum var pápi Kristin. Kristin skrivaði: William G. Sloan f. 4. september 1838 Død 4. september 1914 I Fredags døde – paa sin 76. Fødselsdag – den Mand der gennem mange Aar har været kendt og afholdt som næppe nogen anden her paa Øerne, Missionær William Gibson Sloan. Et halvt Aarhundrede er svundet siden Sloan for første Gang kom her til som Missionær og Kolportør. Født i Dalry, Ayrshire i Skotland blev han i sin Ungdom op­ draget til Forretningslivet, men stærkt religiøst grebet som han var, rejste han nogle faa og tyve Aar gammel som Kolportør for et Missions­ selskab til Shetland. Her fik han for første gang at høre om Fær­øerne af en gammel Mand, som sammen med andre Shetlændere havde været paa Hvalfangst oppe ved Grønland, men som af en Fejltagelse fra Kaptajnens Side, der skulde sætte dem af ved Shetlandsøerne, blev sat af ved Færøerne, kom til Kirkebø og derfra til Thors­ havn. Af shetlandske Fiskere hørte han desuden jævnlig Færøerne omtalt, og ønsket om at lære disse Øer at kende voksede sig stærkere og stærk­ere hos den unge Kolportør. Han fik Overfart med et Fiskerskib, men mødte straks en Skuffelse i Forbudet mod at sælge de medbragte danske Bibler. Senere udtraadte han af Selskabets Tjeneste for at have frie Hænder i sin Virksomhed og gik fra nu af fuldstændig op i sin Gerning som Missionær indenfor “de aabne Brødres Samfund”. I 1881 ægtede han Elisabeth Isaksen, Thorshavn. Den sagtmodige ydmyg­ hed, der prægede William Sloans hele væsen og Frem­ træden vandt ham efter­ haan­den som Tiden gik mange Hjerter, omend Mod­ standen fra kirkelig side til at begynde med ofte gav sig grelle Udslag. Hans religiøse Forkyndelse gik ikke dybt, den var enkel og usammensat som han selv; men den bares oppe af en Gudstro og en opofrende Næstekærlighed, der maatte aftvinge Respekt hos enhver og gøre ham afholdt, hvor som helst han færdedes. Som kun de allerfærrreste har hans Liv i det store og smaa været bestemt af det Forbillede, der er givet i Jesu af Nazarets Liv og Lære. Kun de allerfærreste har baaret Kristennavnet med samme ret som William Sloan. ”Føðingardagurin” Sum lýst í bløðunum skipar ferðamannaskrivstvan 62 norður í døgunum 2-6. sep­ tember fyri einum busstúri til Skotland. Her verður dentur lagdur á at lýsa sam­ bandið millum Føroyar og Skotland. William Sloan er eitt gott dømi um hetta samband. Tí er eisini á skránni at vitja býin, har Sloan er føddur. Við í Dalry verður Tórður Jóansson og Neil Dickson, sum hevur verið vegleiðari hjá Tórði í samband við hansara dok­ tararitgerð um Brøðrasam­ komuna. Teir fara so at greiða frá støðum sum hava sam­ band við Sloan. Heilt tilvildarliga verður ferðalagið í Dalry júst 175 ára “føðingardagin” hjá Sloan, og onkursvegna verður eitt sindur gjørt burtur úr hes­ um. Keldur: Sigurd Berghamar, Andrew W. Sloan og Petur William Háberg. Ommusystir Petur var Elspa Sloan. Hann var føddur nakrar dagar áðrenn William doyði. Tískil varð hann eisini uppkallaður eftir gamla Sloan. Komandi Miðvika Í komandi tveimum Miðvikum verður greitt frá fram­hald­andi kann­ingum um Daniel J. Danielsen og hansara virksemi í samband við Congo. Nýggjar kann­ ingar vátta, at hann er ein partur av heims­ søguni. Hetta vekir ans í Bretlandi, USA og so langt burtur sum í Australia! Sloan syngur við børnum. Tekning: Ólavur á Váli Elspa í Geil giftist við William Sloan 11. oktober 1881. Børnini hjá Elspu og William Sloan. Aftanfyri v.f. Anna, Andrew, Poul. Frammanfyri: Ketty, Betty og Archibald. Hús við Tinghúsvúsvegin. Sloans salur er nr. 3 vinstru megin frá. Miðvikan