Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge KÍ - ÍF (Leygardagin 10. august kl 16.00) KÍ er framvegis í kreppu og klárar ikki at vinna ein fót­bóltsdyst. Í hinm enda­ num stendur nummar tvey í landskappingni, ÍF. Fugl­ firðingar eru uttan Høgna Madsen og Bartal Eliasen, sum báðir fingu leikbann, tá teir fingu gul kort í dystinum móti NSÍ. Hinvegin, so hevur KÍ mikukvøldið spælt seinnu hálvfinaluna móti í steypa­ kappingini móti EB/ Streymi. Eitt er at KÍ ikki hevur vunn­ið í yvir 100 dagar, men tað plagar heldur ikki at ganga væl á Summar Festivalinum. So tað er ilt at koma uttan um ein sigur til ÍF, sum hóast tapi fyri NSÍ tykist verða væl koyrandi. KÍ spælir væl í ein tíma, men klárar ikki at umseta til mál. Í hinum endnaum skorar ÍF og gjarna er tað Clayton. Sosialurin tippar 1-2 HB - Víkingur (Sunnudagin 11. august kl 15.00) HB er geitt oddalið og fær vitjan av Víkingi, sum er kom­ið upp á hestin aftur. Her er aftur talanum, at annað liðið hevur spælt í steypa­kappingini miku­ kvøldið, tá Víkingur vann seg í steypafinaluna. Sigfríður Clementsen er sterkur í taktiska spælinum, serliga tá mótstøðuliðið er sterkari. Her kann roknast við, at HB ikki sleppur at spæla sítt vanliga spæl, tí Víkingur fyribyrgir. HB er uttan Símun Samuelsen, sum eisini hevur givið avboð til landsliðið, meðan Víkingur er uttan Hans Jørgen Djurhuus, sum hevur klárað at samlað sær tíggu gul kort. Ein málfátakur dystur, sum endar við javnleiki. Sosialurin tippar 1-1 EB/Str. - TB (Sunnudagin 11.august kl 15.00) TB hevur framvegis ikki fing­ ið sett nýggjan venjara. Liðið er uttan málmannin Ivan Stojkovic, sum fekk reytt kort móti HB. Eisini sterki mið­verjin, Babacar Ndiour, hevur leikbann, tí hann hev­ ur fingið fim gul kort. Alt bendir á ein tryggan sigur til EB/Streym, sum miku­kvøldið vann seg í steypa­finaluna. TB hevur fingið nógv mál ímóti sær seinastu dystirnar, so helst verður roynt at binda fyri í verju­partinum, meðan EB/ Streymi ikki vil brúka meiri orku enn neyðugt. EB/Streymur taman dyst. Sosialurin tippar 2-0 07 Vestur - B36 (Sunnudagin 11. august kl 15) B36 er aftur á vinnarakós, eftir at teir vunnu á EB/ Streymi í Gundadali, meðan 07 Vestur tapti fyri AB á Argjum. B36 hevur tað við at missa stig móti minni góðu liðnum og tað er ikki ósann­ líkt, at tað hendir aftur hesa ferð. Tó tykist B36 hava fingið størstu ávaringina í umvenda dystinum í Gundadali, tá tað endaði við 0-0 javnleiki. Er 07 Vestur í goða lag­ num, so kunnu teir fáa ein javn­leik, men spælir B36 hin­ vegin væl, so klárar 07 Vestur ikki at standa ímóti. Sosialurin tippar: 1-2 NSÍ - AB (Sunnudagin 11. august kl 17) Einar Tróndargjógv hevur leik­bann og tí skal verjan um­skipast. NSÍ hevur annars fingið fatur á rætta endanum, men tapti mikukvøldið saman­lagt fyri Víkingi og kom ikki í steypafinaluna. NSÍ er upp í móti form­ sterkasta liðnum í Effo deildini, sum er AB. Men AB hevur ikki vunnið ein dyst á úti­vølli enn, so tað er kanska ikki so ræðandi fyri NSÍ at fáa argjamenn á vitjan. Allir menn eru tøkir hjá AB. Her kann roknast við, at NSÍ setir seg á dystin fyrsta tíman ella so, men at orkan hjá orkuríka AB lið­ num møguliga fer at gera munin seinastu løtuna, nú teir ongan steypadyst hava í bein­inum. NSÍ kemur á odda, men AB hálar ein javnleik heim móti endanum er ein møgu­ leiki, men fyrr ella seinni skal AB eisini tapa aftur og tað kann líka so gott verða sunnudagin. Klæmint A. Olsen skal gift­ast leygardagin, so tað er spenanndi um hann kemur beint úr brúdleypinum og beint inn á liðið? Sosialurin tippar 1-1 trondur@sosialurin.fo fótbóltur effo-deildin upptakt 100 dagar síðan kí vann Um vikuskiftið verður 19. umfar í Effo- deildini. Her eru metingarnar hjá Sosialinum undan umfar­ inum Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 18 13 4 1 47 17 +30 43 2 ÍF 18 9 6 3 38 30 +8 33 3 EB/Streymur 17 7 4 6 31 23 +8 25 4 B36 18 5 9 4 28 21 +7 24 5 NSÍ 17 6 5 6 26 28 -2 23 6 Víkingur 17 6 4 7 22 29 -7 22 7 AB 18 6 3 9 25 35 -10 21 8 KÍ 18 4 7 7 32 34 -2 19 9 TB 18 3 7 8 18 32 -14 16 10 07 Vestur 17 2 5 10 16 34 -18 11 Páll Klettskarð og KÍ hava ikki vunn­ið í yvir 100 dagar, og tað plagar heldur ikki at ganga væl á Summar Festivalinum Mynd: Álvur Haraldsen