Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Víkingur hevur takið á EB/Streymi Seinastu seks árini hevur EB/Streymur verið í steypafinaluni. Teir hava vunnið fýra av teimum. Tær sum teir hava tapt hava báðar verið móti júst Víkingi. So er spurningurin hvør hevur fyrimunin av hagtølunum. H E S A V I K U N A fótbóltur løgmanssteypið Rene Tórgarð: 5 Gjørdi alt tað, sum hann skuldi. Hann tók tey skotini, sum hann skuldi og var annars ein tryggur aftasti skansi. Gert Hansen: 3 Hevði rímiligt tak á Hjalgrími Elttør, hóast flestu av álopinum hjá KÍ vóru gjøgnum hansara síðu. Greiddi verjupart væl og innkøstini vóru vandamikil sum altíð. Marni Djurhuus: 5 Reisti seg eftir minni góða dystin móti B36. Hevði gott tak á Pálli Klettskarð og hinum framrættaðu hjá KÍ. Lesur spælið sum altíð væl og vinnur nógvar bóltar. Dánjal Davidsen: 4 Málið telur sjálvandi upp, men hevði onkrar minni hepnar støður við bóltinum – millum annað í fyrra hálvleiki. Spældi annars væl og sterkur í nærdystunum. Rógvi E. Nielsen: 3 Var ikki so sjónligur í framrættaða spælinum og av og á restani eitt sindur í í verjuspælinum. Er í menning, men manglar eitt sindur í avspælinum fyri at koma á sama stig sum onkir av viðspælarunum. Arnar Dam: 4 Ger tað ósjónliga arbeiði. Dekkar upp hvørja ferðir hinir á miðvøllinum fara í álop og er fyrsti maður at steðga mótálopunum hjá hinum liðnum. Tnn artin gjørdi hann eisini væl. Pætur Dam Jacobsen: 4 Tað er skjót at gloyma orkuna Pætur Dam Jacobsen leggur fyri dagin í einum fótbóltsdysti. Aftur mikudagin var hann fullur av orku og vann nógvar bóltar á miðvøllinum. Vann eisini luftdystin, ið gav Arnbjørn bóltin til 1-0 málið. Levi Hansen: 4 Spældi fyri tað mesta á vinstra vongi, men skifti við Hans Paula á miðvøllinum. Tað riggaði væl og Levi kom fleiri ferðir í góðar støður í vinstru síðu. Átii hornasparkið, sum Dánjal Davidsen stúraði í málið. Hans Pauli Samuelsen: 3 (▼80.) Hevur spælt betri dystir og var útskiftur, tá hann nærkaðist seinna gula kortinum. Sá uppgevandi í løtum, tá KÍ trýsti, men var hinvegin góður, tá EB/Streymur var omaná. Leif Niclasen: 2 (▼68.) Ikki ein av teimum góðu dystunum hjá toppskjúttanum, sum sjáldan fekk nakað sum helst burturúr. Bleiv eisini útskiftur í seinna hálvleiki. Hevði okkurt einkult skot. Arnbjørn Hansen: 4 Mál telja nógv upp hjá einum áleypara og tað gera tey eisini hesaferð. Arnbjørn fekk eitt gott mál, men spældi annars ikki ein av sínum betri dystum. Sørmund og Jógvan høvdu takið á honum í fleiri førum. Gunnar Zachariasen: 3 (▲68.) Fekk ikki nógv at arbeiða við á høgra vongi, men framtvingaði brotssparkið, sum Levi brendi. Megnaði ikki seta sín dám á dystin, men datt heldur ikki niður í millum. Niels Pauli Danielsen: (▲80.) Kom inn seinastu tíggju minuttirnar. Ov stutt tíð til at gera eina meting. Avrik: tøl 1 til 6 EB/str 2 (2) kí 1 (0) Tróndur Arge – Við Margáir Tað var ikki meir enn akkurát. Klaksvíkingar stóð í kø at skjóta bóltin í málið, men inn vildi bólturin ikki. Tá fyrri hálvleikur var liðugur var einki, ið bendi á, at KÍ í evstu løtu av dystinum fór at trýsta fyri at koma í finaluna. EB/Streymur var á odda 2-0 og 3-1 eitt samanlagt. Seinna málið kom í sein­asta minuttinum fyri hálvleik og KÍ spælararnir tóktust mátt­leysir, meðan sunda­ lags­menn gjørdu tað, sum teir eru best til. Nevniliga at koma í steypafinaluna. Hóast KÍ hevði trýst langt frammi á vøllinum, so gav tað einki mál. Heldur fekk EB/ Streymur fulla nyttu burtur úr tveimum innleggum. Fyrst var tað Gert Hansen, sum sendi ein høgan bólt innfyri, har Pætur Dam Jacobsen stút­aði hann víðari til Arnbjørn Hansen, ið skoraði. Seinna málið var hornaspark, sum stóri miðverjin, Dánjal Davidsen, stútaði í málið. Nú vóru góð ráð dýr. KÍ hevur ikki vunnið í yvir hundrað dagar og vóru upp í móti steypaliðnum yvir øll steypalið í Føroyum seinnu árini. Sørmund vendir dystinum Eitt korter inn í seinna hálv­ leik kom vendin í dystinum. KÍ fekk hornaspark, sum varð sent innfyri. Har var ein væl­spældandi Sørmund Kalsø hægstur og stútaði bóltin í málið. Nú var støðan samanlagt 3-2 til EB/Streym, men KÍ skuldi bara fáa eitt mál, so var KÍ samanlagt víðari við reglu­gerðini um útivallar­ mál. Brádliga spældi KÍ sum tað liðið søgan sigur at teir eru. Millum tey bestu í Før­ oy­um. Allir menn stríddist alt teir kundu og komu eis­ini til møguleikar. EB/ Streymur slapp heldur ikki í síni eyðkendu skjótálop, tí KÍ trýstið var so stórt hesa løt­una. Hvørja ferð bólturin kom innfyri var vandi á ferð. Stutt fyri tíð fær KÍ størsta møguleikan. Helst var tað innskifti Kristoffur Jakobsen, sum úr góðari støðu inni í brotsteiginum rakti bein í ryggin á somuleiðis innskifta Gunnari Christiansen. So grammir vóru klaksvíkingar hesa løtuna, at teir stóðu í kø at skjóta bóltin í mál, men tíverri fyri teir, og sigandi fyri gongdina hjá KÍ seinastu 100 dagarnar, so stóðu teir í vegin fyri hvørjum øðrum. Ein seinasta møguleika Stutt seinni fór EB/Streym­ ur í mótálop. Bólt­urin endaði hjá Gunnari Zachariasen, sum bleiv feld­ur. Brotsspark! Umsíður kundu sunda­lags­ í finaluna fyri 7. ferð EB/Streymur er fyri sjeyndu ferð upp í slag í finaluni um Løgmanssteypið, og KÍ hevur framvegis ikki vunnið, nú í yvir hundrað dagar. Tað restaði lítið í, at EB/ Streymur fyri fyrstu ferð í sjey ár ikki kom í finaluna, og at KÍ vann fyrsta dystin í yvir hundrað dagar akkúrát