hósdagur 8. august 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fólk fáa blóðtrýstið niður
á nakað, sum minnir um
normalt aftur. Umsetti Levi
Hanssen hetta brotssparkið
til mál, so var ongin vegur
aftur fyri KÍ.
Akkurát
hvat
Levi
Hanssen gjørdi er ilt at gita
um, men brotssparkið var
snøgt elendigt. Meinhard
Joensen í málinum hjá KÍ
hevði akkurát ongar trupul
leikar við bjarga skotinum og
halda bóltinum.
Nú fekk KÍ ein seinasta
møguleika at venda kapp
ingarárinum, men hvørja ferð
var ein EB/Streyma bein ella
Rene Tórgarð í vegin.
Tað endaði sum tað hevur
gjørt so oftani fyrr. EB/
Streymur er í steypafinaluni,
men KÍ framvegis í yvir
hundrað dagar ikki hevur
vunnið.
»Gamlir sirkushestar«
Í vikuni hava spælararnir hjá
EB/Streymir nærmast fingið
heitið gamlir sirkushestar.
Hetta skal skiljast á tann
hátt, at teir vita akkurát nær
teir skulu vísa síni kynstur
fyri áskoðararunum. Tað er
ikki altíð líka spennandi fyri
teir at spæla mitt í viku móti
onkrum av teimum smærri
feløgunum.
Men stendur nógv upp á
spæl, so verður faksið pyntað
og gomlu sirkushestarnir eru
klárir at gera tað, sum skal ti
fyri at fáa fólkini at klappa.
Hetta gjørdu teir aftur
mikukvøldið. Teir greiddu
sín setning í fyrra hálvleiki
og vóru alltíð á odda saman
lagt.
At KÍ so bara var eitt mál
frá at koma í finaluna var
nokk ikki heilt ætlanin, men
tá felagið hevur klárað tað
sjey ferðir upp í slag, so er
tað also ikki av tilvild – líka
mikið hvussu tætt KÍ var at
fáa avgerandi máli.
Hjalgrím mist
liðskiparabandið
Undan dystinum vóru stór
tíðindi at frætta úr hópinum
hjá KÍ. Nýggja venjaraparið
hjá besta liðnum, Eyðun
Klakstein og Pauli Poulsen,
valdu at geva Atla Danielsen
liðskiparabandið,
eftir
at
Hjalgrím Elttør, sum annars
hevur verið liðskipari, var
settur av liðnum undan
dystinum móti Víkingi farna
vikuskiftið.
Eyðun Klakstein vil ikki
koma nærri inn á akkurát
hví hann hevur tikið ta av
gerðina, tá han bleiv spurdur
á Rás2.
– Eg velji at siga, at Atli
Danielsen
var
liðskipari
seinasta dyst. Vit hava valt,
at hann skal eisini verða lið
skipari hesaferð, segði Eyðun
Klakstein undan dystinum í
mikukvøldið.
Tað tykist tó heilt víst,
at tað er ein avleiðing av
at Hjalgrím ikki hevur fylt
teimum reglugerðinum, sum
nýggju
venjararnir
hava
sett út í kortini. Eisini Ivan
Joensen var avsettur móti
Víkingi.
Sostatt
hevur
nýggja
venjaraparið sett sín dám
á hópin og víst hvør tað er,
sum ræður í KÍ.
Bæði Hjalgrím og Ivan
spældu væl mikukvøldið og
tað er tað minsta teir skylda
felagnum og áskoðarunum.
Alt við tað
gamla – og tó
At enda kunnu vit bara
staðfesta, at alt er sum
tað plagar í sundalagnum.
Sjeynda árið á rað eru teir í
steypafinaluni. Fýra ferðir
hevur EB/Streymur vunnið
steypakappingina. Tað vil
so siga, at teir hava tapt
tvær finalur. Báðar ferðir
móti Víkingi, sum er tað
einasta liðið í Føroyum, sum
onkursvegna kann venda og
snara hagtølunum í steypa
kappingini til sín fyrimun
móti EB/Streymi. Teir hava
nevniliga
ongantíð
tapt
eina steypafinalu móti EB/
Streymi.
Hvør verður so steypaliðið
í Føroyum – tað fáa vit at vita
24. august.
trondur@sosialurin.fo
Hjalgrím mist liðskiparabandið Undan dystinum vóru stórtíðindi
at frætta úr hópinum hjá KÍ. Nýggja venjaraparið hjá besta liðnum, Eyðun
Klakstein og Pauli Poulsen, valdu at geva Atla Danielsen liðskipara
bandið, eftir at Hjalgrím Elttør, sum annars hevur verið liðskipari, var
settur av liðnum undan dystinum móti Víkingi farna vikuskiftið.
Meinhardt Joensen: 3
Bjargaði brotssparkið, sum helt KÍ
inni í dystinum. Tað telur sjálvandi
nógv, men vísti aftur óneyðugan
ótryggleika við at missa lættar
bóltar í vandamiklum støðum.
Jóhan Jacobsen: 3
Kom væl frá nýggja leiklutinum á
høgra bakki. Gjørdi brotssparkið,
men kom annars væl framvið í
álopsstøðu og vísti at hann tordi at
fáa bóltin eisini. Átti frálíkt innlegg,
sum KÍ mundi skorað upp á í seinna
hálvleiki.
Sørmund Kalsø: 5
Dagsins spælari. Stóð sterkur í
verjuni og var ágrýtin frá byrjan.
Vann nógvar bóltar í verjustøðu
og skoraði eisini málið hjá KÍ. Var
koyrdur fram í álopið móti endanum
og kláraði eisini at órógva har.
Jógvan Isaksen: 4
Spældi somueliðis væl, men var ikki
eins sjónligur. Vinnur ikki nógvar
nærdystir móti Arnbirni, men lesir
spælið væl og gera serliga sína
ávirkan har.
Heðin á Lakjuni: 4
Tað var serliga gjøgnum vinstru
síðu, at KÍ hevði síni álop. Sum
oftast byrjaðu tey við Heðini á
Lakjuni, sum var millum bestu
spælararnar hjá KÍ. Spælir ongantíð
undir miðal. Kundi veri royndur á
vinstra vongi kanska?
Heðin Klakstein: 3 (▼74.)
Spældi væl í fyrra hálvleiki, tá
hann fekk pláss á miðvøllinum
og fordeildi bóltin væl. Í seinna
hálvleiki datt hann úr dystinum og
var útskiftur. Tí eitt 3-tal.
Ivan Joensen: 5 (▼83.)
Næstbesti maður á vøllinum hjá KÍ.
Vann nógvar bóltar og var ágrýtin
í nærdystunum. Slapp sær eisini
væl av við bóltin – bæði stuttar og
langar avleveringar.
Atli Danielsen: 3
Hevði fleiri óheppin bólttap á
miðjuni, sum kundi havt kostað
dýrt. Spældi annars upp ti sítt
vanliga miðal og tók ábyrgd sum
nýggjur liðskipari. Skuldi havt
skotið, tá hann í fyrra hálvleiki fekk
møguleikan.
Álvur Christiansen: 3
(▼83.)
Var ikki so sjónligur, men spældi ein
góðan fyrra hálvleiki, har hann var
ein virkin partur av høga trýstinum
hjá KÍ. Manglaði alltíð eitt sindur í,
at og Páll Klettskarð komu í góðar
støður sína millum.
Hjalgrím Elttør: 3
Hevði nakað at prógva og tað gjørdi
hann fyrstu løtuna, tá hann upp
til fleiri ferðir bjóðaði av á vinstra
kanti. Misti tó nakað av luftini í
seinna hálvleiki, men leitaði alltíð
eftir møguleikanum at fá avgerandi
málið.
Páll Klettskarð: 3
Hevði torførar arbeiðisumstøður,
men arbeiddi hart allan dystin.
Prøvaði fleiri ferði at fáa ymiskt
samanspæl at rigga í uppspælinum,
men tað manglaði alltíð eitt sindur í.
K. Jakobsen: 4 (▲74.)
Kom inn og gjørdi góðan mun. Var
nógv á bóltinum og dugdi væl at
finna sær pláss at venda á. Kundi
veri hetjan um skotið hjá honum ikki
endaði í rygginum á viðspælara.
G. Christiansen: (▲83.)
Vísti tekin um sínar góðu renningar
við bóltinum, men ov stutt tíð til at
gera eina meting.
Oddmar Marsten: (▲83.)
Kom inn í miðverjuna, men ov stutt
tí til at gera eina meting.
Avrik: tøl 1 til 6
Reaktiónin hjá Hjalgrími Elttør og
Ivan Joensen var poistiv, eftir at
teir vóru avsettir móti Víkingi.
Tað er ikki í ordan at
svíkja eitt so stórt lið
sum KÍ, tá tað stendur
so nógv á sum tað ger
í løtuni. Lítið hugaligt at hoyra, at
menn ikki halda seg til reglugerðina
í KÍ í hesum trongu døgum.
Meinhardt Joensen
Sørmundur Á. Kalsø Jógvan Isaksen
Johan Jacobsen ■ Heðin á Lakjuni
Atli Danielsen ■ Ivan Joensen
( 83. Oddmar Marsten)
Heðin Klakstein
(70. Kristoffur Jakobsen)
Álvur Christiansen Hjallgrím Elttør
(83. Gunnar Christiansen)
Páll A. Klettskarð
René Tórgarð
Dánjal Davidsen Marni Djurhuus
Gert Hansen Rógvi E. Nielsen ■
Pætur Dam Jacobsen Arnar Dam
Levi Hanssen
Leif Niclasen Hans Pauli Samuelsen ■
(68. G. Zachariasen) (80. Niels P. Danielsen)
Arnbjørn Hansen
EB/Str. - KÍ 2-1 (2-0)
EB/Streymur vinnur samanlagt 3-2
1-0: Arnbjørn Hansen, 29.
2-0: Dánjal Davidsen, 45.
2-1: Sørmundur Á. Kalsø, 55.
Dómari: Dagfinn Forná
Myndir: Sofus D. Johannesen