hósdagur 8. august 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur løgmanssteypið
Geza Turi
Atli Gregersen Erling Jacobsen
Bárður J. Hansen Hanus Jacobsen
Jann Ingi Petersen Sølvi Vatnhamar
(Elias Rasmussen, 89.) (Ingi Sørensen, 90.)
Kaj Leo í Bartalsstovu ■ Sam Jacobsen
Filip Djordjevic ■
(Dánjal Pauli Lervig, 83.)
Finnur Justinussen
Kristian Joensen
Andras B. Vágsheyg Jens Joensen ■
(Haraldur R. Højgaard, 74.)
J. Frederiksberg ■ Einar Tróndargjógv
Karl Løkin ■ Pól J. Justinussen
Jann Martin Mortensen
(Magnus H. Olsen, 57.)
Árni Frederiksberg Andy Olsen
Klæmint A. Olsen
NSÍ - Víkingur 1-1 (0-1)
0-1: Bárður J. Hansen, 42.
1-1: Klæmint A. Olsen, 87. (br.)
Dómari: Ransin N. Djurhuus
NSÍ
1 (1)
Víkingur 1 (1)
Hilmar Jan Hansen
Enn hevur Víkingur ikki ordi
liga fingið sligið sítt navn fast
í landskappingarhøpi, síðani
GÍ og LÍF løgdu saman og
undir víkingaheitinum høvdu
sítt fyrsta kappingarár í 2008.
Men tað leggja tey kanska
ikki so nógv í í Gøtu og
Leirvík, tí í steypakappingini
hevur Víkingur roynst so
mikið betur.
Mikukvøldið
megnaði
samanlagda felagið at spæla
seg í sína triðju steypafinalu,
og mótstøðan verður EB/
Streymur, sum sjey ár á rað
eigur annað finaluplássið.
Hinvegin vísa hagtølini, at
Víkingur hevur ikki smæðst
burtur, tí bæði í 2009 og í fjør
stóð Víkingur eftir sum vinn
ari – og sum einasta lið, ið ikki
er farið út sum tapari eftir
finalu ímóti EB/Streymi.
Seinna
hálvfinalan
á
Svangaskarði millum NSÍ og
Víking var kanska ikki so væl
spæld allan vegin ígjøgnum,
men tað bleiv frá báðum
pørtum arbeitt fyri sakini.
Og so hvørt sum dystinum
leið, øktist spenningurin og
møguleikin fyri, at mestsum
alt kundi henda. Fyrru hálv
finaluna vunnu teir ljósabláu
3-2, so teir høvdu annan fótin
í finaluni, tá dysturin fór í
gongd.
Uppiborin leiðsla
Eftir eina varna byrjan var
Víkingur skjótari at fáa
tamarhald á spælinum, og
burtursæð frá eini løtu fram
ímóti miðjuni á hálvleikinum,
har NSÍ hevði nakrar at
sóknir, hevði Víkingur munin
og spældi betur.
Sum tíðin gekk, øktist
trýstið frá Víkingi, ið hevði
betri samanspæl og í størri
mun sá út til at hava eina
ætlan við sínum spæli. Ta
einu ferðina luktaði av brots
sparki til Víking, tá Jann
Ingi Petersen fór um koll,
og sjálvur hevði hann eisini
størsta kjansin, men mátti
síggja Kristian Joensen í
NSÍ-málinum stórbjarga. Tað
lá líkasum í luftini, at okkurt
mál fór at koma, og besta
boðið hjá NSÍ átti Karl Løkin
við góðum hálvfluktara, ið
Geza Turi mátt tveita seg
heilt niður í stólparótina
eftir.
Mál kom eisini, og tað var
beint fyri hálvleik, at tað
bragdaði hjá teimum ljósa
bláu, tá høgri bakkur, Bárður
J. Hansen, krýndi eina langa
renning við at seta fótin á við
aftaru stongina, tá innleggið
kom innfyri úr vinstru síðu í
einum væl spældum álopi.
Leiðslan hjá Víkingi var
fult uppiborin, tí liðið hevði
lagt meira fyri og vísti størri
gramni, tá bólturin skuldi
fáast fram eftir vøllinum.
Álopskendu
spælararnir
fluttu seg væl fyri hvørjum
øðrum, og í nógvum førum
vóru teir hjá NSÍ um ein háls
og so kroystir, at teir settu
bæði eitt, tvey og trý góð
álop hjá Víkingi mestsum í
gongd – teirra millum eisini
tað, ið gav leiðslumálið fyri
steðgin.
Í seinna hálvleiki koyrdi
Víkingur eisini leingi við
sjálvstýraranum frá, tí ikki
var neyðugt at gera so nógv
hóvasták burturúr. Samlaða
leiðslan var jú 4-2, og so
leingi sum NSÍ ikki sá út til
at megna at hótta beinleiðis,
Víkingur
fyri triðju
ferð
Einasta liðið, ið hevur megnað at gjørt nakað við EB/Streym í
steypafinalunum síðstu seks árini, Víkingur, megnaði í gjárkvøldið
við javnleiki ímóti NSÍ at spæla seg í finaluna annað árið á rað. So
er spurningurin bara, um tað fer at rigga triðju ferð eisini…