Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur løgmanssteypið tóku teir í Víkingi sær heldur eingi óráð fyri. Kundu stolið alt Men so við og við kom NSÍ meira fyri seg, og eitt nú hjálpti innskiftingin av Magnusi H. Olsen munandi um inn­satsin. Tað bleiv nokk so nógv til høgar bóltar inn í brots­teigin hjá Víkingi, og tá spurdist sjáldan stórvegis vandi burturúr. Men í onkr­ um føri mátti Geza Turi tveita seg í fullari longd fyri at verja fyri, og sum dystinum leið, kundi meiri enn so henda seg, at NSÍ fekk svarað aftur. Tað hendi so, tá fýra min­ uttir vóru eftir og bólt­urin kom í hondina á onkrum ljósabláum inni í brots­ teiginum, og liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, trygt kundi smekka í meskarnar frá ellivu metra blettinum. Hetta tendraði ordiliga teir gulu, ið kastaðu alt fram ímóti endanum, og tað var um reppið, at innskifti Haraldur R. Højgaard fekk stolið sigurin og finaluplássið, var tað ikki fyri enn eini stór­ bjarging frá Geza Turi. Stuldur hevði tað helst eisini verið, um tann bólturin hevði farið inn og NSÍ kom í final­una, tí Víkingur átti tað allar­mesta av dystinum á Svanga­skarði og vísti seg drúgvari á flestu økjum, hóast tað endaði 1-1. Meira hevði Víkingur ikki brúk fyri, og fyri tað nógva var talan um trygga avgreiðslu, og so fæst at síggja um góðar tvær vikur, um Víkingur megnar at koppa EB/Streymi einaferð aftrat ella ikki. hilmarjan@sosialurin.fo – Hetta var ein harður um­ gangur, men vit hildu so stand og komu í finaluna, og tað eri eg glaður fyri, segði Finnur Justinussen, ið arbeiddi væl frammi í álopinum hjá Víkingi og alla tíðina gav verjuni hjá NSÍ ivaleysa nógv at gera. – At vit eru betri nú, enn vit hava verið, er helst, tí vit hava fingið betri verju­spæl og at vit nú eis­ini skora upp á møgu­leik­ar­nar. Finnur vísir á, at ein finala er altíð opin, og tað eru tvey lið, ið vilja vinna dystin. – Vit hava verið í tveim­um finalum ímóti EB/Streymi og vunnið á tveimum tvær ferðir, so tað kunnu vit væl eisini gera triðju ferð, sigur Finnur Justinussen. – Nú fara vit at royna at vinna okkum eitt nýtt pláss í Europa, og sum nú er, er lættasti vegurin hjá okkum at gera tað í steypa­kappingini, tí har eru vit bara ein dyst frá tí. hilmarjan@sosialurin.fo – Vit skuldu bara vinna 1-0 ella 2-1, so vóru vit í final­ uni, so tí er tað øgiliga skuff­andi, at vit ikki komu í finaluna, staðfesti lið­for­maðurin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, eftir seinnu hálvfinaluna ímóti Víkingi. Hann helt, at NSÍ spældi tveir øgiliga ymiskar hálvleikir, har av­rikið snøgt sagt ikki var nóg gott í fyrra hálvleiki, har Víking­ur fekk eitt mál, so tað bleiv mótbrekka restina av dystinum. – Men vit reistu okkum væl og vóru ikki langt frá at klára tað. Eg haldi, at vit kunnu vera ernir av okk­ara seinna hálvleiki, tí tað var bara svartasta óhepn­ið, at vit ikki fingu eitt mál aftrat ímóti enda­ num, segði Klæmint A. Olsen. hilmarjan@sosialurin.fo – Vit høvdu ein góðan fyrra hálvleik, har vit bara mistu eina løtu miðskeiðis, og vit byrjaðu eisini væl í seinna hálvleiki. Tá vit so mistu í seinna hálvleiki, fingu vit ikki ordiliga fatur í tí aftur. Men tað gekk allíkavæl, segði venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, eftir seinnu hálvfinaluna ímóti NSÍ. Meðan flestu av spælarunum nú skulu fyrireika seg til sína triðju steypafinalu, hevur hann sum venjari sína fjórðu, tí undan hesi komandi hevur hann tvær ferðir verið venjari hjá EB/ Streymi og eina ferð hjá B36 í steypafinalum. – Eg haldi, at vit høvdu tað hepnið, ið skuldi til, og handa fantombjargingin hjá Geza til síðst var helst tað, sum koyrdi okkum í steypafinaluna, staðfesti venjarin, ið svarar soleiðis upp á spurningin um, hvat tað er, sum nú er farið at rigga hjá Víkingi, eftir at tað ikki hevur gingið so væl: – At vit komu víðari í Europa League-kappingini og tá fingu nógvar dagar saman, hevur sjóðað okkum saman, umframt at vit hava fingið rættiliga gott tak á verjupartinum. Tað gjørdi eisini munin í dag, tí vit gjørdu tey røttu tingini og kláraðu tað. Harður umgangur Øgiliga skuffandi Verju­parturin gjørdi munin Myndir: Álvur Haraldsen Ljósablaðu víkingarnir eru aftur í finaluni um Løgmanssteypið