Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 90 · 9. august 2013 4 VIKUSKIFTI Tónleikalig tíðargrein Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Blív vaksin! Soleiðis verður tikið til, og tað er júst tað, sum er hent við før­ oyskum tónleikarum, sum eru at finna í yngru aldursbólkunum. Teir og tey hava tikið yvir, eru farin víðari. Heim­ urin liggur opin. Fyri 20-25 og 30 árum síðani settu tónleikabólkar seg í skuld fyri nógv­ar hundraðtúsund krónur fyri at keypa útgerð, so spælast kundi kring oyggj­ ar­nar. Yvir fjøll og firðir við ferju og bili hvørt vikuskifti. Kanska spurdist onkur útgáva burturúr, men vanliga fór manningin hvør til sítt, tá eini 5 ár vóru farin við ferðing og spæling í hvørjum króki í landinum, útgerðin goldin, og spæli- og ferðamøðin segði frá, eins og lívið kravdi meira og annað, enn at frí­ tíðarítrivið fylti alla avlopstíð. Knappliga hendi ymiskt, ið setti Føroyar á tónleikakortið. Musikkskúlin aldi fram dugnaligar tónleikarar, eisini tekniskt, ið við kunn­ leika bygdu á tað undanfarna, djúpa tón­leikaalskin, ið fólkið í Føroyum hevur, og á siðaarvin. Annað, ið hendi, var at heimurin gjørdist minni. Alnetið breyt niður mørk, og tók nærum burtur alla kenslu av fjar­støðu. Heimurin var ein annar. Ungu listafólkini merktu nýggja lotið. Lótu seg lyfta og sveima í nýggja og lýggja alheims lotinum. Ungu føroysku tónleikararnir hava, treyðugt so, útgávukonsertir í Føroyum, men líka vanligt er, at teir nú gera ferðir í Europa, tá teir lata eina útgávu úr hondum. Mangt er broyt síðstu 15 – 20 árini. Til tað betra. Vítt er nú til veggja í gandaheimi tónleikarans. Í dag stendur neyvan nakar mát við at umrøða, ella gera stórvegis burturúr øllum teim føroysku útgávum, ið floyma á lítla føroyska marknaðin, Men tær eru tó í líka stóran mun ætlaðar, og í øllum førum egnaðar, til alheimsmarknaðin: Ein freistast at siga alnetið. Tónleikur er ikki longur bert frí­ tíðar­ítriv. Vit eru nøkur, sum – hóast ung enn, minnast, tá flent varð í krókum eftir ungfólki, sum segði seg hava sum fram­tíðarætlan at gerast tónleikari burtur­av. Tíbetur broytist tíðarandin og rúm­ ligari gerst innangarðs, so hvørt sum tað eydnast onkrum av okkara at vísa sínar dygdir uttanfyri føroysku bøgarðarnar, og venda heim við viðføri, ið er øllum til íblásturs. Men føroyski fløgumeldurin hevur eisni tað við sær, at sumt dettur meira ella minni burtur ímillum. So stór er rúgvan av øllum tí, sum kemur út. Og tað er bert gleðiligt, um enn tað ger kapp­ing­ina harðari. Nógvar fløgur eru komnar síðstu 2 – 3 árini, sum kanska hava uppiborið meira umrøðu, enn rúm og tíð hevur verið til; kundi nevnt nýggjastu út­ gávuna hjá Guðruni Sólju, Hanusi, Lív, Stanley, Petur Háberg Jacobsen, Flamma og fleiri. Ikki alt er tónleikur, ið so lætt finnur sær veg í útvarpsræsurnar. Fari her heilt stutt at tríva – meira ella minni tilvildarligt – í rúgvuna av tí, sum komið er út nokk so nýliga. Ólavur Jacobsen Ólavur Jacobsen, f. 1964, er gamaní ikki einasti klassiski guitarleikarin, ið vit hava í landinum, men helst var hann tann fyrsti, ella í øllum førum millum teir fyrstu. Við ættini av Kamarinum í blóðinum, fekk hann íblástur frá leikandi pápanum, leikti Ólavur frá barnsbeini country og rock. Chet Atkins og aðrir gjørdust síðani fyrimyndir, meðan Led Zeppelin, Beatles og Hendrix eisini gjørdu sítt. Men so hoyrdi hann meistaran Segovia, og kann ein næstan siga, at restin er søga. Leitaði sær klassiska guitarútbúgving í Keypmannahavn hjá Ingolfi Olsen og víðari í París. Hann var ein av stovnarunum av bólk­inum Aldubáran. Fyri lítlum ári síðani gav hann út fløgu, har hann spælir guitar. Kári Bæk, Sunleif Rasmussen og Kristian Blak hava skrivað Ólavi verk, men eisini eru verk grundað á William Heinesen og Jógvan Waagstein. Onki at taka seg aftur í, at Ólavur meistarar klassiska guitarleikin, sum fáur. Og hoyrir ein so Ólav framføra á palli, so dugir hesin stillføri maðurin sum fáur, bæði at greiða frá, hugtaka, og við spæli sínum at rúnarbinda fjøld­ ina. Ólavur arbeiðir við nýggjari útgávu, frættist. Ólavur, og fløgan Awake my soul and Sound your Strings, er óivað millum útgávurnar seinnu tíðina, sum ikki eru mest havdar á lofti. Men tó er ein fjøld, ið tekur hetta til sín, og hin­ vegin er gleðiligt, at í útlondum hevur útgávan fingið mong rósandi orð, og vert er avgjørt at kunna seg um, hvat útlendskir ummælarar hava at siga um Ólav Jacobsen, tí tað eru stór og vøkur orð. MonkeyRat Í fjør kom onnur fløgan við MonkeyRat, sum føroyski Arnold Ludvig og canadiska Anna Iachino standa á odda fyri. Heimstað hava tey í Keyp­manna­ havn, men vitja nógv í Føroyum, her tey eisini hava búð og spælt. Fyrsta útgáva teirra, fekk góða undirtøku í Føroyum, og lá væl á føroysku listunum, t.d. 15 teim Bestu. Hendan seinna, nevnd Sunshine, er sama Gandaheimur tónleikarans Knappliga floygdur tók gandaheimur tónleikarans seg út um bøgarðarnar, og setti kós út í stóru verð. Knappliga var eitt ættarlið av tónleikarum, ið skoaði víðari, enn føroysku dansigólvini í niðurslitnum avhaldshúsum ella bygdarhúsum. Hevði dirvi, og als ikki sá nakrar forðingar á vegnum