Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 90 · 9. august 2013 5 savnsmynd bland av ymsum tónleikaættum, men um nakað, so er hon betri. Kanska betri spæld og í øllum førum sterkari á sang­ skrivarasíðuni við nøkrum fangandi løgum, og góðum tónleikaligum løtum, har tónleikarar vísa dygd, ikki minst Arnold á bassinum. Við sær hava tey nokkso fasta mann­ing, og t.d. er føroyski roWan (Róin Siggertsson) nokkso fastur sum gesta­sangari, eisini á útgávunum. Tónleikurin er bland av funk, jazz, rap, reggae...ja, ein kann næstan siga øll­um tónleikaættum, ið hugsast kunnu, ið so renna saman til hetta heilt serliga, ið hevur verið rópt Spoken Funk. Helst er hetta væl rakt heiti til tón­leikin hjá MonkeyRat. Avgjørt ein útgáva við dygd, og sum vísir ein bólk, sum er ávegis - frameftir. Í hesum døg­um vitjar bólkurin í Føroyum, og er hetta avgjørt eitt frískt lot í føroyska tón­ leika­skálanum. Edvard Nyholm Debess Fyri ári síðani, kanska eitt sindur meira, gav Edvard út fløguna Á Leið. Hann hevur í mong ár skrivað og gjørt sangir, eins og hann er kendur tónleikari og útvarps- og sjónvarpsvertur í tón­leika­ sendingum. Við Á Leið hevur hann gjørt dreym til veruleika. Hann hevur givið út eitt savn av sangum, har hann lýsir lívsins viður­skifti, so mong kenna seg aftur. Erlig og innilig er hendan útgávan, bæði tí sangirnir bera tað í orðum og tónum, men eisini tí tónleikaliga saman­ setingin er einføld og sera dygdar­góð. Við sær hevur hann nevniliga úr­mæl­ ingarnar og spælivinir sínar: Finnur Hansen, Rógvi á Rógvu og so bróður­ sonurin Uni Debess. Fløgan er innspæld í Svøríki, har hesir hava hugnað sær hjá tøkniginum Johannes Lundberg, ið eisini hevur ljóðblandað saman við Edvardi. Upp í lógvan Bara eitt tilvildarligt tak í rúgvuna av fløgum, har onkur telist millum teirra, ið ikki náddu fremst í meldurin av føroyskum fløgum, helst tí lurtara­ vinarligi poppurin eigur stóran part, tá ræsurnar senda tónleik. Men samanumtikið kann sigast, at í Føroyum grør um ganganddi fót, tá tað snýr seg um tónleik, og list yvirhøvur. Ein fullkomin viðgerð hevði kravt eina bókaútgávu, so bert hesi orð at enda í hesi grein: hugaheimur tónleikarans er sum upphavsins alheimur, ongi máls­ lig ella landafrøðilig mørk, bert møgu­ leikar. Arnold Ludvig hevur givið út jazzfløgu. Hetta er ein fragd, tí einaferð var tættari millum jazzdroparnar, enn tað er nú. Blábylgju­blues og dragandi dýpi. Váttligt hevur summarið verið, men langt er ímillum jazzdroparnar, um ein hugsar um føroyskan tónleik í dag, og so fyri eini 10 – 15 árum síðani. Men ein glotti er altíð at hóma, og Arnold Ludvig hevur við fløguni Voyages, sum hann gevur út saman við Arnold Ludvig Sextet, gjørt dagin ljósari – ella rættari: bláari. Her fara vit ikki í smálutir, men Arnold er kendur sum bassleikari í serflokki. So er tað sagt, og herfrá leypa vit eitt stórt lop víðari til dagin í dag, og aktuellu fløguna. Tað er so saniliga gleðiligt at hava eina jazzfløgu við føroyskum upp­runa í hondini. Tíðin við Jazzfelag og jazz­ útgáv­um blómaði í sjeyti- og áttati­ árunum, og langt hevur í sirminum verið millum jazz­droparnar seinnu árini. Voyages hjá Arnold og mann­ ing hevur bláan húsa. Ein mynd uttan av havi, úr alduni bláu, sum kavarin og myndamaðurin Ingi Sørensen hevur tikið. Vøkru oyggjar okkara síggjast handan aldukambarnar. Og tey seks løgini eru bygd upp sum ein ferð: Arnold greiðir í húsanu frá, at útlongsul hevði hann, eins og sjó­menn, tá hann sum piltur stóð á bryggjukantinum í Havn. Tónleikurin hevur tikið hann víða. Til Íslands, Canada og til Keypmannahavnar. Fløgan byrjar við fráferðini úr Før­oyum, úr Havn. Hon endar við ferð­ini til Keypmannahavnar, har hann nú hevur heimstað. Hetta er ein ferð. Arnold er ferða­ leiðari, og hann leggur út við sera vakrari fráferð, har hann fer úr Port Of Thor. Sera yndisligt lag, har ein veru­ liga verður tikin við, sveimar,eins og sjófuglurin yvir bylgjuna bláu. Hvar ein aftur fær fast undir føti er óvíst. Vakurt og hugtakandi. Arnold leiðir við bassi og aukustiskum guitari, eina í verð. Síðani verður bygt upp, og endað verður við Journey to Copenhagen. Hóskandi, tí har er lívlseið Arnolds nú, eftir fleiri millumlendingar, síðani frá­ferðina úr Havn (til Íslands). Hann hevur savnað gott fólk afturat sær, og sterku kompositiónirnar hvíla í friði, tí mannigin er sterk, og hevur dygdina til ikki at yvirspæla, har ein skal spæla. Og spælt verður, og styrki verður víst, hvør á sítt ljóðføri. Arnold vísir styrki sum bassleikari, sum so oftani áður, men fær her eis­ ini víst, at hann væl lyftir leiklutin sum leið­andi maðurin, skrivarin, tilrættis­leggjarin, leikarin. Og sum bassleikari verð­ ur hann ikki tikin. Vøkur ferð við Arnold Ludvig, avgjørt vert at seta seg at lurta eftir. Ella at fara út á eitt live-stað í Føroyum at lurta eftir, tí Arnold er í Føroyum í hesum døg­um í samband við útgávuna. Blábylgjublues og dragandi dýpi. Vakur­leiki og vælspælandi snill­ingar. So einfalt og tó. Arnold vísur megi á ferð – á fløgu og í Føroyum Knappliga floygdur tók gandaheimur tónleikarans seg út um bøgarðarnar, og setti kós út í stóru verð