hósdagur 8. august 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 9. august 2013
6
VIKUSKIFTI
Festivalurin
har øll syngja við
Festivalurin har øll syngja við og har hugnin er í hásæti, plaga
fyrireikararnir at siga. Á tíggju ára jubileumsárinum hava fyrireikararnir
spent seg út og tryggjað, at skráin er meiri fjølbroytt enn undanfarin
ár. Summarfestivalurin er longu byrjaður, men á hesum síðum varpa
vit ljós á nakrar av teimum upplivingum, sum eru eftir at heinta
lagt til rættis: Rólant Waag Dam
Boys In A Band
Bólkurin vann Global Battle of the Bands og hevur verið á konsertferð í USA,
Kanada og Evropa, men seinastu árini hevur akkurát einki verið at hoyrt
frá teimum. Bólkurin hevði takkað fyri seg, og limirnir høvdu kastað seg
út yvir aðrar verkætlanir. Í summar hevur bólkurin gjørt comeback – bæði
við framførslum í Týsklandi, á G! og nú eisini á Summarfestivalinum.
Legends - Voices of Rock
Summarfestivalinum so líkt, so spola teir tíðina nøkur áratíggjur aftur, tá
fýra nøvn, sum vóru nógv frammi í sjeyti- og áttatiárunum, trýna á pall undir
navninum Legends – Voices of Rock. Tónlistarliga peikar tað ikki frameftir, men
tað er tað ikki alt sum skal gera. Í øllum førum eru tað nógv, sum gleða seg
til at hoyra Joey Lynn Turner, Bobby Kimball, Bill Champlin og Robin Beck.
Bros
Tað verður nostalgi fyri allar pengarnar, tá løgtingsformaðurin við bólki trýnir á
pallin leygarkvøldið. Feðgarnir Jógvan og Bárður góvu fyri kortum fløgu út saman,
og Bárður verður eisini við á pallinum, umframt at fleiri av upprunamanningini
í Bros eisini verður við, tá tíðin verður spolað aftur í áttatiárini og løg sum
»Nú er summartíðin gylta« og »Børn spæla sær á sandi« ljóma yvir Vágsbø.
URBANUS
Urbanus Olsen fer einsamallur á pall á heimavølli, tá hann skal undirhalda
í tjaldinum fríggjakvøldið. Fleiri kenna hann frá The Ghost, frá tónleikinum
hjá Swangah og við remixum av eitt nú Guðrun Pætursdóttir, Benjamin, USO
og Alphabeat, men nú verður altso høvið at uppliva hann einsamallan, tá
hann við einum braki av einum elektroshowi fer at blása tjaldið um koll.
Vit viðmæla
Fríggjakvøldið
kl. 22.00
stóri pallur
Fríggjakvøldið
kl. 20.45
Tele tjaldið
leygardagin
kl. 18.00
stóri pallur
Fríggjakvøldið
kl. 03.15
tele tjaldið