hósdagur 8. august 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 9. august 2013
Sosialurin
Sosialurin 341800
jon@skyn.fo
maiken@skyn.fo
mildrid@skyn.fo
sigtor@skyn.fo
runi@skyn.fo
Runavík
Sethús, Rúnarvegur 19
Sera hugnaligu og sermerktu húsini eru í 2 hæddum, umframt hálvur
kjallari. Í miðhæddini er durur, vesi við brúsu, køkur, stova og ein stór
skrivstova. Í ovastu hæddini er ein rúmlig loftsstova, baðirúm og 4
kømur. Eitt av kømrunum hevur hugnaligan hems. Í niðastu hæddini
er stórur vaskikjallari. Møguleiki er at gera eitt kamar og vesi við
egnari inngongd. Hjallur hoyrir eisini til ognina. Húsini eru sera væl
hildin. Húsini standa sera væl fyri stutt til skúla, barnagarð, handlar
og ítróttarøki. Ùtsýnið er frítt yvir Skálafjørðin. Gott bussamband.
Prísuppskot: kr. 1.975.000
260
596
3
2007
Runavík
TóRShavn
Tvíhús, Reyðagøta 2
Snotuligu og hugnaligu húsini eru í 2 hæddum. Í miðhæddini er
gongd, brúggers, vesi við brúsu og køkur/stova. Í ovaru hæddini er
stór loftsstova, baðirúm og 4 kømur. Í 2009 er umbygging gjørd, m.a.
er ovastaloft gjørt til hems við áleið 20 fermetrar gólvplássi og 4
takvindeygu blivu sett í uppi á hemsinum. Í ovaru hæddini er teldu-
og antennunet í øllum rúmunum. Húsini standa væl fyri í friðarligum,
barnavinaligum og náttúruvøkrum umhvørvi. Stutt til Havnadal har
umhvørvið hevur nógvar góðar, smáar og hugnaligar gongugøtur.
Stutt til ansingarstovn, fótbóltsvøll og spælipláss. Skjótt við bili og
bussi til býin. Gott busssamband
Prísuppskot: kr. 1.995.000
150
302
2
2003
Tórshavn
180
431
2
1948
Tórshavn
TóRShavn
Sethús, varðabú 18
Húsini eru í 2 hæddum, hvør hæddin er áleið 90 fermetrar. Í ovaru hæddini er gongd, vesi, køkur, 2 stovur og kamar.
Í niðaru hæddini er gongd, 2 baðirúm, 3 kømur, vaski/fýrrúm og klædnarúm. Húsini eru frá 1948, tó eru tey dagførd
so við og við. Vindeyguni eru timburvindeygu frá 1996. Frammanfyri húsini er tún við áløgdum flísum. Húsini standa
sera væl fyri í friðarligum umhvørvi stutt frá miðbýnum. Góð parkeringsviðurskifti.
Prísuppskot: kr. 2.175.000
Vit taka støði
í tykkara tørvi