hósdagur 8. august 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 9. august 2013
7
ANNIKA HOYDAL
Hetta verður fyrsta ferðin, at Annika Hoydal spælir á
Summarfestivalinum. Leygarkvøldið fer ein av landsins størstu
songkvinnum á landsins størsta pall, og lítið er at ivast í, at Vágsbøur
fer at taka undir við henni, tá hon trívur í mongu sangirnar, sum
hon hevur lagt rødd til og gjørt til landaplágur og fólkaogn.
KIM LARSEN
Høvuðsnavnið á ársins festivali
passar sum fótur í hosi til
teirra konsept. Eitt stórt og
kent navn, sum føroyingar
flestir kunnu syngja við til.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at
danska tjóðarskaldið vitjar í
Føroyum, men ongantíð áður
hevur hann framført á so
stórum palli her, og ongantíð
áður fyri so stórari fjøld, sum
roknast kann við á Vágsbøi.
JENS MARNI
Dámligi kollfirðingurin hevur neyvan verið betri fyri sum tónleikari,
enn hann er júst nú. Saman við Bon Jovi var Jens Marni við at fylla
Parkina í Keypmannahavn, har hann hitaði upp fyri rokkstjørnuna.
Nú skal hann so rokka Vágsbø við egnum bólki – og lítið er at ivast
í, at tað er ein uppgáva, sum hann megnar væl og virðiliga.
TÝR
Føroya størsti rokkbólkur
endar framførslurnar á stóra
palli. Tað eru longu nógv
ár síðani, at bólkurin vann
sær altjóða viðurkenning –
eisini millum heimskendar
tónleikarar. So seint sum í vár
gav oddamaðurin í Metallica,
James Hetfield, til kennar,
at hann var púra burtur í
føroyska víkingarokkinum.
Tað eru stór orð og tað er
lítið at ivast í, at tað eisini
verður stórt á Vágsbøi, tá
Týr hevur eina av sínum fáu
framførslum í Føroyum.
leygarkvøldið
kl. 02.00
stóri pallur
leygarkvøldið
kl. 20.00
stóri pallur
leygarkvøldið
kl. 23.00
stóri pallur
Fríggjakvøldið
kl. 01.15
stóri pallur