Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 90 · 9. august 2013 8 VIKUSKIFTI Á Løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fingu báðir teir stóru borgarligu flokk­ar­nir, Fólkaflokkurin og Sam­ bands­flokkurin, ávikavist flestar og næsflestar atkvøður. Tilsamans fingu hesir báðir flokkar 47,5 prosent av at­kvøð­unum og 16 av 33 tinglimum av nývalda Løgtinginum. At hesir báðir flokkar fingu ávikavist flestar og næstflestar atkvøður er bert hent tvær ferðir áður síðani vit fingu heimastýri í 1948. Hetta var í 1950 og 1994. Samstundis gingu allir flokkarnir vinstru­megin miðjuna aftur, og tískil kundi staðfestast, at talan var um eina týðiliga veljaraflyting móti høgru. Tað er lætt at staðfesta fakta og koma við søguligum eygleiðingum. Hetta verður gjørt í ríkiligt mát í Før­ oy­um. Men yvirhøvur eru rættiliga fáar gjøllari greiningar gjørdar av før­oyska veljaranum. Grundleggjandi spurning­ar standa ósvaraðir. Hvør er veljarin, hvussu atkvøður hann og hví atkvøður hann soleiðis? Hvar skiljast vit í veljarabólkar? Kunnu vit tosa um klovningar (cleavages), og eru tær socio-demografiskar, geografiskar, ideolog­iskar ella møguliga religiøsar? Talan er yvirhøvur um eitt stórt og rela­ tivt ógranskað øki. Henda grein er grundað á bachelor­ ritgerðina, eg skrivaði um veljaraatferð í Føroyum. Eitt av høvuðsendamálunum við at fara at lýsa júst hetta evni var at greiða ein part av veljaraatferðini í Føroyum og samstundis leggja grundar­ lagið undir víðari gransking av hesum týðandi spurningum. Arbeiðssetningurin var hesin: Hvønn týdning hava socio-demografiskir variablar, ideologiskir variablar og út­ valdir politiskir spurningar fyri flokks­ valið til Løgtinsvalið? Háttalagið Avgerðin, at atkvøða, er úrslitið av ein­ ari langari prosess, sum byrjar longu áðrenn vit eru fødd. Næstan óteljandi faktorar kunnu hava týdning fyri, hvussu vit atkvøða júst tann dagin, vit standa við atkvøðuseðilinum. Og henda rit­gerðin er á ongan hátt úttømandi og kemur heldur ikki inn á allar smálutir, ið gera seg galdandi. Nógv er eftir at lýsa, og nógvir aðrir hugsandi faktorar kunnu dragast inn í eina slíka greining. Hátta­lagið (metodan) er heldur ikki lýtar­leys, og veljaragrundarlagið ei­ heldur fult dekkandi fyri Føroyar. Rit­ gerð­in byggir á svarini hjá 457 fólkum við atkvøðurætti í Føroyum – og svarini eru innsavnað við at fólk frívilliga vilja svara einum spurnarblaði á inter­net­ inum. Hóast tær mongu avmarkingar, ið longu frá byrjan forðaðu eini full­ komnari greining av veljaraatferð, setti eg mær fyri at fremja hetta í verki. Enda­málið: At lýsa nakrar tendensir í føroysku veljaraatferðini og leggja eitt gott grundarlag fyri framtíðar gransking í veljaraatferð í Føroyum. Tað tunga fót­arbeiðið er gjørt, spurnarbløðini eru klár og frymilin til eina gjøllari grein­ ing av veljaraatferðini í Føroyum liggur nú klárur hjá einum og hvørjum at ar­ beiða víðari við. Hvussu svarar tú einum slíkum arbeiðssetningi? Tað er eingin loyna, at vit verða ávirkað politiskt av nógvum ymiskum faktorum. Hvussu gomul vit eru, hvørja útbúgving vit hava, hvønn vit umgangast í ger­ andis­degnum og so framvegis hevur alt ávirkan á okkara politisku hugsan. Summar faktorar kunnu vit kalla støð­ ugar langtíðarfaktorar, ið vanliga ikki broyt­ast nevnivert yvir styttri tíð. Kynið broytist ikki, aldurin broytist bert spakuliga og útbúgving tekur longri tíð at nema sær. Okkara grundleggjandi ideologiska hugsan broytist vanliga heldur ikki yvir styttri tíð, og er tískil eisini ein stabilur langtíðarfaktorur. Hinvegin kunnu eitt nú politiskir spurningar, ið gerast aktuellir stutt upp undir eitt val hava ávirkan á júst tað valið og tí eisini flyta atkvøður ein og hin vegin. Her er talan um stutt­tíðar­ fak­torar, ið kunnu broytast rímuliga skjótt. » Kronikk Grundað á Bachelorritgerð: Tann føroyski veljarin Rógvi Nybo BA.scient.pol við Københavns Universitet Próvtal: 10 Talva 1: Effektin av socio-demografiskum faktorum á flokksval Gjøgnumsnitligu marginalu broytingarnar í sannlíkindunum, prosentstig E: Tj. C: Ja. H: Mi. D: Sj. B: Sa. A: Fó. F: Fr. Kvinna 10** 5 -1 -1 -6* -3 -5(*) 18-29 ár 2 2 -2 -2 0 3 -3 30-49 ár -3 -2 -4* -1 3 6 1 Fólkeskúla/Realskúla -7 3 1 -3 -5 6 4 Yrkisútbúgving -15* 3 4 -1 -8 14** 3 Miðnámsútbúgving -8 -5 -1 -1 1 5 9 Stutt/miðallong víðari útbúgv. (1-4 ár) -3 1 -1 -2 -7 6* 6(*) Bústað uttanf. høvuðsstaðarøkið -7 3 2 2 3 4 -7** Bústað uttanfyri Føroyar 5 -6 -1 -1 -7 13 -3 Húsarhaldsinntøka -12 -2 -3 -7 5 20*** 0 N= 403 McFaddens Pseudo-R2 0,0817 Nota: (*) úrslitið er sera tætt upp á statistiskan signifikans Tilvísingarbólkar eru: Maður, 50+ ár, Long víðari útbúgving, Bústað i høvuðsstaðarøkinum. Fyri kontinuerligar variablar, sum húsarhaldsinntøka, vísir talvan munin á hægsta og lægsta stiga. Sig mær hvør tú er og eg sigi hvønn tú velur