Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 90 · 9. august 2013 9 Við útgangsstøði í einum kausalitets­ frymli, nakrir av heimsins fremstu granskarum í veljaraatferð úr ameri­ kanska Michigan-skúlanum komu við í 1960’unum, ber til at fara stig­víst gjøgnum hesar faktorar í eini fast­ari tíðarrøð. Kyn og aldur kann til dømis hava ávirkan á okkara grund­leggj­ andi ideologisku støðu, men ávirkanin gongur ikki hinvegin. Og grund­leggj­ andi ideologiska støðan hevur ávirkan á, hvørja meining vit hava um ymisk politisk evni, sum koma fram stutt upp undir val, meðan ávirkanin í sera lítlan mun gongur hin vegin – tó at hetta ikki kann útilokast fullkomiliga. Frymilin til hesa uppgávu er ikki út­tømandi. Nógvir aðrir faktorar kunnu hugsast eisini at hava ávirk­an á flokksvalið. Formans/for­kvinnu- sympati, gongdin í samlaða bú­skap­ inum, kreppur nær og fjar, persón­ ligar- og familjurelatiónir og so fram­vegis. Flokksvalið er, sum sagt, hæddar­punktið og úrslitið av einari lang­ari og torskildari prosess. Tó ber til at lýsa nakrar av teimum týðandi fak­tor­unum. Kvinnurnar til vinstru Tað er ein sannroynd innan veljara­ gransking, at veljarar við aldrinum hava lyndi at gerast meira konservativir. Tað er eisini ein sannroynd, at menn yvirhøvur velja meira til høgru enn kvinnur. Útbúgving, inntøka, bústaður og so framvegis eru alt faktorar, ið eisini hava ávirkan á, hvar vit sum veljarar standa politiskt. Hesir eru teir sokallaðu socio-demografisku variablarnir. Teir eru stabilir, og broytast ikki yvir nátt. Úrslitini í kanningini vísa nakrar av somu tendensum, líknandi kanningar av donsku Fólkatingsvalunum vísa. Eitt av úrslitunum, ið vert er at býta merki í, er at sannlíkindini fyri at velja til vinstru og velja Tjóðveldi eru 10 prosentstig størri, um tú ert kvinna, enn um tú ert maður (tilvísingarbólkurin). Tað eru altso lutfalsliga fleiri kvinnur, ið velja Tjóðveldi, enn menn. Hinvegin vísur kanningin eisini, at sannlíkindini fyri at velja Sambandsflokkin eru 6 pro­sent­stig minni, um tú ert kvinna, enn um tú ert maður. Hesar effektir eru væl at merkja eftir, at kontrollerað er fyri effektina av øllum hinum óavhengigu variablunum í Talvu 1. Prosentstigini eru altso tann reina effektin av kyni á flokksvalið. Um hugt verður eftir útbúgving, vísir kann­ingin at sannlíkindini fyri at velja Tjóð­veldi eru 15 prosentstig minni, um tú hevur eina yrkisútbúgving, enn um tú hevur eina langa víðari útbúgving (tilvísingarbólkurin). Somuleiðis vísir kanningin, at sannlíkindini fyri at velja Fólka­flokkin eru 14 prosentstig størri, um tú hevur eina yrkisútbúgving, enn um tú hevur eina langa víðari út­búgv­ ing. Tá tað kemur til bústað, er bert eitt statistiskt sikkurt úrslit. Hetta er, at veljarar hjá Framsókn yvirhøvur eru úr høvuðs­staðarøkinum. Kanningin vísir nevniliga, at sannlíkindini fyri at velja Fram­sókn eru 7 prosentstig minni, um tú ert búsitandi uttanfyri høvuðs­staðar­ økið, enn um tú ert búsitandi í høvuðs­ staðarøkinum (fyrrv. Suðurstreymoyar valdømi). Tá talan er um inntøku, vísir kann­ ingin munin á lægsta og hægsta inn­ tøkubólki, tvs. teimum húsarhaldum, sum vinna undir 100.000 krónur árliga og teimum húsarhaldum, sum vinna oman­fyri 1.000.000 krónur árliga. Her vísir kanningin, at sannlíkindini fyri at tú velur Fólkaflokkin eru 20 pro­sent­stig størri, um títt húsarhald vinn­ur oman­ fyri milliónina, enn um húsar­haldið vinn­ur undir 100.000 krónur árliga. Hetta úrslit kemur neyvan óvart á vanliga fólkið, tá tað vanliga eru vinstra­ hallu flokkarnir, ið royna at tekkjast teimum lágløntu, og tá lutfalsliga nógv av seinasta skattalættanum fall teimum við høgum inntøku til. Sambandssinnaðu javnaðarveljararnir Okkara grundleggjandi ideologiska støða er eisini ein stabilur langtíðar­ faktorur, ið ikki broytist yvir nátt. Her varð fokus sett á tvær ideologiskar dimen­sjónir í føroyskum politikki. Ein er útjavningarpolitikkur, her skilt sum tann traditionelli skilnaðurin mill­um høgra- og vinstrapolitik, har vinstra­ flokkarnir ganga inn fyri progressivari skatting og líka búskaparligum korum til øll, meðan høgraflokkarnir ganga inn fyri eitt nú lágum skattatrýsti og ein­um lítlum almennum geira. tilvildarlig illustratión Talva 2: Effektin af støðu til útjavningar- og sjálvstýrispolitik á flokksval Gjøgnumsnitligu marginalu broytingarnar í sannlíkindunum, prosentstig Allir variablar úr Talvu 1 eru tiknir við í analýsuna, men eru ikki vístir her E: Tj. C: Ja. H: Mi. D: Sj. B: Sa. A: Fó. F: Fr. Útjavningarpolitikkur -3 -16*** 0 1 2 11*** 5*** Sjálvstýrispolitikkur 27*** -13*** -1 0 -12*** -1 0 N= 318 McFaddens Pseudo-R2 0,4102 Nota: Indeksini fyri útjavningarpolitik og sjálvstýrispolitik eru umbroytt til ein skala frá 0 til 1 Fyri útjavningarpolitik er 0 maksimalt vinstrahallur og 1 maksimalt høgrahallur. Fyri sjálvstýrispolitik er 0 maksimalt ímóti sjálvstýri og 1 maksimalt fyri sjálvstýri. +9% -10% +17% +14% -12%