hósdagur 8. august 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 9. august 2013
10
VIKUSKIFTI
Hin er sjálvstýrispolitikkurin, sum
hevur skilt føroyingar líka síðani vit
fingu flokkspolitikk á Løgtingi.
Her eru dimensjónirnar gjørdar
til tvey sokallað »indeks«, har hvørt
indeks hevur fýra spurningar. Fyrst er
útjavningarpolitikkurin. Her vóru hesir
spurningar settir, og svarmøguleikarnir
eru fimm í tali, frá púra ósamd/ur til
púra samd (undantikin seinasti spurn
ingur, har tveir svarmøguleikar eru):
• Høgar inntøkur eiga at verða skatt
aðar harðari, enn tær verða í dag
• Fleiri almennar uppgávur kunnu
útførast bæði bíligari og betri,
um tær verða lætnar til privat
• Í núverandi búskaparstøðu er
ikki ráð til skattalættar
A sigur: Munirnir í inntøku og livistøði
eru enn ov stórir í landinum. Tí eiga fólk
við lægri inntøku at fáa eina skjótari
betring í livistøðinum enn tey við hægri
inntøku.B sigur: Inntøkujavningin er
farin ríkiliga langt. Teir inntøkumunir,
sum enn eru, eiga stórt sæð at verða
varðveittir. Ert tú: Mest samd/ur við A?
/ Mest samd/ur við B.
Spurningarnir eru síðani kókaðir
saman til eitt samlað indeks, sum
gongur frá 0 til 1, har veljarin far 0, um
hann er maksimalt vinstrahallur og 1,
um hann er maksimalt høgrahallur.
Næst er tann sjálvstýrispolitiska
dimensjónin, ið er gjørd á sama hátt sum
hin. Her er 0 maksimalt ímóti sjálvstýri
og 1 maksimalt fyri sjálvstýri.
Svarmøguleikarnir ganga somuleiðis
her frá púra ósamd/ur til púra samd, og
eru:
• Føroyska samfelagið er ov lítið
og viðbrekið til at klára seg uttan
Ríkisfelagsskapin
• Føroyar hava sum heild sera stórt
gagn av Ríkisfelagsskapinum
• Í longdini verður neyðugt við hægri
blokkstuðuli úr Danmark
• Føroyar eiga at hava ein sjálv
berandi búskap uttan blokkstuðul
Talva 2 vísir effektina á flokksval av
svarunum upp á spurningarnar í hesum
indeksum.
Kanningin gav uttan iva nøkur
áhugaverd úrslit, ið somuleiðis kunnu
tulkast upp á nógvar mátar.
Eitt nú vísir kanningin, at sannlík
indini fyri at velja sannlíkindini fyri
at velja Fólkaflokkin eru 11 prosentstig
størri, um tú ert maksimalt høgrahallur,
enn um tú ert maksimalt vinstrahallur.
Samstundis, og áhugavert í hesum er,
at sannlíkindini fyri at velja Framsókn
»bert« eru fimm prosentstig størri um
tú ert maksimalt høgrahallur, enn um
tú ert maksimalt vinstrahallur. Hetta
kann tulkast sum ein ábending um, at
veljarar hjá Framsókn eru minni høgra
hallir enn teir, sum velja Fólkaflokk
in. Øðrvísi er tað hinumegin miðjuna,
har tað eru 16 prosentstig minni sann
líkindi fyri at tú velur Javnaðarflokkin,
um tú ert maksimalt høgrahallur, enn
um tú ert maksimalt vinstrahallur.
Áhugavert er eisini, at einki greitt
úrslit er fyri Tjóðveldi, og kann hetta
vera ein ábending um, at veljaraskarin
hjá Tjóðveldi fevnir breitt tvørtur um
miðjuna, tá talan er um útjavningar
politikk.
Taka vit sjálvstýrisdimensjónina,
vísir henda greitt, at tað er í nógv
størri mun spurningurin um samband
og loysing, ið hava týdning fyri
flokksvalið hjá veljarum Tjóðveldi
og Sambandsflokkinum. Hetta kann
ikki koma óvart á nakran. Kanska
meira áhugavert er, at sjálvstýris
politikkur hevur eisini hevur rættiliga
stóran týdning fyri veljarar hjá
Javnaðarflokkinum. Úrslitini vísa
nevniliga, at sannlíkinidni fyri at
velja Javnaðarflokkin eru 13 pro
sentstig minni, um tú ert maksimalt
sjálvstýrissinnaður, enn um tú ert
maksimalt sambandssinnaður. Og
áhugavert nokk er henda effektin
størri, enn hjá Sambandsflokkinum.
Altso eru javnaðarveljarar eitt lítið vet
meira sambandssinnaðir enn veljarar
hjá Sambandsflokkinum.
Fólkaflokkurin og fiskivinnan
Síðsti stigin er at kanna týdningin av
trimum útvaldum politiskum spurn
ingum, sum hava fylt rímuliga nógv
í føroyskum politikki upp til og eftir
farna løgtingsvalið. Her er talan um
stutttíðarfaktorar, sum kunnu broytast
rímuliga skjótt, serliga í tíðini upp undir
eitt løgtingsval. Hesir faktorar kunnu
broytast alt eftir hvørji politisk mál fylla
miðlarnar, hvussu kjakið í miðlunum
og samfelagnum annars gongur og
hvørjir politikarar argumentera fyri
hvørjum.
Teir tríggir útvaldu spurningarnir,
ið kanningin fevndi um, var hvønn
týdning tað hevur fyri flokksvalið hvat
veljararnir meina um grundleggjandi
broytingar í fiskivinnuskipanini, hvørt
religión fyllir ov nógv í føroyskum
politikki og hvørt lokalpolitisk atlit
viga tyngri enn landspolitisk atlit í
føroyskum politikki.
Svarmøguleikarnir eru fimm í tali,
og ganga frá púra ósamd/ur til púra
samd/ur.
Talva 3 vísir okkum, at tað serliga eru
tveir flokkar, ið skilja veljararnar, tá tað
kemur til fiskivinnupolitikkin, ið sum
vera mann fylti nógv undan seinasta
vali, og framvegis ger tað. Spurning
urin um tilfeingisbúð vísir seg at hava
avgerandi týdning fyri flokksvalið.
Serliga eru tað Fólkaflokkurin og Javn
aðarflokkurin, ið vinna veljarar upp á
henda spurning. Meðan tey, ið eru púra
ósamd serliga velja Fólkaflokkin, fara
tey púra samdu til Javnaðarflokkin.
Sannlíkindini fyri at velja Javnaðar
flokkin eru 22 prosentstig størri, um
veljarin er púra samdur heldur enn
púra ósamdur í, at vit eiga at fáa eina
nýggja skipan fyri fiskivinnuna, ið
byggir á marknaðartreytir og fría sølu
av fiskidøgum. Hinvegin eru sannlík
indini 19 prosentstig minni at velja
Fólkaflokkin, um veljarin er púra
samdur í hesum, enn um hann er púra
ósamdur.
Eitt annað, og áhugavert úrslit er, at
tá tað snýr seg um religión í føroyskum
politikki, eru tað serliga veljarar hjá
Tjóðveldi, ið eru ósamdir í, at religión
fyllir ov nógv. Hvussu hetta skal tulkast,
kunnu tað verða nógva meiningar
um. Mítt besta boð er, at veljarar hjá
Tjóðveldi – av ótta fyri at verða skýrdir
alt ov vertsligir – halda seg frá at svara,
at tey eru púra samd í, at religión
fyllir ov nógv í føroyskum politikki.
Hetta byggi eg á, at serliga Tjóðveldi
og Javnaðarflokkurin hava gingið á
odda fyri at berjast fyri rættindum
teirra samkyndu, liberaliseringum av
rúsdrekkalógini og øðrum líknandi
málum.
Samanumtøka
– Vita heldur enn gita
Hvat kunnu vit so nýta hetta til?
Meginparturin av úrslitinum í kann
ingini koma ikki óvart á nakran. At
kvinnurnar velja til vinstru og at
javnaðarveljarar eru sambandssinnaðir,
meðan fólkaflokksmenn ikki vilja vita
av eini tilfeingisbúð eru ting, vit longu
vistu. Tað vildu vit hvørfall sagt, at vit
vistu.
Mín motivatión fyri at fara undir
hesa uppgávu var júst, at tað eru nógv
ting um føroyska veljaran, vit halda
okkum vita, og sum sannlíkt eisini
passar, men at ongar kanningar vóru
gjørdar av hesum. Nú kunnu vit hvør
fall í størri mun siga, at vit (við 90 pro
sent statistiskari vissu) vita at tað mest
sannlíkt er so.
Tabellirnar vísa gjøgnumsnitligu marginalu
broytingarnar í sannlíkindunum fyri at tú velur
ein av flokkunum. Marginalu broytingarnar
í sannlíkindunum eru í mun til, um tú ert í
tilvísingarbólkinum. Tekur tú til dømis Tabel
1, og hyggur eftir fyrstu røðini vísa tølini, at
sannlíkindini fyri at tú velur Tjóðveldi eru 10
prosentstig størri um tú ert kvinna, enn um
tú ert maður (tilvísingarbólkurin, sum ikki er
vístur). Hinvegin fella sannlíkindini fyri at tú
velur Sambandsflokkin við 6 prosentstigum um
tú ert kvinna, enn um tú ert maður. Talvurnar
byggja á multinominala logistiska regressión.
Stjørnurnar
Stjørnurnar vísa, um úrslitið er statistiskt signifikant.
* = Ein stjørna merkir, at úrslitið er statistiskt
signifikant við 0,1. Hetta merkir, at tað eru 90 prosent
sannlíkindi fyri, at hetta úrslitið er tað rætta. (tvs
at 90 av 100 kanningum vilja geva sama úrslit)
** = Tvær stjørnur merkja, at úrslitið er signifikant
við 0,05. Hetta merkir, at tað eru 95 prosent
sannlíkindi fyri, at hetta úrslitið er tað rætta. (tvs
at 95 av 100 kanningum vilja geva sama úrslit)
*** = Tríggjar stjørnur merkja, at úrslitið er signifikant
við 0,01. Hetta merkir, at tað eru 99 prosent
sannlíkindi fyri, at hetta úrslitið er tað rætta. (tvs.
at 99 av 100 kanningum vilja geva sama úrslit)
Er eingin stjørna, merkir hetta at óvissa er ov stór í
mátingini, at úrslitið ikki kann sigast at liva upp til
krøvini um statistiska vissu (statistisk sikkerhed).
McFaddens Pseudo-R2
Hetta er eitt mát fyri, hvussu stóra forkláringskraft
samlaði frymilin hevur – tað vil siga hvussu nógv av
variansinum í flokksvali, frymilin kann greiða frá. Mátið
gongur frá 0 til 1, har talið 1 merkir, at frymilin kann
greiða frá øllum variansinum í flokksvali hjá veljarunum.
Taka vit t.d. Talvu 1, vísir hon, at Socio-demografiskir
variablar einsamallir kunnu greiða frá umleið
8 prosentum av variansinum í flokksvali.
Talva 2 vísir, at Socio-demografiskir OG
ideologiskir variablar tilsamans kunnu greiða frá
41 prosentum av variansinum í flokksvali.
Talva 3 vísir, at samlað megnar hesin frymilin, tá allir
variablar eru íroknaðir, at greiða frá 49 prosentum
av variansinum í flokksvalinum í Føroyum.
Soleiðis lesur tú tabellirnar
Talva 3:
Effektin af útvaldum politiskum spurningum á flokksval
Gjøgnumsnitligu marginalu broytingarnar í sannlíkindunum, prosentstig
Allir variablar úr Talvu 1 og 2 eru tiknir við í analýsuna, men eru ikki vístir her
E: Tj.
C: Ja.
H: Mi.
D: Sj.
B: Sa.
A: Fó.
F: Fr.
6
22***
1
-8*
-5 -19***
2
6
-12**
1
-4
6
-5
8
-17***
14**
-7***
-3
2
3
8
N=
306
McFaddens Pseudo-R2
0,4919
Nota: Svarini uppá spurningarnir eru umbroytt til ein 0-1 skala (0 = púra ósamd/ur og 1 = púra samd/ur)
»Vit eiga at finna eina skipan fyri fiski
vinnuna, ið byggir á marknaðartreytir
og uppboðssølu av fiskidøgum ístaðin
fyri at landsstýrismaðurin útlutar
kvotur sum í dag«
»Lokalpolitisk atlit viga meira enn
landspolitisk atlit í føroyskum politikki «
»Religión fyllir ov nógv
í føroyskum politikki«