Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 90 · 9. august 2013 11 Nevnd burturúr Í komandi Summar útgávunum fara vit at hyggja nærri at børnum undir skúlaaldri, sum eru nevnd burturúr. Vit fregnast um søgurnar handan serligu nøvnini, og hvørjar tankar foreldrini hava gjørt sær, áðrenn børnini fingu navn. Lesarar eru vælkomnir at senda inn uppskot um børn við serligum nøvnum – og søgum tengdar at nøvnunum – til post@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Dís Sheiludóttir á Horni. Tað er navnið á 6 ára gomlu dóttrini hjá Sheilu Sigurdsdóttir og Sonna á Horni úr Fuglafirði. Dís er púra van­ ligt navn í eitt nú Íslandi, men Sheila veit bara um eina aðra Dís í Føroy­ um, sum er ein vaksin kvinna. Dís er kortini ikki heilt ókent sum partur av nøvnum í Føroyum, eitt nú Haldis, Vígdis, Oydis og so framvegis. Dís er nørrønt navn og er sama orð sum navnorðið gyðja og kvennguddómur. Sheila greiðir frá, hvussu hon sum smágenta fall fyri sjáldsama navninum. – Eg minnist, at eg sum smágenta sat og blaðaði í orðabókini. Eg kom fram á navnið Dís og týdning tess. Í orðabókini stóð Dís: gudinna. Og so var tað avgjørt, vakrari verður tað ikki. Longu tá visti eg, at fekk eg nakrantíð eina dóttir, so skuldi hon eita Dís. Um tað vísti seg, at navnið var ov serligt, so kundi tað vera saman við einum øðrum navni, men Dís skuldi so í hvørtfall vera við í navninum, greiðir Sheila frá. Venja seg við navnið Hon legði skjótt merki til, hvussu fólk vóru skjót at taka nýggj og óvan­ lig nøvn til sín, og sum tíðin leið gjørdist hon meiri og meiri sannførd, um einans at brúka navnið Dís. – Tá vit so byrjaðu at fáa børn, so var pápin eitt sindur varin við hesum navninum, tí hann hevði ikki hoyrt tað fyrr. Men av tí, at dóttirin kom sum triðja og seinasta barnið, so hevði hann hoyrt navnið so mikið ofta, at hann mest sum vant seg við tað, sigur Sheila. Næsta fetið var at boða presti frá. – Tá eg so ringdi og segði, hvussu eg ætlaði at dóttirin skuldi eita, bleiv tað friður í hinum endanum, áðrenn prestur spurdi: »Ert tú vís í, at hon kann eita so?«, fortelur Sheila, sum eisini í samband við dópin upplivdi, at fólk undraðust. – Tá prestur segði navnið hart í kirkjuni, bleiv tað ein sjóðan. Fólk høvdu hoyrt alt møguligt kreativt og teskaðu sínamillum, hvat tað mundi vera, ið prestur hevði sagt. Og eg minn­ist hvussu fólk fleiri mánaðir aftaná, spurdu hvussu hon nú æt. Fleiri søgdu erliga, at tey nokk skuldu venja seg við navnið, og nøkur hendinga hildu við tað sama, at navnið var pent, sigur Sheila um navnið Dís, ið hon heldur hóska sera væl til dóttrina. – Dís sjálv hevur í øllum førum persónligheitina til at bera hetta vakra og serliga navn. Hon er fitt, gløgg, góð av sær, stuttlig, viljasterk og ómetaliga sjarmerandi, heldur Sheila. Skemtar sjálv við navninum – Vit hava sjálvandi fyrireikað Dís upp á møguliga happing, tí Dís rímar upp á nokk so nógv. Men hon er tíbetur als ikki nærtakin og ger sjálv rím við navni sínum í skemti. Og um onkur roynir at arga hana, so flennur hon bara og byggir sjálv víðari upp á rími. Men Dís er tó eitt sindur troytt av, at fremmand fólk spyrja hvussu hon eitur, og tey framvegis ikki skilja tað, eftir at hon hevur sagt Dís fýra-fimm ferðir, ella tey hyggja spyrjandi upp á okkum foreldur, ið síðani mugu stava navnið. Men tað verður kanska broytt, nú navnið soleiðis endar í bløð­ unum, heldur Sheila flennandi fyri. – Eg minnist, at eg sum smágenta sat og blaðaði í orðabókini. Eg kom fram á navnið Dís og týdning tess. Í orðabókini stóð Dís: gudinna. Og so var tað avgjørt, vakrari verður tað ikki, sigur Sheila Sigurdsdóttir, sum eigur dóttrina Dís Foreldur: Sheila Sigurdsdóttir og Sonni á Horni Bústaður: Fuglafjørður Dís Dís Sheiludóttir á Horni, fødd í apríl 2007 Fann navnið sum smágenta