mánadagur 12. august 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. august 2013 · Nr. 91
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mugu bara bretta
upp um armar
Tað er sjálvandi ein strika í rokningini, tá slíkt hendir, og tað verður ikki bara at siga tað, at
fáa fatur á nýggjum hølum, so vit mugu seta okkum niður og hugsa um støðuna, sigur Høgni
Mikkelsen, eigari av verkstaðnum, Bilhjálp, sum brann í grund, so at siga í gjárkvøldið
Leo Poulsen
Tað var ein øðiligur eldur og
ikki minni roykur, tá verk
staðið,
Bilhjálp,
brann
í
grund, so at siga í gjár
kvøldið.
– Nú er alt so nýtt, so vit
mugu seta okkum niður og
hugsa um støðuna. Vit hava
trý onnur verkstøð, eitt í
Vági, eitt á Skála og eitt á
Toftum, og tey koyra tíbetur,
sum tey skulu, sigur Høgni
Mikkelsen, eigari av Bilhjálp.
Kortini má tað roknast
sum eitt bakkast, at eldurin
kom í.
– Ja, tað er altíð keðiligt, at
tað, tú byrjar upp á, skal fara
so upp í royk, men vit mugu
bara bretta upp um armar,
sigur Høgni Mikkelsen.
Tað er ikki bara sum at
siga tað at fáa flutt arbeiðið,
ið fór fram á verkstaðnum.
- Talan verður jú um at fáa
nýggj hølir, og tað er ikki so
lætt at finna. Hetta lá so
ógvuliga væl fyri, og tað var
tí, vit fóru út her, sigur Høgni
Mikkelsen.
Hann fekk at vita um
eldin stutt eftir, at fest var í.
– Tað var næstan beinan
vegin, eg var staddur heima
tá, sigur Høgni Mikkelsen.
Eldurin
var
rættiliga
umfatandi, og meginparturin
av tí, sum kundi brenna,
brendi í grund, nærum.
- Nú havi eg ikki sæð so
ógvuliga nógvar eldar, men
hesin var í hvussu er ein av
teimum heilt stóru, sigur
Høgni Mikkelsen.
Teir hava leigað sær hølir
í bygninginum, so tað er ikki
upp til Høgna Mikkelsen at
gera av, hvat hendir hereftir.
- Hetta má takast niður, eg
kann ikki ímynda mær nakað
annað. Her er einki gott eftir,
sigur Høgni Mikkelsen.
Tað er altíð ein strika í
rokningini, tá slíkt hendir.
- Tað vil tað altíð verða.
Nú hava vit roynt at bygt
hetta upp, og tað var byrjað
at ganga, men so hendir
hetta, og nú mugu vit so bara
taka tað herfrá, sigur Høgni
Mikkelsen.
Tað arbeiddu trý fólk á
bilverkstaðnum, og enn er so
ikki greitt, hvat fer at henda
við teimum.
Høgni Mikkelsen framman fyri niðurbrenda verstaðinum