Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 12. august 2013 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Finna loysn við tryggingina Tað sigur Heini Eysturoy, ein av trimum eigarum, ið fyrrapartin vóru og hugdu eftir bygninginum Leo Poulsen Bygningurin, har Bilhjálp helt til, er ogn hjá fýra systkj­ um, millum onnur hjá Heina Eysturoy. Nú er alt so nýtt, men eg rokni við, at vit saman við tryggingini fara at finna eina loysn, hvat frægast er at gera, sigur Heini Eysturoy. Hann sigur, at upprunaliga var bygningurin brúktur sum snikkaraverkstað. – Síðani var Wenzel Pet­ ersen í bygninginum, og nú var so Bilhjálp inni her, sigur Heini Eysturoy. Bróðurin, Herman Eystur­ oy, hevur Gravarhjálp í bygninginum niðan fyri, har hann eitt nú hevur kistur á goymslu. - Har sær út til, at alt er í lagi í tann mun, at streymurin kom frá nú niðurbrenda bygninginum, men annars sær út til, at einki er hent teimum hølunum, sigur Heini Eysturoy. Teir fara kortini at halda eyguni við bygninginum hjá Gravarhjálp, um tað skuldi víst seg, at onkur leki er uppstaðin. - Tað kann jú henda, at okkurt skavank er komið á hølini hjá Gravarhjálp, sigur Heini Eysturoy. Hann er í løtuni ikki greiður um, hvat fer at henda við niðurbrenda bygningi­ num. – Bygningurin liggur uprunaliga í bústaðarøki, so spurningurin er, hvat loyvi fæst til. Men eitt kollegium hevði avgjørt verið ein møguleiki, men tað krevst sjálvandi fíggjarlig hjálp, um tað skal henda, sigur Heini Eysturoy. Hvør loysnin enn verður, er neyðugt, at hon verður gjørd í samráð við tryggingina. Heini Eysturoy er ein av fýra eigarum av bygninginum, har Bilhjálp helt til Mynd: Álvur Haraldsen Brann aftur fyrrapartin Sløkkiliðið mátti aftur tíðliga í morgun og aftur fyrrapartin senda sløkkibil á staðið, tí eldur framvegis var í Bilhjálp Leo Poulsen Fyrrapartin, tá Sosialurin setti Høgna Mikkelsen stevnu á niðurbrenda bilverkstað­ num, brendi eldur framvegis í parti av bygninginum. Sløkkiliðið hevði annars verið á staðnum klokkan 6.30 í morgun og sløkt restir, ið framvegis tá brunnu. Men komin á staðið klokkan 9.30 í morgun var greitt, at eldur framvegis var í lítlum parti av húsunum, og tá brandbilur kom á staðið vísti tað seg at vera trupult at sløkkja eldin heilt. Neyðugt var at hála slanguna út og fara inn í bygningin, fyri at fáa bilbukt við eldinum. Tað gekk ikki við at spræna frá brandbilinum, og tí máttu teir báðir brand­ menninir hála slanguna inn í bygningin, fyri at sløkkja eldin, ið framvegis var í. Vestari endi tóktist vera verri farin enn hin eystari, og teir tveir bilarnir, ið stóru í vestara enda, vóru kolaðir upp, meðan ein, sum stóð í eystara enda ikki tóktist at hava fingið so stóran skaða. Lyftirnar sóu bæði nýggj­ ar og órørdar út, men enn ber ikki til at siga, hvussu stendur til við teimum, tí hitin hevur eyðsýnt verið nógvur. Hinvegin stóð eitt plast­ ruskílæt inni har, og ikki sást nógv til, at eldur hevði verið í eftir tí at døma. Tað eydnaðist teimum báðum brandmonnunum at sløkkja eldin, ið enn var í bilverkstaðnum.