mánadagur 12. august 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. august 2013 · Nr. 91
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Summar festivalurin
Besti festivalurin nakrantíð
UMRØÐA Ársins útgáva av Summarfestivalinum var helst tann besti, vit higartil hava
upplivað. Veðrið spælir sín avgjørda leiklut í heildarupplivingini, men samlaða niðurstøðan
av tónlistarligu upplivingunum er ein pílur, sum peikar beint upp í loft
Rólant Waag Dam
Tað var sum við akvavitti
num, har jubileumsútgávan
er eina tonn betri enn vanliga
útgávan. Summarfestivalurin
hevur neyvan verið betri enn
tað sama, tí tað mesta tóktist
at ganga upp í eina hægri
eind.
Ein avlýsing var, men tað
var
ikki
tí,
at
Rannvá
Jacobsen hevði fingið krím
ella sat veðurføst. Havnar
daman hevði fingið skipsboð.
Í Klaksvík er Summarfesti
valurin meiri umráðandi enn
KÍ,
Norðoyastevnan
og
Føroya Bjór, so hatta er
ivaleyst einasta avboðsorsøk
in, sum tey hava fult forstáilsi
fyri í fiskivinnuhøvuðsstaði
okkara.
Við fleiri enn 30 konsert
um umframt øðrum tiltøkum
av ymsum slagi, so ber illa til,
at
góðskan
svingar
eitt
sindur, men yvirskipað vóru
framførslurnar á Summar
festivalinum á einum góðum
støði.
Byrjaði veruliga
hóskvøldið
Sum festivalgestur var huga
ligt at staðfesta, at fyriskip
ararnir tóku allar dagarnar,
eisini hóskvøldið, í fullum
álvara.
Ofta
hevur
hós
kvøldið á Summarfestivali
num verið eitt undarligt
alibikvøld, men við fyrst og
fremst Mika á skránni, so
høvdu fyriskipararnir gjørt
greitt, at festivalurin veruliga
byrjaði hóskvøldið.
Tað var eisini eitt ómeta
liga flott og gott show, sum
høvuðsnavnið á festivalinum
borðreiddi við. Tíverri fyri
okkum, sum lurtaðu eftir
konsertini, var ljóðið alt í
verðini ov spakuligt. Hvussu
alt hekk saman reint tekniskt
veit eg ikki – og tað er eisini
fyri so vítt líkamikið. Tí
uppgávan hjá ljóðmanninum,
sum Mika hevði við sær, var
at syrgja fyri, at áhoyrarin
fekk eina góð ljóðuppliving,
men tað fingu vit ikki. Og tað
er ógvuliga spell, tí Mika vísti
veruliga, at hann er ein
framúr góður undirhaldari.
Seinastu 20 minuttirnar
av konsertini, tá løg sum
Lollipop og We are golden
vórðu spæld, hoyrdist alt
brádliga munandi betri – og
tá kom veruliga lív í fjøldina.
Henda løtan bjargaði eisini
konsertini, soleiðis at tað
gjørdist ein heilt hampilig
uppliving hóast alt.
Næsta navnið á stóra
pallinum
vóru
Swangah.
Bólkurin hevði eina minniliga
konsert
í
tjaldinum
á
Summarfestivalinum í fjør,
men tað er stórur munur at
spæla í tjaldinum, sum er
rímiliga skjótt at fylla, hóast
tað rúmar nógv fólk, og so at
standa á stóra palli – serliga
um Vágsbøur er lítið meiri
enn hálvfullur.
Men teir báðir Steen Rói
Lorenzen og Ragnar David
sen, megnaðu saman við
Eyðun Müller Thomsen á
trummum
og
Urbanusi
Olsen, sum stýrdi tónleiki
num, at taka fetið niðan á
stóra pallin og ikki bara fylla,
men eisini blása Vágsbø um
koll.
Breiðari enn vanligt
Summarfestivalurin
hevði
í ár valt at geva smærri
bólkum og einstaklingum
pláss, og tað klæddi skránni.
Bólkar sum Lover Lover,
MonkeyRat
og
Urbanus
sluppu allir á pall, og hóast
hesir hvørki megna at fylla
Vágsbø ella eru teir mest
spældu í útvarpsrásunum,
so gav tað festivalinum eina
eyka dimensión – umframt at
skráin harvið eisini gjørdist
meiri fjølbroytt enn hon ofta
hevur verið.
Lív Næs og
maskinbyrsur
Tá tað er sagt, so eru sjálvandi
ávís ting, sum bæði kunnu
og skulu gerast betri. Tjaldið
hevur sínar fyrimunir, við
tað at tað rúmar nógvum
fólkum, sum kunnu standa
turr og lurta eftir tónleiki.
Samstundis
savnar
tað
eisini nógv fólk á einum
avmarkaðum øki, og tað ger
nakað serligt við intimitetin
undir framførslunum. Men