mánadagur 12. august 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 12. august 2013 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Summar festivalurin
hvíti
tjalddúkurin
hevur
ongantíð og fer heldur ongan
tíð at vera serliga sexuttur –
og ljóðið er ein avbjóðing fyri
ein og hvønn ljóðmann.
Torgið hevur hinvegin eitt
fínt potentiali. Ein lítil pallur,
sum stendur væl fyri. Men at
leggja eitt skjótitelt beint við
síðurnar av, tað er pent sagt
ein minni katastrofa, tí inni
ligar og nærverandi fram
førslur sum til dømis tann
hjá Lív Næs, gongur ikki
serliga
væl
saman
við
maskinbyrsusalvum.
Tað má og skal gerast
betri til eina aðru ferð, tí slíkt
kann altso oyðileggja sjálvt tí
allarbestu framførsluna.
Tey bestu
Tíbetur vóru ikki bara ein,
men fleiri ómetaliga góðar
framførslur á Summarfesti
valinum. Swangah stóð fyri
einari hóskvøldið, Jens Marni
fríggjakvøldið
og
leygar
kvøldið vóru fleiri av slag
num. Byrjað var við Bros,
sum setti sín serliga dám á
Vágsbø. Tað kundi lætt enda
við einum slagi av útimøti,
men tíbetur gjørdist tað ikki
soleiðis. Tað var sjarmerandi,
hugnaligt og nostalgiskt at
enduruppliva gamla bandið,
kryddað við eitt nú ómetaliga
dugnaligu 11 ára gomlu Mariu
á Lakjuni.
Somu lýsingarorð, sjar
merandi, hugnaligt og nost
algiskt, kunnu nýtast um
framførsluna hjá Anniku
Hoydal.
Hanus G. slapp loksins at
hava bólk við á festivalinum,
sum hann hevur spælt á
hvørt einasta ár. Hetta var
ein
fantastisk
løta,
har
Benjamin Petersen, Mikael
Blak, Magnus Johannesen og
Per Ingvald Højgaard av
álvara vístu format. Hanus
nýtti løtuna og tað sama
gjørdi fjøldin – og Jónas
Bloch Danielsen eigur stórt
rós uppiborið fyri at gera
ljóðupplivingina so lekkra,
sum hon var.
Hóast Hanus átti bestu
framførsluna leygarkvøldið
– um ikki á festivalinum sum
heild – so skerst ikki burtur,
at stóra høvuðsnavnið leyg
arkvøldið var Kim Larsen.
Hesin hevði eisini eitt brak
av eini framførslu. Mong
hava eftirlýst fleiri av kendu
hittunum, men maðurin er
rokkmusikari og fall tíbetur
ikki í ta grøvina, har hann
bara fýrdi eitt hitt fyri og
annað eftir av, fyri at tekkjast
fjøldini. Vit fingu eina feita
rokkframførslu – kryddað
við eitt nú Jutlandia, Kvinde
min og De Smukke Unge
Mennesker, og so burdu øll
verið glað!
Glað vóru tey í øllum
førum í tjaldinum eftir fram
førsluna hjá Kim, har Signar
í Homrum spældi. Í Útvarpi
num hevði ummælarin Uni
Leitisstein
Hansen
sett
spurnartekin við, um Signar
í Homrum var rætti maðurin
at spæla hetta tíðspunktið.
Niels Uni Dam segði hinvegin,
at tað var einki meiri natúr
ligt, at vælumtókti kollfirð
ingurin spældi hetta tíðs
punktið. Og uttan at gera
hetta til ein dyst millum teir
báðar, so kunnu vit bara
staðfesta, at tað kókaði í
tjaldinum hesa løtuna – og at
Signar í Homrum valla hevur
havt eina betri framførslu.
Endabrakið á stóra palli
var eisini ein virðiligur endi
fyri Summarfestivalin. Týr
yvirtóku Vágsbø við melidi
øsu víkingatónunum. Tað var
ónt og lekkurt um somu tíð
– ein vælsmurd maskina!
Eisini var tað hugaligt at
síggja Poul Arna Holm aftur
á palli við Orminum Langa.
Stórur pílur upp
Víst var Summarfestivalurin
góður. Fólk hugnaðu sær og
sluppu at syngja við, hóast
Dynamitt ikki spældi og
Kim Larsen lat Greatest Hits
fløguna liggja heima. Veðrið
var gott, men hesum stýra
fyriskipararnir
ikki.
Teir
stýra tó øllum hinum – og
tað gjørdu teir so mikið væl,
at jubileumsfestivalurin fer
í søguna sum helst hin besti
higartil. Og takk fyri tað!
rolant@sosialurin.fo