Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. august 2013 · Nr. 91 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Signar rokkaði tjaldið Tey, sum vóru til konsertina hjá Signari í Homrum leygarkvøldið vita, at huglagið í tjaldinum hesa løtuna var nakað heilt serstakt. Millum hvørt lag sungu fólk fagnaðarróp fyri Signari, og tað minti ikki sørt um at vera til hondbólts ella fótbóltsdyst. – Hatta var so ótrúligt, at eg kann ikki seta orð á tað, sigur Signar í Homrum. Klokkan 01 leygarkvøldið var tjaldið á Summarfestivalinum karmur um eina stórsligna konsert frá Signari í Homr­ um. Tjaldið var á tremur, og fólkini vóru í serstakliga góðum hýri hesa løtuna. – At hoyra, at fólkini eru so tendraði, ger nakað við ein bólk. Man gevur tí tað meira, tá ið man sær, at fólkini eru so spent, sigur Signar í Homrum. Signar framførdi ein lítl­ an tíma, og her vóru tey eyðkendu hittini "Tað er gott at elska", "Sorgblídni", "Mín skattur" og "Kærleikans mátt" at hoyra, og fólkini sungu við til hvørt orð. Signar í Homrum sigur, at hetta er ein uppliving, sum hann ongantíð fer at gloyma. – Eg hevði sett mær fyri áðrenn, at um tjaldið bert var hálvfult, so hevði eg verið nøgdur. Men tá ið vit so byrjaðu var tjaldið á tremur við fólki. Tað var ótrúliga stuttligt, sigur Signar í Homr­ um. Signar sigur, at hann var ógvuliga spentur áðr­ enn konsertina, og at hann og bólkur hansara høvdu fyrireikað seg væl til kon­ sertina. Summar festivalurin – Skal ansa eftir ikki at troytta fólk Seinastu mongu árini hevur Klaksvíksbólkurin Dynamit verið fastur fúsur á stóra pallinum á Summarfestivalin. Í ár var tó einki at hoyra til grøv nummar 13 ella hini hittini hjá bólkinum. - Vit skulu eisini ansa eftir ikki at troytta fólk. Men eg skal viðganga at fái brell tá eg síggi stóra pallin, sigur Niclas Heri Jákupsson, ein av forsangarunum í Dynamit. Tað er vorðin siðvenja, at lokalu hittini hjá Dyna­mit eru at hoyra á Summarfestivalinum, men í ár varð ikki so. – Vit tosaðu um tað í bólkinum, og fleiri hildu, at vit skuldu taka ein steðg. Sjálvur helt eg, at tað var upplagt at vit vóru við, nú tá ið talan var um 10. festivalin, men tað bleiv ikki so, sigur Niclas Heri. Hann sigur, at hóast bólkurin ikki var við í ár, so merkir tað ikki, at hittini frá Dynamit ikki vera at hoyra aftur á Vágsbøi ein av komandi árunum. LoverLover fleiri stakløg fyri framman Nýggi og heldur forkunnugi bólkurin LoverLover byrjaði sum eitt hugskot hjá Filip Mortensen og Petur Háberg. Men tá ið teir fingu í boði at spæla eina heldur spennandi konsert, kom glið á sangskrivingina, og í næstum fara teir báðir, at geva út nøkur stakløg. Petur Háberg og Filip Morten­ sen byrjaðu sína sangleið saman sum LoverLover, við at ringja til Eivør Pálsdóttir, og spyrja um tað bar til at hita upp fyri Eivør í Vega fyrr í ár. – Tá Eivør segði ja til tað gjørdist vit rættiliga bilsnir. Vit skundaðu okkum tá at seta okkum saman, og skriva nøkur løg og finna eitt heiti til bólkin, siga teir báðir Filip og Petur. Síðani tá hava teir fram­ ført rættiliga nógv, og fyri framman hjá teimum eru nakrar framførslur í Danmark og tíð í upptøkuhølunum. – Vit fara at geva út tvey stakløg í heyst. Vit ætla ikki at geva fløgur út, men vilja gjarna geva út stakløg við jøvnum millumbili, siga teir báðir. Tað var klokkan 00.30 hóskvøldið, at teir báðir fram­førdu á torginum á Summar­festivalinum Myndir: eydbii myndir