mánadagur 12. august 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 12. august 2013 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Summar festivalurin
Sangkarrieran broytti lívið
Seinastu árini hevur 32 ára gamla Evi Tausen verið millum kendastu countrystjørnurnar
í Føroyum, og hennara karriera sum songkvinna hevur av álvara tikið dik á seg.
Men sangkarrieran hevur eisini kravt nakrar broytingar í lívinum hjá Evi.
Evi Tausen var 29 ár fyrstu
ferð hon sang alment, og
áðrenn tað hevur hon als ikki
fingist við tónleik. Men eftir
at hon framførdi til sítt egna
brúdleyp broyttist hennara
lív nógv. Ferð kom á sang
karrieruna, og brádliga var
Evi uttanlands og tók upp
fløgu, og vann heiðursløn
fyri sín sang. Hóast Evi er
glað fyri sína nýggju karrieru,
so viðgongur hon, at karri
eran og familjulívið til tíðir
ikki hóska saman.
– Eg var jú rættiliga eta
blera í Suðuroynni áðrenn eg
byrjaði at syngja, og tá eg so
byrjaði at gera um meg, var
eg onkursvegna noydd at
broyta mítt lív rættiliga
grundleggjandi, sigur Evi.
Hon vísir á, at tíðin ikki
altíð røkkur til familjudøg
urðar,
føðingardagar
og
annað, tí tá hon hevur eina
fríløtu, so brúkar hon hana
saman við manninum og
børnunum.
– Tað er særandi til tíðir,
tá ið familja ella vinir siga, at
tey ikki síggja meg so ofta
longur. Eg sakni tann partin
av lívinum. Men hinvegin eri
eg ótrúliga glað fyri at syngja,
og eg hevði ikki broytt mítt
lív um eg kundi, sigur Evi.
Evi er eisini vorin varug
við hvørjar neiligar avleið
ingar ein karriera sum song
kvinna hevur við sær.
Vit kenna øll til slatur og
sleyg, og tað havi eg sanniliga
eisini fingið oman yvir meg,
sigur Evi Tausen.
Hon vísir á, at tá ið fólk
gerast kend í Føroyum halda
onnur mangan, at tey broyta
persónligheit. Men orsaka av,
at Evi var 29 ár áðrenn hon
byrjaði at syngja, er hon
eisini í tí hepnu støðu, at hon
visti hvat hon vildi áðrenn
hon byrjaði.
– Eg ímyndi mær, at fólk,
sum
gerast
kend
sum
blaðung, allarhelst enda í
fleiri støðum, sum tey ikki
hava hugsað so nógv um
áðrenn. Men eg eri tann sum
eg eri, og veit hvat eg vil. Og
eg eri als ikki broytt seinastu
árini, sigur Evi.
Børnini sungu við
Seinastu árini hevur Evi
framført óteljandi konsertin
bæði í Føroyum og uttan
lands. Fríggjakvøldið var tað
so stóri pallurin á Summar
festivalinum, sum var kar
mur um countrykonsertina
frá Evi. Eitt av kendastu
løgunum hjá Evi er Blue
Radio, og fríggjakvøldið á
Summarfestivalinum fingu
fleiri børn møguleikan, at
framføra hetta lag saman við
Evi.
– Eg royndi herfyri at fáa
børnini við at syngja, tí eg
haldi sjálv hasin sangurin er
rættiliga torførur at syngja.
Mær dámar í veruleikanum
illa at syngja hann sjálv. Men
børnini komu við, og tað
riggaði ordiliga væl, greiður
Evi frá.
Áðrenn konsertina hugs
aði Evi um, hvørt nógv fólk
fóru at koma til konsertina
hetta kvøldið. Men tá ið Evi
byrjaði var Vágsbøur væl
fyltur av fólki.
– Tað var so stuttligt at
síggja fólkini á bønum. Tey
hugnaðu sær, og tey sungu
við alla tíðina. Hetta var
nakað heilt serligt, slær Evi
fast.
- Hopi vit sleppa aftur
Teir báðir Steen Rói og Ragnar, sum manna bólkin Swangah, høvdu eina stóra
uppgávu á Summarfestivalinum hóskvøldið. Teir skuldu nevniliga enda kvøldið
á stóra pallinum á Vágsbøi. – Hatta var fantastiskt. Tað ber ikki til at seta
orð á hvussu stór hendan upplivingin var fyri okkum, sigur Steen Rói.
Seinastu mongu árini hava
fyrireikararnir av Summar
festivalinum skipað soleiðis
fyri, at tónleikurin í størstan
mun er til tey ungu hóskvøld.
Soleiðis varð eisini í ár. Fyrsta
konsertin á stóra palli var við
bretanum Mika, sum leveraði
eitt ordans poppbrak. Síðani
vóru tað rappararnir úr
Havn, sum fingu møguleikan
at enda ballið á Vágsbøi hetta
hóskvøldið.
Ragnar og Steen Rói hava
av álvara gjørt um seg
seinastu árini, og nú fingu
teir so møguleikan at spæla á
stóra pallinum á Summar
festivalinum.
Tað er nógv trýst á til eina
slíka konsert. Hetta er uttan
iva størsti pallurin vit hava
verið á, so tað er nakað heilt
serstakt, siga Steen Rói og
Ragnar.
Teir báðir eru vanir við at
standa tætt við áskoðararnir,
og tað hjálpir nógv, tí teir
báðir eru nevniliga ógvuliga
fjálturstungnir áðrenn eina
stóra konsert.
Vit ristast um allan kropp
in áðrenn vit skulu inn. Men
tá vit so síggja, at áskoðar
arnir eru við okkum, so
gongur tað yvir aftur, siga
Steen Rói og Ragnar.
Steen Rói og Ragnar vistu
ikki at siga hvussu nógv fólk
vóru til konsertina at byrja
við, tí teir sóu ikki út á bøin
fyri ljósunum á pallinum.
Men tá ið øll ljósini tendraðu,
og man sá allan vágsbø, vóru
teir ovfarnir.
– Tá vit sóu fólkini gjørdist
vit púra paff, og góvu tí alt
sum vit høvdu, sigur Steen
Rói.
Føroyar ikki hoyrt
slíkt rapp áður
Swangah gjørdist beinan
vegin ein tann best umtókti
bólkurin í landinum millum
tey ungu, og við provokerandi
tekstum og vælsvingandi
rapptónleiki hava teir sligið
sítt navn fast.
– Føroyar hava ikki hoyrt
rapp sum hetta áður. Vit
brúka orðaspæl og eru erligir,
og vit leggja ikki fingrarnar
ímillum, siga teir báðir.
Fyri stuttum góvu teir út
eitt nýtt lag við heitinum "Øll
í mínum sikti", har teir søgdu
sína hjartans hugsan um
kendar føroyingar - serstak
liga aðrar tónleikarar.
Vit gera tað ikki tí vit vilja
vísa, at vit tora. Vit vilja
heldur ikki spilla nakran út.
Vit vilja bert siga okkara
hugsan um samfelagið, og
tey evni, sum vit taka upp,
siga Steen Rói og Ragnar.
Teir báðir vísa á, at teir
nýttu nógv ár at skriva
tekstir og hugsa um sínar
boðskapir, áðrenn teir vóru
til reiðar at geva sangir út til
almenningin at hoyra.
Men nú eru teir vísir í, at
tað er neyðugt at vera erligur
fyri at gera ein góðan sang,
og teir fegnast um, at so nógv
hava tikið teirra boðskapir til
sín.