Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. august 2013 · Nr. 91 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Summar festivalurin Kim og Mika kundi verið betri Tað sigur Steintór Rasmusssen, fyriskipari av Summarfestivalinum, sum annars er rættiliga væl nøgdur við jubileumsfestivalin Rólant Waag Dam - Kim Larsen hevði ein ein­ as­tand­andi møguliga og ein fan­tastiskan pall, men hann spældi kanska bara tríggj­ ar góðar sangir. Tað sigur Steintór Rasmussen, fyri­ skip­ari, um framførsluna hjá Kim Larsen, sum hann eins og nógvir aðrir føroyingar høvdu glett seg til. Men hvørki Steintór ella hini á Vágsbøi fingu eina hitt­ par­adu av løgum. Steintór var heldur ikki serliga nøgdur við ljóðið, tá Mika spældi – men í aðrar mátar kundi hann ikki verið meiri nøgdur við framførsluni. - At standa á Vágsbøi og upp­liva eitt so ungt og ak­ tuelt navn, ið hevði helst besta showið, sum hevur verið á festivalinum, tað var fantastiskt. Somuleiðis vóru rokklegendurnar ótrúligar at uppliva, og Týr settu eina frálíka sloyfu á festivalin á stóra palli, sigur Steintór Rasmussen, sum annars er rættiliga væl nøgdur við festivalin. - Fólk hava hugnað sær og tað mesta gekk akkurát sum tað skuldi. At veðrið eisini var hampiliga gott, tað hevur sjálvandi nógv at siga. So sum fyriskiparar kunnu vit illa vera annað enn nøgdir við jub­ileumsfestivalin, sigur Stei­ntór Rasmussen. Hann hevur eisini skilt á stóru nøvnunum, sum spældu, at tey hugnaðu sær ó­ført í Føroyum. - Mika var ótrúliga fyri­ kom­andi og hevði nakrar ógv­u­liga góðar dagar her, frá tí hann kom og til hann fór. Leg­end­urnar flugu høgt, men hóast hetta høvdu tey beinini á jørðini. Kim Larsen sóu vit hinvegin ikki nógv til, og eftir framførsluna leygarkvøldið fór hann beint í bussin, greið­ ir Steintór Rasmussen frá. rolant@sosialurin.fo