Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Fyrsta mál í fýra ár Tá 27 ára gamli Páll Mohr Joensen í gjár javnaði fyri HB ímóti Víkingi til 1-1 í 85. minutti, vóru fýra ár, tveir mánaðir og 28 dagar lidnir, síðani hann seinast skoraði eitt mál fyri HB í bestu mansdeildini. Tað var tann 24. mai í 2009, tá hann skor­ aði til 3-0 í 4-2 sigrinum á KÍ í Gundadali. Seinnu árini hevur hann verið niðri í lestrar­ ørindum, og dysturin í gjár var hansara fyrsti á besta HB-liðnum síðani á heysti í 2010. H E S A V I K U N A Teitur Gestsson: 2 Fekk við stórbjarging forðað Víkingi at koma í gongd beint eftir steðgin. Men trý mál inn telja niður Tróndur Jensen: 3 Spældi ein fínan dyst á høgra bakki og bjóðaði gjarna av frameftir, umframt at røkja verjupartin væl. Jóhan T. Davidsen: 2 Var saman við restini av miðverjuni um ein háls ímóti endanum, tá málini komu og verjan ikki stóð ímóti meira. Heini Vatnsdal: 1 Hevði heldur ikki sín besta dag og var samsekur í onkrum av málunum, tá verjuspælið skramblaði saman. Alex dos Santos: 2 Røkti verjuuppgávurnar nøkulunda og var ofta við frameftir, men skuldi havt forðað fyri fyrsta málinum. Kristin R. Mouritsen: 2 Stóð seg betur fyri steðgin, tá hann var við í nógvum, men átti møguliga eitt brotsspark seinni. Bárður Olsen: 1 Var nokk so ósjónligur tað mesta av dystinum, og lítið sást til spæl­ stýrandi dygdirnar, hann annars hevur. Fróði Benjaminsen: 3 Gekk sum vant undan á miðvøllinum og rann seg ofta í støður, ið við røttu sendingini kundu givið okkurt av sær. Christian R. Mouritsen: 4 Væl upplagdur og trillaði í løtum runt við verjuni hjá Víkingi, men var ikki nóg avgjørdur, tá tað ráddi mest um. Andrew av Fløtum: 2 Legði upp til málið hjá HB og dugdi sum vant væl at halda upp á bóltin, men var ikki tann stóra hóttanin. Símun Samuelsen: 2 Spruttaði óført fyrsta part av fyrra hálvleiki við næskum royndum, men hvarv síðani fullkomuliga úr dystinum. Pál Mohr Joensen: 1 (▲77.) Fekk ótakksomu uppgávuna at verða innskiftur og tí at vera á vøllinum, tá Víkingur streyk avstað við øllum. Páll Mohr Joensen: 2 (▲80.) Vísti sítt gamla máltev, men kundi bara staðfesta, at tað ikki rakk til annað enn pynt hesaferð. Bárður J. Heinesen: 1 (▲80.) Megnaði at fáa eitt gult kort ta stuttu løtuna, hann fekk á vøllinum ímóti endanum á dystinum. Avrik: tøl 1 til 6 HB 1 (0) Víkingur 3 (1) Hilmar Jan Hansen Tá Filip Djordjevic í allar­sein­ asta minuttinum í sjálvum dystinum slapp at seta fría kós ímóti HB-málinum og økja fyri Víking til 3-1, var tað bara seinasti seymurin í lík­kistuna hjá oddaliðnum, ið ikki hevði ein av sínum bestu dystum, tá hugsað verður um úrslitaligu úrtøkuna. Hin­vegin kendi Víkingur til fulnar sína vitjunartíð og syrgdi fyri ikki at misbrúka sínar størstu kjansir. Ein stórur munur á lið­ unum var sjálvandi fremsti skarprættarin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, ið skoraði hini bæði málini hjá liðnum í einum dysti, ið leingi sá út til fyrr ella seinna at fara at koppa til HB, sum sá út til at hava fatur í rætta endanum, men bara ikki fekk nakað burturúr. Dysturin byrjaði við nøkrum góðum HB-álopum, ið serliga góvu Símuni Samuelsen stórar kjansir. Longu í fyrsta minutti kundi hann havt lagt heimaliðið á odda, og løtu seinni hevði hann aftur møguleikan, men ikki var hepnið við, tí fyrst í dystinum sá verjan hjá Víkingi ikki alt ov stinn út, so aftaná – tá er tað jú so lætt – kann sigast, at tað var helst tá, at HB skuldi havt satsað meira. Men hóast stílurin kanska ikki altíð var so elegantur, fekk Geza Turi hildið teimum ljósabláu inni í dystinum við hondum, fótparadum og skjótum reaktiónum. Nógv slapp inn um verjuna fyrst í dystinum, men inn um Geza slapp einki! Drupu dystin Sum fyrra hálvleiki leið, setti HB seg á tað nógva av spæl­ inum, og serliga var Christian R. Mouritsen sjónskur í mynd­ini, tí hann gjørdi ar­ beiðið so ómetaliga nógv lætt­ari fyri liðfelagarnar, tí hann næstan altíð kundi spæl­ast og í heilum spældi bóltin væl frá sær aftur. Har­umframt stóð hann fyri fleiri góðum detaljum, men var bara ikki nóg av­ gjørdur, tá skjótast skuldi ímóti málinum, tí verjan hjá Víkingi við tíðini eisini betur og betur megnaði at lesa av, hvat hann ætlaði sær. – Hjá okkum ráddi tað um, at vit skuldu standa rætt á vøllinum og skora upp á kontramøguleikar og royna at halda tætt. Tað eydnaðist, tá vit komu á odda 1-0, og hóast teir svaraðu aftur stutt fyri dystarenda, megnaðu vit at skora beinanvegin, segði Finnur Justinussen, sum við tveimum báðum fyrru mál­ unum gekk undan í at avlíva oddaliðið. – Eg haldi, at tá vit skoraðu til 2-1, drupu vit dystin. Tað kann annars henda so skjótt, at HB skorar og fer við øllum, men tað hendi so ikki í dag. Fyrstu 70 minuttirnar stóð HB fyri tí nógva, og hóast ferðin ikki var tann stóra í dyst­inum, so lá líkasum í luft­ini, at HB við góðum tamar­haldi á tí nógv helst fór at stinga av við øllum, tá avtornaði. Men tað skuldi so sanniliga vísa seg at enda øðrvísi hesaferð, hóast hetta í alt ár hevur verið mestsum uppskriftin upp á HB-fótbólt í Gundadali. Tey fýra málini Fyrsta málið kom eftir gott álop í høgru síðu, har Bárður J. Hansen setti ferð á, spældi stutt til Hanus Jacobsen, sum sendi bóltin inn um verj­una, og har var Bárður komin upp á pláss og slapp til baklinjuna, haðani hann sendi flatt og hart innfyri. Við fremru stong var Finnur Justinussen fyrsti maður á og fekk prikað bóltin inn. Síðani gekk eitt korter, áðrenn HB svaraði aftur. Andrew av Fløtum rak út í vinstra krók, har hann megn­ aði at sleppa so mikið leysur av víkingunum, at hann fekk lagt innfyri. Mitt fyri málinum stóð heim­aftur­ komni Páll Mohr Joensen klárur og bankaði bóltin inn, so tað nú stóð á jøvnum 1-1. HB-ararnir fegnaðust sjálv­andi um, at teir vóru við aftur, men teir náddu ikki at fáa armarnar niður, so var aftur mál í hinum enda­ num. Jann Ingi Petersen, sum var komin inn eftir steðg­in, spældi fram til Finn Justinussen, ið sjálvur megn­ aði at skapa sær neyðuga plássið og sleppa inn um miðverjarnar, áðrenn hann smekkaði í málið. Nú var leyst og liðugt, og Víkingur spurtaði Hóast HB meginpartin av dystinum hevði havt bóltin meira og eisini hevði verið munandi næskari, so endaði tað við, at Víkingur streyk avstað við tí heila í Gundadali í gjár. Teir ljósabláu eru av álvara komnir í gongd og liva upp til tær dygdir, liðið átti at havt