Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur tað sást á øllum brøgdum, hvør nú hevði yvirskot og orku, og hvør ikki fekk saml­ að tankarnar um nakað sum helst. Víkingur hevði ís í búk­inum og gjørdi alt rætt, meðan HB ikki megnaði at fóta sær aftur, og tí bleiv 3-1 málið hjá Filip Djordjevic í 90. minutti bara endin á tí heila. Víkingur stendur væl Teir ljósabláu í Víkingi kunnu staðfesta, at liðið av álv­ara hevur fótað sær aftur, eftir at tað í longri tíð ikki sá nakað serligt út. Og dysturin í Gundadali í gjár staðfesti somu­leiðis, at tað er ikki bara í verjupartinum, at Víkingur hevur fingið sett tingini í system, men so sanniliga eisini í álopinum, ið vísti seg at vera effektivt í røttu løtuni. – Nei, tað er sjálvandi ikki bara verjuspælið, sum er batnað, men sum heild tað, at menn eru raskir og gera, sum teir verða bidnir – eisini í dysti, sigur Finnur Justinussen, ið tó vísir á, at hjá Víkingi ráddi tað í gjár sera nógv um at »standa rætt«, sum tikið verður til á fótbóltsmáli. – Í fyrra hálvleiki royndu vit at koma inn í dystin við at standa rætt har afturi, og beinanvegin í seinna hálv­ leiki komu vit væl fram og skaptu onkran stóran kjans, fyri síðani at liggja eitt sindur longur afturi og spara orku. Tá vit so fingu málið, stóðu vit øgiliga væl, og teir komu ikki til so stórar kjansir. Framstigini síggjast eisini ítøkiliga, svart upp á hvítt, tí umframt at hava spælt seg í steypafinaluna annað árið á rað, hevur Víkingur síðstu fýra dystirnar tikið seg fram á stigatalvuni, eitt pláss hvørja ferð. Og nú átta umfør eru eftir, eru gøtumenninir og leirvíkingarnir altso bara trý stig og nøkur mál frá at standa á heiðurs­merkja­ plássi. hilmarjan@sosialurin.fo Seks til HB og trý til Víking Víkingur vann 3-1 á HB í gjár, men HB hevur tó fingið rættiliga góða úrtøku ímóti Víkingi hetta kappingarárið. Í sætta umfari vann HB á heimavølli 3-0 á Víkingi, og HB gjørdi eisini bart í fimtanda umfari í Sarpugerði í Norðragøtu, tá tað bleiv til ein 4-2 sigur á Víkingi. Geza Turi: 4 Helt Víking inni í dystinum, tá hann hevði fínar bjargingar í fyrra hálvleiki. Bárður J. Hansen: 3 Byrjaði trilvandi, men spældi seg síðani upp í bæði verju og við at bjóða av. Legði upp til fyrsta málið. Atli Gregersen: 3 Eisini heldur leysa byrjan, men fekk so líðandi tamarhald á tí mesta og stýrdi verjuni rímiliga væl. Erling Jacobsen: 3 Spældi eisini ein fínan dyst í miðverjuni, har hann serliga í byrjanini ofta taklaði í júst røttu løtunum. Dánjal Pauli Lervig: 3 Hevði sítt at síggja til, tí nógv hjá HB skuldi ígjøgnum í hansara síðu, men stóð seg fyri tað mesta væl. Kaj Leo í Bartalsstovu: 2 Hevði onkran góðan túr frameftir, uttan tó at fáa tað stóra burturúr, men var alla tíðina í gongd. Sam Jacobsen: 2 Fekk bara ein hálvleik og tóktist ikki so væl upplagdur sum onkran av teimum undanfarnu dystunum. Hanus Jacobsen: 2 Tóktist onkursvegna skeivt plaseraður á miðjuni og ikki úti í síðuni, men var uppi í onkrum av málunum. Filip Djordjevic: 3 Arbeiddi nógv og hart, so betur pláss var til aðrar á liðnum. Krýndi innsatsin við at skjóta triðja málið. Hjartvard Hansen: 2 Útskiftur í hálvleikinum, eftir at hann roynt at runnið og arbeitt frammi á vøllinum, uttan tó tað stóra. Finnur Justinussen: 4 Skjeyt tey bæði fyrstu málini hjá Víkingi og stríddist væl. Fer niðan á máltindin við stórum fetum. Jann Ingi Petersen: 3 (▲46.) Kom inn eftir steðgin og vísti seg enn einaferð vælupplagdan. Legði upp til eitt av málunum. Sølvi Vatnhamar: 3 (▲46.) Fekk somuleiðis bara ein hálvan dyst, men arbeiddi væl og var við til at lyfta liðið eftir steðgin. Avrik: tøl 1 til 6 Hóast tað leingi hevur sæð út til, at kappingin um oddasessin var avlýst, megnaði Víkingur at vísa øllum, at tað ber altso til at taka stig frá oddaliðnum, so tí er landskappingin altso ikki avgjørd enn. Ætlar 3-2 at vísa annað enn málini frá dystinum í Gundadali, verður ikki neyðugt at brúka orku upp á »slow motion«, tí tað mesta gekk seint fyri seg og var alt ov lætt at lesa av hjá mótstøðuliðnum. Geza Turi Atli Gregersen Erling Jacobsen, Bárður J. Hansen ■ Dánjal Pauli Lervig ■ Sam Jacobsen Hanus Jacobsen (Jann Ingi Petersen, 46.) Filip Djordjevic Kaj Leo í Bartalsstovu Hjartvard Hansen (Sølvi Vatnhamar, 46.) Finnur Justinussen Teitur Gestson Jóhan T. Davidsen Heini Vatnsdal Tróndur Jensen Alex dos Santos (B. J. Heinesen, 80. ■) (Pál M. Joensen, 77.) Kristin R. Mouritsen Bárður Olsen (Páll Mohr Joensen, 80.) Fróði Benjaminsen Christian R. Mouritsen Símun Samuelsen Andrew av Fløtum ■ HB - Víkingur 1-3 (0-0) 0-1: Finnur Justinussen, 70. 1-1: Páll Mohr Joensen, 85. 1-2: Finnur Justinussen, 86. 1-3: Filip Djordjevic, 90. Dómari: Rúni Gaardbo Myndir: Hilmar Jan Hansen Bygdamenn vunnu á bygdamonnum úr Havn. Yes! Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: – Tað er altíð ein strika í rokningini at tapa, men hetta er tað, sum kann henda. Vit hava spælt nógvar góðar fótbólts­ dystir, men spæla eisini nakrar, har vit ikki fáa tað at koyra, og hetta var ein av teimum. Men tað var so eisini fortjenastan hjá Víkingi, at vit ikki fáa spælt so væl, segði HB-venja­rin, Oddbjørn Joensen, eftir tapið fyri Víkingi í gjár. – Vit høvdu bóltin megin­partin av tíðini, men skaptu ikki nóg nógvar kjansir, tó at vit høvdu einar tveir ella tríggj­ar hampuliga góðar. Hin­vegin var Víkingur var effektivari og brúkti sín­ ar kjansir, ið eisini vóru størri enn okkara. At dysturin neyvan var tað stóra upplivilsið, ásann­aði Oddbjørn eis­ ini, tá hann skuldi lýsa dystin: – Hetta var tað, sum danskarar plagdu at rópa summarfótbóltur, tí her var lítil ferð á. Og hóast tað eisini bleiv til eitt sindur av kombinatiónsspæli, gekk tað ov seint fyri seg. Hetta minti um dystin við Margáir, tá vit eisini taptu, hóast vit høvdu bóltin nógv, men skaptu einki, segði hann. Nú argasti kappingar­ neytin, ÍF, eisini setti stig til, broyttist odda­støð­ an hjá HB ikki stór­vegis, tí framvegis er havnar­ felagið níggju stig fremst á stigatalvuni: – Okkara mál er meist­ ara­heitið, sum vit royna at fara eftir, og vit eru so enn hesi níggju stigini fremst. Men vit kenna okkum ikki tryggar, fyrr enn vit eru komnir á mál, segði Oddbjørn Joensen. hilmarjan@sosialurin.fo Skaptu ov lítið