mánadagur 12. august 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Javnur javnleikur
Tað var lítið, sum skilti NSÍ og AB á Toftum. Tí mundi javnleikur verða á eini góðari leið,
hóast teir í NSÍ leguni munnu vera minni fegnir um eina stigi enn argjamenn
NSÍ
1 (1)
AB
1 (0)
Tróndur Arge – Toftir
Við umskipaðari verju og
einum brúðgómi í álopinum,
var eitt sindur óvist hvørjum
standi NSÍ liðið var í undan
dystinum móti formsterka
AB.
Tað skuldi skjótt vísa seg,
at Klæmint Andrasson Olsen
og hinir í NSÍ vóru klárir frá
byrjan. Magnus Hendriksson
Olsen hevði vunnið sær pláss
millum teir fyrstu ellivu og
spældi væl.
Longu aftaná sjey min
uttir kemur hann í góða skot
støðu, tá hann fær bóltin til
í brotsteiginum nakað til
høgru, og sleppur at venda
sær. Hann ger skjótt av og
plaserar bóltin úti stongina
til vinstru.
Dysturin er bara sjey
minuttir gamal og NSÍ er á
odda.
Restina av fyrra hálvleiki
gongur javnt á. NSÍ hevur
takið á spælinum, men AB
kemur til teir møguleikar teir
skulu. Serliga Jónas Stenberg
er nær, tá bólturin dettur
fyri føturnar á honum eftir
langt innskast úr høgru. Tað
endar við , at liðskiparin hjá
AB sendir bóltin omanfyri
málið.
Ein javnur fyrri hálvleikur,
har Magnus H. Olsen var
munurin.
AB javnar
Seinni hálvleikur er bara
tríggjar minuttir gamal, tá
argjamenn javna. AB hevur
hornaspark í vinstru síðu.
Dion Splidt sendir bóltin
innfyri. Ongin fær høvdið á
hann fyrst, og so stendur Rói
Danielsen púra leysur við
aftari stong og stútar bóltin
í málið.
– Á veg fram avtalaðu eg
og Dion, at eg skuldi gera
júst hasa renningina, sigur
Rói Danielsen og vísir sam
stundis á, at AB í Dion Splidt
hevur ein framúr deyðbólts
snilling.
Eina løtu í seinna hálv
leiki misti AB takið á tí fram
rættaða spælinum og NSÍ
trýsti. Í eitt stórt korter ella
so hevði AB ikki eina roynd
á málið NSÍ, sum megnaði
at halda fast í bóltinum og
hótta.
Ikki fyrr enn Karstin Høj
gaard kom inn fyri Ahmed
Keita, sum annars spældi
væl í fyrra hálvleiki, kom lív
í aftur AB.
NSÍ helt fram at hava
bóltin meir, men nú hótti AB
í mótálopum.
Hóast bæði liðini vildu
hava avgerandi málið, so kom
tað ongantíð. Tað er nokk eis
ini eitt rættvíst úrslit sæð í
mun til spæl og møguleikar,
har NSÍ hevði bóltin meir,
men at AB nokk hevði nakar
eitt vet vandamiklari møgu
leikar.
Brúðgómur og lið
skipari gongur á odda
Tað var annars stuttligt at
síggja Klæmint Andrasson
Olsen spæla við fullari ferð
í dystinum á Toftum. Hann
bleiv giftur og hevði brúdleyp
leygardagin, men var klárur
at ganga á odda fyri felagi
sínum dagin eftir.
Hóast Klæmint ikki skor
aði, so var hann ágrýtin í
trýstinum og leitaði allatíð
eftir møguleikanum at fáa
mál. Hann var nakrar ferðir
nær, men tað eydnaðist ikki
at fáa bóltin í málið.
Tað er ikki undarligt, at
ein maður, sum leggur so
nógv fyri at spæla dagin
eftir sítt egna brúdleyp, er
liðskipari á liðnum.
At hansara einasta við
merking til hendingina er,
at tað var keðiligt at teir ikki
vinna, sigur heldur ikki so
lítið um fótbóltshjartað hjá
rituvíkinginum, sum nú er
ein giftur maður.
Átta dystir uttan tap
Í AB leguni eru menn fyri
tað mesta nøgdir við avrikið
og eina stigið. Teir hava ikki
tapt í átta dystum, harav teir
hava vunnið seks av teimum,
meðan báðir útidystirnir eru
endaðir við javnleiki.
– Nú eru vit eitt stig nærri
bjargingini og tað kunnu vit
fegnast um, sigur Sámal Erik
Hentze, venjari hjá AB.
AB hevur upp á átta
umfør arbeitt seg upp frá
tíggjunda plássi til sjeynda
pláss – fýra stig røttu megin
niðurflytingarstrikuna.
trondur@sosialurin.fo
NSÍ - AB 1-1 (1-0)
1-0: Magnus H. Olsen, 8.
1-1: Rói Danielsen, 49.
Dómari: Rói Jacobsen
Vespan slapp undan frensaklørnum hesuferð
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Tað er ikki altíð rættvíst
at vísa eina ávísa mynd
og siga, at annað liðið
bleiv snýtt eitt nú eitt
brotsspark. Hetta tí tað
eisini eru aðrar støður í
dystinum, sum ikki verða
avmyndaðar. Her er tó
ein mynd, sum vísir, at
argjamenn høvdu grein í
sinum máli, tá teir í fyrra
hálvleiki vildu hava brots
spark, tá bólturin kom í
hondina á Pól Jóhannusi
Justinussen.
Tað vóru eisini einar
tvær støður, har NSÍ vildi
hava brotsspark, men tað
fingu teir heldur ikki.
Tað var heldur ongin
ónøgd millum spælararnar
við dømingina, so tað var
á eini góðari leið fyri báð
ar partar.
Myndir: Álvur Haraldsen
Fýra B71’arar á vøllinum Hóast B71 stríðist fyri lívinum í
1. deild, so mennir felagið framvegis góðar fótbóltsspælarar. Tað
sást á Toftum, tá ikki færri enn fýra spælarar vóru á vøllinum, sum
hava sína fortíð í felagnum. Teir vóru Símun Rógvi Hansen, Kári
Nielsen og Mikkjal T. Hentze, AB og Magnus H. Olsen, NSÍ.
NSÍ og AB fingu fýra í part Ígjár býttu NSÍ og AB
stigini, og tað gjørdu liðini eisini yvir alt kappingarárið.
Talan gjørdist um fýra stig í part. Liðini vunnu hvør sín
dyst á Argjum. Ì 6. umfari vann NSÍ 3-2 í yvirtíðini. Ì 15.
umfari vann AB 3-1, og ígjár leiktu liðini javnleik 1-1.