mánadagur 12. august 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
EB/Str.
3 (2)
TB
0 (0)
Rólant Waag Dam
Tað gekk við rúkandi ferð, tá
málini komu. Tað ger tað ofta
hjá EB/Streymi, men hesar
seinastu dystirnar hevur tað
ikki gingið eftir vild. Sunda
lagsmenn hava tapt tveir
landskappingardystir á rað
– báðar ferðir í móti feløgum
úr høvuðsstaðnum, fyrst í
móti AB á Argjum og síðani
B36 í Gundadali.
Tað
var
ikki
endiliga
tí, at EB/Streymur spældi
dreymafótbólt í gjár! Als
ikki. Men tað var gott og tað
var effektivt. Um væl vildi
til, so fingu teir nøkur mál
aftrat, men Hans Pauli og
Arnbjørn, sum høvdu hvør
sín risa kjans, sum ikki fóru
í mál, vóru ikki nóg kaldir í
avgerandi løtunum.
Men tá tá tú fært trý mál
og trý stig, so er eingin orsøk
til at klaga – tað gera tey
heldur ikki í Sundalagnum.
Tvørtur í móti fegnast tey
um, at liðið er komið aftur á
beint.
Ov fáar streingir
Tað, sum hevur eyðkent
EB/Streym
hesar
báðar
síðstu dystirnar undan upp
gávuni í gjár, er, at menn
sum Hans Pauli Samuelsen,
Leif Niclasen og Arnbjørn
Hansen ikki hava verið í
hopla. Í gjár vóru teir tó
aftur har, teir skulu vera.
Sjálvandi megnaðu teir ikki
at umseta alt til mál, men tað
sá munandi betri út, enn tað
hevur gjørt teir báðar undan
farnu dystirnar. Hetta er at
fegnast um hjá sundalags
fólkum.
Men hyggja vit nærri eftir
hagtølunum, so siga hesi
greitt at skal EB/Streymur
vinna, so skal onkur av hes
um trimum leikarum skora.
Tilsamans hava teir gjørt 22
av 32 málum hjá EB/Streymi.
Bara fýra aðrir leikarar hava
skorað fyri EB/Streym í
landskappingini, og tað er
hugvekjandi, tí í roynd og
veru eru tað bara tey bæði
botnliðini, 07 Vestur og TB,
sum hava eins fáar mál
skjúttar og EB/Streymur.
Hetta eigur at geva – um tað
ikki langt síðani hevur gjørt
tað – Rúna Nolsøe, venjara
hjá EB/Streymi, okkurt at
hugsa um.
Tí framgongdin hjá einum
liði sum EB/Streymi, eigur
ikki at vera tengd at so fáum
spælarum. Serliga um vit
eisini hava í huga, at verju
parturin eisini hevur haltað
bæði áðrenn og eftir, at Egil á
Bø vísti seg á vøllinum aftur í
nakrar dystir.
Dánjal sannførandi
Tá hetta er sagt, so skulu
vit leggja aftrat, at Dánjal
Davidsen spældi ein fínan
dyst í miðverjuni saman
við Marna Djurhuus. Hann
hevur havt tað trupult í
fleiri dystum, síðani hann
kom aftur til EB/Streym,
men í gjár hevði hann gott
tak á Poul Ingason og Dan
Mortensen. Hetta meðan Egil
á Bø stóð uttanfyri girðingina
og drakk kaffi.
Hinvegin høvdu teir báðir
áleypararnir hjá TB, saman
við restini av hópinum, ógvu
liga trupult við at raka málið.
Tað mundu vera ógvuliga
fáar ferðir, at teir spældu seg
til upplagdar møguleikar – og
tá skotið varð, so var tað so at
siga ongantíð, at tað endaði
innanfyri rammuna.
Heldur ikki brotssparkið,
sum Nicholas Deverdics tók
sær av, megnaðu teir at um
seta til mál, tí René Tórgarð
vardi væl fyri.
Ikki nóg gott
– Vit eru ikki nóg skarpir.
Hvørki har frammi ella har
afturi. Vit høvdu nøkur skot
úti frá, men komu ikki til
nakrar 100 prosent kjansir,
har vit komu heilt inn og vit
høvdu heldur ikki nøkur skot,
sum vóru innanfyri ramm
una. Heldur ikki í verjuni
eru vit nóg avgjørdir, so tað
er ikki gott nokk, ásannaði
Óli Johannesen í sendingini
3. hálvleikur hjá Rás2 eftir
dystin.
Arnbjørn Hansen hjá EB/
Streymi var hinvegin meiri
bjartskygdur.
– HB er nokk farið, men nú
tapti ÍF í gjár. So um vit eru
hepnir, so kunnu vit røkka
einum øðrum plássi, so tað
fara vit eftir, segði hann.
rolant@sosialurin.fo
fótbóltur
Skarprættararnir
avgjørdu dystin
Álopsessini hjá EB/Streymi vóru aftur har, teir skuldu vera, men sundalagsmenn
mugu ásanna, at teirra framgongd er treytað av ov fáum leikarum
EB/Str. - TB 3-0 (2-0)
1-0: Leif Niclasen, 22.
2-0: Arnbjørn T. Hansen, 26.
3-0: Arnbjørn T. Hansen, 84.
Dómari: Juha-Matti Kanniainen
Nú sigur Hans Frói nokk, at TB er
áveg "below the belt" - or the line!
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Myndir: Álvur Haraldsen
Tríggjar ferðir sjey 07 Vestur, TB og EB/Streymur
eru tey liðini í deildini, sum hava fægst málskjúttar.
Einans sjey á hvørjum liðið hava skorað higartil í ár.
Hinvegin kann EB/Streymur ugga seg við, at teir hava
toppskjúttan í deildini, Leif Niclasen, við 12 málum
EB/Streymur fekk góða úrtøku ímóti TB EB/Streymur
fekk góða úrtøku ímóti TB hetta kappingarárið. Ìgjár gjørdist
talan um ein 3-0 sigur. Fyrr í summar vann EB/Streymur 2-0
í Trongisvági. Tað var bara í tí fyrsta dystinum við Margáir, at
tað eydnaðist TB at fáa stig í einum 2-2 javnleiki í 6. umfari.