Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur B36 hongur í B36 vil ikki geva seg í kappingini um bronsuna. Við tryggum 4-1-sigri í Sørvági sunnudagin syrgdu teir somuleiðis fyri, at 07 Vestur alt meiri líkist einum niðurflytara 07Vestur 1 (0) B36 4 (3) Pætur Albinus Tað var 07 Vestur, sum legði betur fyri í dystinum og tilspældi sær einar tvær vandamiklar deyð­ bóltsstøður, har serliga Ibrahima Camara enn einaferð tók ábyrgd í álopspartinum og framdi nógv sjálvur. Tað er tó munur á botn­ liðunum og hinum liðunum – ein er tann, at botnliðini hava truplari við at umseta málmøguleikar til mál. Hetta kom at kosta 07 Vestur longu í 12. minutti, tá ið B36 tók av fyrsta møguleika teirra. Hornasparksinnlegg endaði í pannuni á Evrard Blé, sum stútaði bóltin í longra horn. Hann var tískil ikki blíður við liðið, sum hann fór frá í summarsteðginum, og legði B36 á odda 1-0. At heimamenninir komu afturúr merkti, at teir komu longri fram á vøllin í eini roynd at javna, og hetta gagnnýtti B36 til at fara í mótálop. Og tað eydnaðist væl. Eitt nú spurdist eitt frí­ spark burturúr tá ið hálvur tími var leiktur, sum kom at vera avgerandi. Súni Olsen var sum ikki einaferð maðurin, ið skeyt bóltin hegnis­liga beinleiðis í málið, og so var 2-0 til B36. 10 minuttir fyri hálvleik slapp ein púra leysur Róaldur Jakobsen at økja til 3-0, sum eisini gjørdist hálv­leiks­ støðan. 07 Vestur lítla vón Hjá heimamonnunum ráddi um at fáa eitt mál tíðliga í seinna hálvleiki, og tað var júst tað, sum hendi. Tað var ikki meiri enn ein hálvur minuttur spældur, tá ið Ibrahima Camara minkaði til 1-3. Hetta gav nýggja vón til 07 Vestur, sum tó ikki fekk meiri burturúr í hesum dyst­ inum og B36 hevði tamar­hald á støðuni. Dysturin bleiv endaliga avgjørdur 10 minuttir undan leikloki, tá ið Høgni Midjord rann ein langan tein sjálvur og spældi hegnisliga Lukasz Cieslewicz leysan og gjørdi tað til 4-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Tey trý stigini komu væl við hjá B36, sum framvegis hongur í EB/Streymi og er á fjórða plássi. Verri og verri sær út hjá 07 Vestur, sum nú er níggju stig frá at lívbjarga sær í Effodeildini. albinus@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen 07 Vestur - B36 1-4 (0-3) 0-1: Evrard Blé, 12. 0-2: Súni Olsen, 28. 0-3: Róaldur Jacobsen, 35. 1-3: Ibrahima Camara, 46. 1-4: Lukasz Cieslewicz, 78. Dómari: Páll Augustinussen Í dag er tað B36, sum kann syngja GIN GANGO, GIN GANGO ---- heyla og heyla sjeyla Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Tveir fingu debut Hjá 07 Vestur sluppu teir báðir Uni Falkvard Nielsen og Høgni Egilstoft Nielsen at royna seg á besta liðnum á fyrsta sinni. Høgni var henda dagin 16 ár, tríggjar mánaðir og 13 dagar gamal, og er harvið yngsti leikari á besta liðnum hjá 07 Vestur nakrantíð. Hetta skrivar heimasíða felagsins. B36 gjørdi tvey hál í Sørvági B36 kann hyggja á tær tríggjar uppgerðirnar ímóti 07 Vestur í effodeildini við einari løgnari kenslu. Í 15. umfari á heimavølli eydnaðist tað bert at fáa javnleik 0-0. Ólíka betri gekk hjá B36 á útivølli í Sørvági. B36 vann á útivølli 3-0 og 4-1 á 07 Vestur á útivølli. Royndasti leikarin hjá B36, Jákup á Borg, stríðist fram­vegis við trupulleikar í rygginum og enn er ikki greitt, nær hann verður klárur aftur. Jákup á Borg hevur verið við í 13 út av teimum 19 dystunum í Effo­deildini í ár. albinus@sosialurin.fo Jákup framvegis skaddur